hósdagur 22. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
20
FUGLALÍV
Trupult at meta
um burðardygd við
ongum hagtølum
Merkingar
av náta vísa,
at hetta er
ein fuglur og
stovnur, sum
er staðbundin.
Tað merkir, at
tann náti, tú
sært í Føroyum,
er ein føroyskur
stovnur. - Alt,
sum hendir
við føroyska
nátanum,
hendir tískil
í føroyskum
sjóøki, sigur
fuglafrøðingur
VILMUND JACOBSEN
N
átaveiðan, sum nú ligg
ur beint fyri stavn, er
nógv tann størsta
veiðan í Føroyum. Tó
at eingi neyv hagtøl eru, hevur
leingi verið greitt, at eins og
annar sjófuglastovnur, er eisini
nátastovnurin nógv minkaður.
Herfyri hevði KvF forvitnisliga
samrøðu við fuglafrøðingin, Jó
hannus Danielsen, sum hevur
kannað ferðamynstrið hjá náta,
og her er hann eitt nú komin
eftir, at føroyski nátastovnurin
er rættiliga staðbundin.
Fuglurin er hóttur
Í samrøðuni vísir fuglafrøðingurin
á, at bæði í Føroyum og aðrastaðni
hevur verið hildið, at nátin klárar
seg væl, og at her eru eingir
trupulleikar.
- Men, tá hugt verður eftir tøl
um gjøgnum fleiri ár, síggja vit,
at nátastovnurin nógvastaðni
er skramblaður niður. Hetta er
hent so mikið skjótt og nógv, at
hóast tað framvegis er nógv til av
náta, hevur niðurgongdin verið so
ógvuslig, at nátin er fluttur úr ein
ari kategori - ella bólki - har sagt
verður, at einki er at gremja seg
um, til, at nátin nú er hóttur.
Tað merkir, sigur fuglafrøðing
urin, at nátin ikki er hóttur beint
nú, um hugt verður eftir talinum.
- Men, hyggja vit eftir niður
gongdini – hvussu ógvuslig henda
hevur verið, og um hetta sleppur
at halda fram – ja, so gongur tað
so ógvuliga skjótt niður á bakka.
Tíski verður nátin nú bólkaður
sum stovnur í einari hóttari støðu,
sigur Jóhannus Danielsen.
Hvør er orsøkin?
Men, hvussu metir fuglafrøð
ingurin so, at støðan er við náta
stovninum í Føroyum?
- Ja, tað er ein góður spurningur.
Vit hava tvær teljingar í Føroyum,
sum eru rættiliga lokalar, og sum
báðar vísa eina niðurgongd. Vit
hava alt - ja, alt ov vánalig tøl til
at kunna siga meira neyvt um,
hvussu støðan er við okkara náta
stovni.
Fuglafrøðingurin heldur tað
vera trupult at siga, hví náta
stovnurin minkar, men hann
heldur, at ein orsøk eisini kann
vera plastdálkingin, tá vit vita,
at 90 prosent av fuglinum hevur
- Allastaðni á planetini er náttúran ógvuliga kroyst av okkum
menniskjum, sigur fuglafrøðingurin, Jóhannus Danielsen
Nátin hevur stabiliserað seg í einari lægri legu
- Nátin gjørdi eitt lop niður
eftir einaferð í nítiárunum, tá
minni bleiv av fuglinum, men
eg haldi, at nátin seinnu árini
líka sum hevur stabiliserað seg
á einum rímiliga jøvnum, men
væl lægri støði, enn tá hann var
mestur, sigur Jens-Kjeld Jensen
VILMUND JACOBSEN
Jens-Kjeld Jensen, sum bæði
hevur fingist nógv við fugl
seinastu hálvu øldina og hevur
fylgt við fugli og øðrum livandi
í føroysku náttúruni, heldur
ongan iva vera um, at nátin eins
og sjófuglur annars hevur verið
fyri stórari minking.
Eins og fuglafrøðingurin, Jó
hannus Danielsen, vísir hann til
trupulleikan, at eingi neyv hagtøl
eru yvir eitt nú veiði av sjófugli og
eggum, og at vit tískil í størri mun
enn at vita bara mugu gita.
- Nógv av tí, sum vit siga, byggir
tískil á eygleiðingar.
Í sínum arbeiði og við sínum
áhuga fyri fugli og øðrum lívi
í føroysku náttúruni gjøgnum
fleiri ár hevur Jens-Kjeld Jensen
samband við fuglafrøðingar, eins
og hann eisini hevur samband við
heimildarfólk ymsastaðni kring landið.
Hann hevur eisini onkur støð í
Nólsoy, sum hann hevur eygleitt
gjøgnum árini, og hann hevur
samband við fólk aðrastaðni, sum
eisini gera sínar eygleiðingar.
- Mínar eygleiðingar við náta í
heyst siga, at tað er rímiliga væl
vorpið, og tað sama havi eg fingið
at vita úr eitt nú Sumba.
Jens-Kjeld Jensen heldur eisini,
at nátungin í ár er rímiliga búgvin
og verður floygdur á leið um somu
tíð, sum hann plagar.
- Tíðin, nær nátungin flýgur
úr reiðrinum, er á leið hin sama
á hvørjum heysti, og tíðin kann
kanska snúgva seg um einar 2-3
dagar hvørju megin tað vanliga,
um vit so kunnu siga.
Hann vísir á, at eitt er sjálv
búningin, og annað er veðrið og
ættin, sum ivaleyst eisini hevur
sín týdning fyri, nær ungin flýgur
úr reiðrinum.
- Men, eg haldi, at teir ungar,