Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 35 PROKLAMA Búgvið eftir Jesper Alexander Svenning Midjord, Mammulág 5, 100 Tórshavn, føddur tann 21.07.1940, ið andaðist 03.01.2018 er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi verða møguligir kravánarir bidnir um, innan 3 mánaðar frá tí, at hendan lýsing hevur verið í blaðnum, at senda undirritaða fráboðan um krøv teirra viðlagt skjøl, ið prógva rættleikan av krøvunum, ávísandi málsnr. 102/2019. Tikið er við ogn og skuld. Tórshavn, tann 20.08.2019 Páll Nielsen, adv. Bygdarfelagið tekur fegið móti vinningum til eydnuhjólið. Teir kunnu latast til Kristian Jákup Joensen, tlf. 235078, Sofus Debes Johannesen, tlf. 216586, Jóhanna Debes Vang, tlf. 227701. Eisini ber til at flyta felagnum eina upphædd á konto 9181-426.654.6, so keypir felagið vinningar fyri upphæddina. við Gjógv Sunnudagin 22. september 2019 skipar bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús fyri eydnuhjóli í bygdarhúsinum. Gjáar Samkomuhús Bygdarfelagið takkar fyri allan stuðul! EYDNUHJÓL LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ MØGULEIKI FYRI UPPSETAN GUTTORM MORTENSEN TLF. 251160 Røktarstarvsfólk Nánd søkir røktarstarvsfólk til heimatænastuna at byrja 01.10.19. Tvey størv sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari á 28 tímar í miðal um vikuna. Um eingin við útbúgving søkir, verða størvini fyribils sett av ófaklærdum, og eru tey tí eisini vælkomin at søkja. Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á 32 tímar í miðal um vikuna, tíðarskeiðið 1.10.19 til 31. 12.19. Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Starvsetan og løn Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran á Miðstøðini á tlf. 730 212 Umsóknir Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 10. sep. 2019. Sí annars lýsing á heimasíðuni hjá Eysturkommunu ella Fuglafjarðar kommunu ALMENN MÓTTØKA fríggjadagin tann 30. august kl. 15.00 ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN Í samband við at SMJ ráðgevandi verkfrøðingar hátíðarhalda sín 50-ára stovningardag verður almenn móttøka í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 9, Havn Kunngerð um løgtingsvalið 31. august 2019 Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019. Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin. Heimaval Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100, í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 kl. 12.00. Valkort Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100, sum skjótast. Vestmanna, 21. august 2019 Vestmanna Kommuna