hósdagur 22. august 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
36
TRÓNDUR ARGE – KLAKSVÍK
Tað er dramatiskt í nakrar fáar
minuttir í Klaksvík mikukvøldið.
Eftir 89 rótutar minuttir av fót
bólti kemur røringur í, tá Árni
Frederiksberg við beinleiðis frí
sparki leggur B36 á odda.
Tað ganga bara heilt fáir min
uttir, so fer B36 í skjótálop, eftir
at KÍ hevur havt hornaspark.
Árni Frederiksberg rennur at
kalla allan vøllin við bóltinum,
og leggur upp á tvørs til innskifta
Stefan Radosavljevic, sum tveitur
seg fram og prikar bóltin í málið.
– Øll sóu, at vit ikki vóru komnir
til Klaksvíkar at undirhalda. Vit
sóu leygarkvøldið, at KÍ hevði
ilt við at mynda álopsspæl ímóti
Skála. Vit bíðaðu eftir klaksvíking
um, sum høvdu bóltin nógv, men
sum ikki vildu ella megnaðu at
spæla seg til serligar møguleikar,
sigur Árni Frederiksberg.
Gleðin er stór á áskoðarafjøldini
hjá B36, sum er komin norð við
bussi. Spælararnir hálsfevnast
og heilsa upp á áskoðararnar,
meðan murran er verri millum
norðoyingar. Spælararnir hjá KÍ
eru skjótir av vøllinum og áskoð
ararnir tað sama av leikvøllinum.
Vónbrotið er stórt í KÍ-leguni,
men liðskiparin vil ikki leggja
kongin í FM-stríðnum.
– Vit kenna, at tað koppar
ímóti okkum, men hetta er als
ikki avgjørt. Vit hava níggju lands
kappingardystir eftir, og vit ætla
okkum at vinna aftur og at vera
við í FM stríðnum, sigur Jákup B.
Andreasen.
Regn og vindur
Tað er lítið at skriva heim um
fyrstu 89 minuttirnar. Heimaliðið
hevur broytt eitt sindur í upp
stillingini, eftir 2-2 javnleikin móti
Skála. Steinbjørn Olsen byrjar á
bonkinum, meðan Ísak Simonsen
kemur inn í miðverjan og Ólavur
Niclasen byrjar aftur á vinstra
bakki.
Hartil er Patrik Johannesen
fluttur fram í álopið, meðan Jó
annes Bjartalíð er fluttur í á
vinstra vongin.
Jákup á Borg velur at byrja við
Stefani Radosavljevic á bonkinum.
Útangsstøðið hjá gestunum er
varið. Michal Przybylski og Lukasz
Cieslewicz eru fremstir og leggja
skilagott trýst á uppspælið hjá KÍ,
meðan Eli F. Nielsen og Magnus H.
Jacobsen stríðast á miðjuni.
Veðrið er einki serligt til fótbólt.
Størsti mótspælarin til føroyskan
fótbólt er vindur. Tíverri er nógvur
vindur, tá dómarin bríkslar dystin
í gongd. Tað hjálpur heldur ikki, at
tað er regn.
Tað ger eisini at tað er lættari
at verja, tí áleypandi liðið hevur
truplar umstøður at umsita bóltin.
Tí endar dysturin eisini við
fleiri taklingum og tvídystum á
miðjuni. Liðini hava hvørsítt inn
legg, har tað ikki manglar nógv í,
men tað er tað einasta.
82 innkøst
Tað er sermerkt við dystinum,
at tað er óvanliga nógv innkøst.
Vindur liggur upp á tvørs av vøll
inum og trýstur bóltin móti áskoð
araplássunum við Djúpumýru.
Serliga í fyrra hálvleiki tykist
tað sum, at bólturin ikki er í
leingi á gangin. Uppteljingin
sigur, at tað komu
heili 82
innkøst í
øllum
dystinum.
Tað er næstan
eitt um minuttin. Telja við so
eisini tey 20 málspørkini og 29
fríspørkini, so er skjótt at koma
til eina niðurstøðu. Spælið er
ongantíð flótandi og undirhaldið
er har eftir. Deyðbóltar og
tilvildarligar hendingar.
Árni avgjørdi
Á Summar Festivalinum avgjørdi
Jóannes Bjartalíð dystin móti
Víkingi. Hann er ein spælari, sum
kann avgera stórar dystir, men
hesa ferð fer Árni Frederiksberg
avstað við yvirskriftini.
Hann hevur júst longt sáttmál-
an við B36
og tað kunnu tey
fegnast um, tí hann
er avgerandi. Hann
skorar fyrra málið og legg
ur upp til tað seinna.
- Tað riggaði betri við fríspark
inum hjá mær, enn tað gjørdi, tá
ið vit spældu hálvfinalu ímóti KÍ.
Tá bjargaði Kristian Joensen, og í
kvøld var tað eg, sum vann ímóti
honum. Rennitúrurin var langur
í sambandi við seinna málið, men
tað kendist søtt, tá ið Stefan trill
aði bóltin í málið, sigur Árni Fred
eriksberg, sum er dagsins spælari.
KÍ liðformaðurin var saman við
liðfeløgunum ógvuliga vónbrotin.
– Vit royndu at spæla, men
undir vánaligum veðurumstøðum
og við B36 í sera verjukendari
útgávu var tað torført. Vit halda, at
vit høvdu
uppiborið
betur, hóast vit
ikki spældu serliga væl.
Frísparkið, sum var avgerandi,
var óheppið, tí vindurin spældi
okkara manni eitt puss, tá ið
bólturin kom niður úr luftini,
sigur Jákup B. Andreasen.
KÍ rennur aftaná
Við sigrinum hevur B36 lagt seg
á odda í landskappingini við 44
stigum fyri 19 dystir. NSÍ hevur
tvey færri fyri 18 dystir og KÍ
verður standandi á 39 stigum
fyri somuleiðis 18 dystir. NSÍ og KÍ
hava ein útsettan dyst innanhýsis
eftir.
Sermerkt við B36 er, at liðið
hevur bara skorað 33 mál, men
hevur flest stig. Kappingarneyt
arnar hava skotið millum 40 og
49. Tað merkir, at B36 fær nógv
fyri hvørt málið.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
ÁRNI: KOMU FYRI AT VINNA
- Øll sóu, at vit ikki vóru komnir til Klaksvíkar at
undirhalda. Vit komu fyri at vinna og eg haldi, at
vit vóru meiri klárir enn teir. Vit vildu tað meir.
Vit sóu leygarkvøldið, at KÍ hevði ilt við at mynda
álopsspæl ímóti Skála. Vit bíðaðu eftir klaksvíkingum,
sum høvdu bóltin nógv, men sum ikki vildu ella
megnaðu at spæla seg til serligar møguleikar.
B36 er nýtt oddalið í landskappingini, eftir at hava
vunnið 2-0 í Klaksvík móti KÍ. Tað var málleyst í
89.minuttir, men so traðkaði Árni Frederiksberg til og
sendi fríspark beinleiðis í málið. - Eg føldi í sjálvum
sparkinum, at hatta var tað, sigur Árni Frederiksberg
GYLTA SKOTIÐ
HJÁ ÁRNA
AVGØRDI