Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 26 Heri Mohr 11. apríl 1940 segði Winston Churc­h­ill í Undirhúsinum: “We are occupying the Far­oe Is­lands by land, sea and air.” Og tveir dag­ ar seinni, 13. apríl, snimma á morgni, komu nøkur bretsk he­r­ skip inn á Nólsoyarfjørð og løgdu stilt nak­að sunn­an fyri Molan í Havn. Talan var um 10.000 tons stóra bretska herskipið Suffolk, tveir de­stroy­arar og tveir ar­mer­ aðar trolarar. [Um HMS Suffolk kunnu vit siga, at tað herskipið var við í jagstranini í 1941 av tí týska slagskipinum Bismarck millum Ísland og Grønland]. Næmingarnir í realskúlanum fingu frí, og fóru vit øll út á mol­ an – har var longu stórt tal av for­ vitn­um fólki – fyri at vita, hvat ið ann­ars fór at henda har úti. Tað vardi ikki leingi, áðrenn báðir trol­ar­ar­nir og skipið ”Rókur” hjá Skip­a­felagnum Føroyar fóru at ferga herfólk í land úti á mol­a­ num og bryggjuni longri inni. Tað frættist, at eini 250 servandir Royal Marines skuldu fremja h­er­ set­ing­ina. Veðrið var av tí fagr­ asta. Tað fyrsta, ið varð hersett, var telegrafstøðin í Havn og káp­ ul­húsið í Sandagerði, sum hevði und­ir­sjó­v­arsamband við Stóra­ bret­land. Hervaldið hersetti Skansan og kravdi annars innivist til ymisk enda­mál: skrivstovur, sjúkrahús, íbúðir, goymslur og annað. Í flestu førum vórðu slík vandamál loyst við skrivligum sáttmálum mill­um ognara og hervaldið. Skjótt varð farið undir at byggja eitt elverk eystan fyri Skansan mill­um fiskaplássið hjá Carl á Lag, Yviri við Strond og Ser­sjant­ a­húsið oman fyri vegin. Her­set­ in­g­in kravdi eisini at fáa innivist í tí stóra húsinum hjá Skip­a­fela­g­ num Føroyar á Eystaru bryggju. Men leiðslan á Skipafelagnum (Zach­arias Niclasen) var ikki fegin um hetta og vildi ikki fara úr skriv­stovunum við góðum vilja. Tessvegna fóru fleiri hermenn við byrsum og bajo­nett­ um inn, har leiðsla og starvsfólk hildu til, og beindu tey út í rúgvu: stjór­in og hansara næsti maður J­o­han Schrøter og 5 skriv­stov­u­ fólk (eitt konufólk og fýra mann­ fólk). Hann, ið hetta skrivar, var hjá­staddur úti á Molanum – nærri sluppu vit ikki. Frá tí degi, til kríggið hæsaði av í 1945, helt Skipafelagið til í heim­i­num hjá Zach. Niclasen und­ir Pisuvarða, meðan vøru­av­ greiðsl­an varð verandi úti á bryggj­uni, har allur vør­u­inn­ flutn­ing­urin úr Skotlandi varð av­greidd­ur. Sum frá leið kom eitt bretskt bur­e­a­ukrati í Havn: Field hospital í nonnu­klostrinum við reyðum krossi á hvítum botni frámerkt á taki­num, Hirings and Claims Off­ ice, Skansin, har tað bretska her­ flot­a­flaggið var á stong øll árini, með­an Føroyar vóru hersettar, Naval office, Admiralty house við egnari telegrafstøð, Head­quart­ ers/officers in charge, Naafi shop, British Ambassador (Mason o.a.), Offi­cers mess/bar osfr. Føroyar vórðu sum sagt her­ settar 13. apríl 1940, og 25. apríl kunn­gjørdi tann bretska stjórnin [BBC], at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi, sum eisini skuldi málast sjónligt á skips­síð­unum. Skip við donskum QUO VADIS – HVAGA Heri Mohr hugleiðir – millum annað um, tá Føroyar vóru hertiknar av bretum 13. apríl í 1940. Heri var tá sjálvur úti bryggjuni tá herskipið Suffolk kom á Havnina. Hann hugleiðir eisini um tíðina á Gjaldstovuni, har hann var bæði bókhaldari, fulltrúi og skrivstovustjóri í 36 ár Fyrsta stóra bretska troppaskipið, »Ulster Prince« við bryggju í Havn í mai 1940 Teir átta bretsku hermenninir, sum doyðu, tá armeraði trolarin, »Lincoln City« (niðanfyri), varð bumbaður á Havnarvág, fara til jarðar úr Havnar kirkju