Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 27 flaggi vóru fíggindar, tí Danmark var her­sett av Týsklandi 9. apríl. 16. september 1945 fór bretska her­setingin í Føroyum endaliga í søg­u­na, meðan kunngerðin í BBC 25. apríl 1940 um at flagga við før­ oy­sk­um flaggi fór í søguna sam­ stundis, sum heimsbardagin fór í søguna. Í mai mð. 1940 viðtók løgtingið eina fyribils stýrisskipanarlóg, sum skuldi galda, meðan kríggið var og Før­oyar hersettar. Lógin varð góð­kend av amtmanninum og her­vald­inum. Á tingi atkvøddi Fólka­flokk­urin ikki fyri lógini. 5 ár, 5 mánaðir og 3 dagar vóru Før­oyar hersettar. Nakrir av her­ monn­u­num búsettust í Føroyum, og teir fóru sjálvandi ikki avstað aft­ur av landinum. Eins og før­ oysk konufólk giftust við he­r­ monn­um, sum fluttu úr Før­oy­ um. Summar gjørdust ungar einkj­ur. Í stuttum kann greiðast frá, at Roy­al Marines vóru í Føroyum ein­ar 2 mánaðir, tá ið eitt tropp­a­ skip, Ulster Prince, legði at landi í Tórs­havnar havn við fleiri hundr­að Lovat Scouts her­monn­ um. Tað segðist, at Royal Marines – úr­valsherlið – sum vóru í Før­ oy­um, fóru til Norra, har bretar royndu at seta fólk á land og fáa fót­in fastan við Åndalsnes ved Roms­dals kyster og Namsos norð­an fyri Trondheim. Men hetta miseydnaðist, og bretar tóku seg aftur. Tá lótu fleiri her­ menn av teimum, sum dvøldu tveir mánaðar í Føroyum, lív. ”Ved Guldbrands kyster han styrede i land…” Í Havn og aðrastaðni – serliga vest­uri í Vágum – øktist talið av her­monnum, so hvørt sum íbúðir – nissen huts – og annað neyðugt varð bygt og smíðað. Sum frá leið komu og fóru túsundtals herfólk við ym­isk­um heitum: Royal Mar­ ines, Lovat Scouts, Cameronians, South Staffordshire, Royal Art­i­l­l­ ery (RA), Royal Army Service Corps (RASC) og aðrir. Í Sjón­ leikar­hús­i­num í Havn, sum hervaldið ráddi yvir, var skemt og leik­ur. Úr Bretlandi komu ent­er­ tain­ment fólk at leika sjónleik, eitt nú Shakespeare v.m. Annar av omanfyri nevndu ar­ mer­aðu trolarum, Lincoln City, lá á Vest­ar­a­vág út fyri Rundingi. Hann varð bumbaður av týskum flúgv­ara. 8 av manningini lótu lív. – Hesir trolararnir vórðu annars kall­aðir “sáputrolarar,” tí teir vórðu bygdir í Týsklandi til Ong­ lands. Afturfyri fekk Týskland sápu (Sunlight soap) úr Onglandi. Slíkt vørubýti, sum tey kallaðu clear­ing, helt uppat orsakað av bar­dag­anum. Skotið varð eftir flúgvaranum bæði í Havn og á Skálafirði. Hann varð raktur og neyðlendi á vágni út fyri Gøtugjógv. Flogmanningin – 4 í tali – varð tikin av tí bretska hervaldinum og beind í fangalegu í Bretlandi. Tað varð kanska teirra bjarging, teir, sum tóku lívið av 8 av manningini á Lincoln City. Dagurin 13. apríl 1940, tá ið Før­ oyar vórðu hersettar, er mest sum farin í gloymskuna, men 25. apríl 1940, tá ið BBC kunngjørdi, hvussu tey uttanveltaðu før­ oysku skipini skuldu flagga við før­oysk­um flaggi á stong og mál­ að á skipssíðu – ein kunngerð, sum fór úr gildi sama dag, kríggið fór í søguna – gjørdist fleiri ár seinri flaggdagur Føroya. Tað er løgið, at vit hava gloymt 