Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 19 at grundin til, at hann hevði øks, var, at hann og unnustan óttaðust, at grannarnir kundu finna upp á at koma framvið aftur. Bæði løgreglumenn, sum vitnaðu, og ákærin vístu tó á, at hetta var ein vánalig umbering, tí maðurin sá, at talan var um løgreglumenn, ið stóðu niðast í trappunum, og at maðurin tí skuldi havt lagt øksina frá sær, tá hann varð biðin um tað. Løgreglan fekk kortini fatur á manninum, men maðurin vildi ikki sjálvboðin avstað, og tí varð hann lagdur í handjørn og borðin oman í løgreglubilin. Tá løgreglan var á veg oman gjøgnum trappurnar við manninum, hevði hann megnað at fingið annað beinið leyst og sparkaði, soleiðis at hann rakti ein løgreglumann í hjálmin. Óvist var, um hetta var tilætlað ella ei. Í løgreglubilinum eru upptøkur av manninum, har hann sigur við ein løgreglumann, at hann skal hann minnast til. Eisini leggur maðurin aftrat, at har eru tveir løgreglumenn, sum hann hevur í sinni at fyrigeva, men at hesir báðir eru ikki teir. Lá á gólvinum á løgreglustøðini Tveir av tilburðunum, ið maðurin varð sektaður og dømdur fyri, gingu fyri seg á løgreglustøðini í Havn. Løgreglan hevði upptøkur frá løgreglustøðini, har maðurin sat í handjørnum á gólvinum í gongini. Á upptøkunum sást, at løgreglufólk gingu framvið og gleivaðu tvørtur um mannin, ið sat á gólvinum. Maðurin rópti eftir einum løgreglumanni, ið tvær ferðir gleivaði tvørt um hann. Løgreglumaðurin lat ikki við seg koma, og aðru ferð hann fór tvørturum, lyfti maðurin annað beinið upp og spenti bein fyri løgreglumanninum, ið kortini skjótt fekk fótað sær. Seinni á upptøkunum sást, at maðurin lá á rygginum og brádliga sparkaði upp í loft, har tvey løgreglufólk stóðu. Verjin helt lítið um upptøkurnar, tí tær vóru filmaðar út á seinnapartin. Maðurin var handtikin um morgunin, og verjin skilti sostatt ikki, hví maðurin lá í gongini á løgreglustøðini út á seinnapartin. Verjin vísti á, at tað var undranarsamt, at maðurin, sum framvegis var drukkin, ikki var settur í brummuna í Klaksvík ella í Havn. Verjin helt fyri, at løgreglan á henda hátt syrgdi fyri, at maðurin helt áfram at skuldfesta seg sjálvan heldur enn at sova rúsin av sær í brummuni. Ein løgreglumaður greiddi frá, at orsøkin var, at løgreglufólkini vóru ikki komin ásamt um, hvørt maðurin skuldi koyrast til Klaksvíkar í varðhald ella ikki. Verjin helt tó, at maðurin kundi verðið koyrdur í sokallaða bíðirúmið á løgreglustøðini í Havn, sum hann metti var at rokna sum ein brumma. Ákærin helt umstøður vera skerpandi Meðan verjin ynskti, at maðurin varð frídømdur, helt ákærin, at talan var í málunum um skerpandi umstøður, og at revsingin skuldi verða harðari. Ákærin metti, at maðurin skuldi í minsta lagið fáa eitt ára fongsulsrevsing. Ákærin vísti á rættaravgerð, har revsing fyri at sparka í trongum trappum var harðari enn vanligt, tí at umstøðurnar har kundu vera vandamiklar. Eisini vísti ákærin á mongu dómarnar, ið maðurin hevði fingið framanundan fyri hóttanir móti løgreglufólki, dómarafulltrúa og kommunulækna, umframt at maðurin í 2011 varð dømdur fyri at stinga varafútan í beinið. Ákærin remsaði upp dómar, ið gingu heilt aftur til 1996. Maðurin helt, at gomlu dómarnir vístu ikki eina rættvísa mynd av tí, sum áður var farið fram, men at teir vóru í grundini góð dømi um vantandi rættartrygd hjá honum. Maðurin gjørdist so østur, meðan ákærin remsaði dómarnar upp, at dómarin mátti senda hann úr salinum, soleiðis at rætturin kundi halda áfram. Verjin helt, at maðurin kundi ikki blíva við at hanga upp á tað, sum hann hevði gjørt fyrr, og vísti á, at í flestu málunum hevði maðurin ikki gjørt álvara burtur úr hóttanum hjá sær. Eisini segði verjin, at maðurin hevði seinastu árini havt munandi betri persónlig viðurskifti enn áður, og hann hevði røktað eitt starv, sum hevði gjørt hansara tilveru meira støðuga. Dómararnir hildu tó ikki, at grundarlag var fyri hvørki linari ella harðari revsing, og teir staðfestu tí dómin, umframt at maðurin skuldi gjalda fyri sakarmálskostnaðin. Verjin var tó noyddur at ringja til mannin og siga honum frá revsingini, tí maðurin ynskti ikki at vera til staðar, tá dómurin varð lisin upp og var tí farin avstað. UND