Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 12 ALZHEIMER SJÚKA Liggja í klemmu í marka­mótinum Tá ið eldraøkið fór út til kommunurnar í 2015, varð mark sett við, at eldraøkini bara tóku sær av teimum, ið eru 67 ár og eldri. Niðurstøðan í markamótaskjalinum staðfesti seinni, at um talan var um búpláss fyri fólk undir 67 ár, so skal hetta veitast av eldraøkinum kring landið, men um talan var um onnur tilboð, sum til dømis dagtilboð, so er hetta uppgávan hjá Almannaverkinum FRANTS JENSEN R andi Olsen av Toftum er sostatt ein av teimum, ið liggur í klemmu mill­ um skipanirnar. Ein av teimum, sum áður hava verið í klemmu, er Krista Poulsen úr Vestmanna. Sosialurin prátaði við mannin, Fríðbjørn Poulsen, í oktober í 2016, har hann greiddi frá støðuni. Seinni gjørdi Kringvarpið eitt portrett av lívinum hjá teim­ um. Tríggjar vikur eftir ta sjón­ varpssendingina, varð tilboðið á Skotarók stáplað upp á beinini, og síðani tá hava borgarar í Havn havt hetta tilboðið. Krista Poulsen úr Vestmanna er ein av teimum, ið fekk tilboð at koma har, og har hevur hon verið síðani. Almannaverkið hevur einki tilboð í Eysturoy ella aðrastaðni kring landið, og tí var einasta tilboð, tey kundu vísa á til Randi Olsen, at hon kundi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók í Havn. Har hevur Randi Olsen so verið síðani í desember í fjør. Einki tilboð er tó um koyring, og tað merkir, at maðurin hvønn gerandisdag hevur koyrt hana til Havnar um morgunin og av­ heintað hana aftur seinna­part­in. Møguliga strika 67 ára aldursmarkið Fleiri ferðir hevur verið ført fram at strika aldursmarkið við 67 ár, so at borgarar undir pen­ sjóns­aldur eisini skulu hava møgu­leika at fáa tilboð frá eldra­ økinum á staðnum ístaðin fyri frá Almannaverkinum. Hetta er ikki hent enn. Á pallborðsfundi, sum Alz­ heimerfelagið skipaði fyri mánakvøldið í Østrøm, var spurn­ingurin um 67 ára aldurs­ markið tikið upp. Umboð fyri sjey politiskar flokkar vóru við á fundinum, og flestu av teimum vóru jaligir til at strika 67 ára aldurs­markið. Ógreitt var tó, hvussu hetta skuldi fíggjast. ansingarstuðul til persónar, ið ansa persónum, ið eru 67 ár og eldri. So eg fái ongan stuðul, sigur Jens Jacob Olsen. Sum nú er, liva tey av fyri­tíð­ arpensjónini, trygging og tí, sum er spart upp. 24 tímar um døgnið – Tað krevur nógv at vera um ein persón við alzheimer sjúku. Tað er ikki bara eitt arbeiði, nakrar fáar tímar um dagin. Tað er 24 tímar um døgnið. Tað ber als ikki til at vera sjómaður í hesi støðuni. Sum nú er, er trupult hjá mær at hava nakað arbeiði, tí eg havi bara nakrar fáar tímar um dagin, har eg møguliga kundi gjørt okkurt, sigur Jens Jacob Olsen, sum tó kannar, um hann kann fáa okkurt arbeiði nakrar tímar um dagin. Hann sigur, at børnini hjálpa eisini væl til at vera um mammuna. – Børnini hava eisini sítt egna, og eg kann ikki lata alt yvir til tey, sigur Jens Jacob. Sjúkan hjá Randi ger, at tað er truplari at finna út av tingunum í gerandisdegnum. Hon ger ikki nógv við matgerð nú, hon kann hava trupult við at brúka vaskimaskinuna, trupult at finna runt og finna heima aftur, hon gloymir, hvar hon hevur lagt ting, og hvat hon skal gera. Heppin at hava íbúð á Argjum Hann sigur, at tey vóru heppin at hava eina íbúð á Argjum, sum tey kundu fara í. Hann ivast tó í, um tey høvdu flutt til høvuðsstaðin, um tey ikki áttu eina íbúð í Havn. – Eg veit ikki, hvussu vit gera, tá ið tunnilin letur upp, um vit tá flyta inn aftur til Toftir. Vit høvdu tó ynskt, at eitt tilboð var nærri við. Onnur kring landið fáa ikki tilboðið Tað eru um 18 fólk í Føroyum, ið eru undir 67 ár, sum hava sjúkuna alzheimer demens. Tað eru ikki øll, ið hava møguleika at fara til Havnar at fáa eitt dagtilboð í Skotarók. – Sjálvandi høvdu vit ynskt at havt tilboðið í Eysturoynni. Eg veit eisini um onnur í Eysturoynni, ið høvdu ynskt, at eitt tilboð var í nærumhvørvinum. Tey hava ikki møguleika sjálvi at orna við farti hvønn dag til Havnar, og tí fáa hesi ikki tilboðið, sum tey á Skotarók kunnu geva. Og um vit hugsa um tey í Sandoynni og Suðuroynni, so hava tey als ikki møguleikan. Tað er als ikki gott nokk, sigur Jens Jacob Olsen. Um tørvurin hevði verið á at fingið eitt samdøgurspláss, so hevði tað verið uppgávan hjá eldraøkinum, tað vil í førinum hjá Randi og Jens Jacob siga Roðanum, ið er eldraøkið í Skála­ fjarð­arsamstarvinum. – Tað er als ikki aktuelt hjá okk­ um, at Randi skal inn á ein stovn at búgva. Tað er eitt tilboð um dagin, ið tørvur er á, sigur Jens Jacob Olsen. Gott tilboð á Skotarók Tað, at Randi Olsen kann koma á Skotarók, er Jens Jacob sera glaður fyri. – Hon stimbrast av at vera har. Tey duga sera væl at vera um brúkararnar. Tey gera gongutúrar, fara til kvirru í Havnar kirkju, á café Í Ebenezer, og koyra biltúrar ymsastaðni kring landið. Tey hava eisini verið við og hoyggja í summar og nógv annað. Randi gongur høgt uppí at møta up Sjálvandi høvdu vit ynskt at havt tilboðið í Eysturoynni. Eg veit eisini um onnur í Eysturoynni, ið høvdu ynskt, at eitt tilboð var í nærumhvørvinum. Tey hava ikki møguleika sjálvi at orna við farti hvønn dag til Havnar, og tí fáa hesi ikki tilboðið, sum tey á Skotarók kunnu geva Jens Jacob Olsen