2. juni 1919, tá okkara flagg á fyrsta sinni varð vundið á stong í Fám­jin av einum av studentunum – Jens Oliver Lisberg – sum sam­ an við nøkrum øðrum lesandi før­oyingum í Keypmannahavn høvdu sett saman Merkið. Hann doyði árið eftir í 1920, og sama ár­ ið varð ungmannafelagið Merkið stovn­að og Hans Andr. Djurhuus yrkti eisini sama árið okkara flagg­sang Sjá, tú blánar sum loft­ ið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur…. Føroyar vórðu sum sagt her­ settar 13. april 1940, og 25. apríl sama árið kunngjørdi bretska stjórnin ­í BBC, at øll føroysk skip við før­oyskum flaggi á stong og mál­að á skipssíðu vóru utt­an­velt­ að (neutral). Hendan kunngerðin fall burtur av sær sjálvum, tá ið krígg­ið helt uppat í 1945. Dagurin 25. apríl 1940 skapti eina sanna politiska øsing. Pol­i­ tiið noyddist at manna tinghúsið. Dag­in eftir heittu tríggir løg­tings­ limir á Føroya fólk: ”… vit biðja all­ ar borgarar at banna allar dem­ on­stra­tiónir …” Í apríl 1941 kravdi Fólka­flokk­ ur­in (stovnaður 1939) úrslitaleyst, at løg­t­ingið skuldi flagga 25. apríl. Í 1945, og Thorstein Petersen, tá løgtingsformaður, heitti úrs­lit­ a­leyst á skúlastjórnina um at lata skúl­a­børnini í Havnar kommunu fáa frí 25. apríl. Tað varð ikki játt­ að. Í 1948 fingu vit heim­a­stýr­is­lóg­ ina, og við henni varð okkara flagg, Merkið, ein juridiskur og pol­itisk­ur veruleiki. Í 1959 fingu vit eina løgtingslóg um okk­ara flagg, og nøkur ár seinni fyrisetti landsstýrið við kun­n­gerð, at 25. apríl var al­ mennur flaggdagur. Men dagurin 2. juni 1919, tá ið Merk­ið flaggaði fyrsu ferð í Før­ oy­um – og Merkið varð og er fram­vegis goymt í kirkjuni í Fámj­in – tann dagin tykjast vit at hava gloymt, og 2. juni gjørdist tess­vegna ikki okkara flaggdagur. Hetta er harmiligt og óskiljandi. Søguliga átti dagurin 2. juni – og eing­in annar – at verið okkara flagg­dagur. Her umrødda kunngerðin í BBC 25. apríl 1940 og løgtingslóg í 1959 um okkara flagg eru hend­ ing­ar í okkara flaggsøgu, sum gjørd­ust livandi í 1919 og 1920 og lóg­gild­að við heimastýrislógini í 1948. *** Undirritaði hevur i fleiri ár skriv­að lesarabrøv, kanska eina mest um almenn sam­fel­ags­vi­ð­ ur­skifti í Føroyum. Í 36 ár var eg bók­hald­ari, fulltrúi og skriv­stov­ u­stjóri – og loksins ráðgevari – á Før­oya Gjaldstovu við beinleiðis re­ferencu, tilvísing, til løgmann og aðrar landsstýrislimir. Eg fekk so við og við innblástur og vitan um heimastýrisskipanina á góð­ um embætismannastigi. Føroya Gjaldstova – upp­run­ aliga Færøernes O­ppe­børs­els­kon­ tor – varð sett á stovn í 1939 við lóg sum danskur stovnur undir rík­is­ráðnum. Við løgtingslóg nr. 12 frá 28. mars 1949 yvirtók heim­ a­stýrið stovnin Føroya Gjald­ stovu við fylgjandi málsøkjum: • Roknskaparførslur við­víkj­ andi landskassanum og mil­lu­ mrokn­ing við ríkiskassan. AR GONGUR LEIÐIN Bretskir hermenn á molanum í Havn. Aftanfyri sæst havnarskristovan og vinstrumegin hana bygningurin hjá Skipafelagnum, sum hermenninir hertóku Bretskir hermenn uttan fyri Sjónleikarhúsið í Havn