Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 38 TRÓNDUR ARGE Tað verður fult umfar sunnudagin í landskappingini hjá monnum í fótbólti. Fýra dystir vera klokkan 15, meðan AB hevur flutt granadystin móti B36 til klokkan 17. Hetta verður umfarið, har vit fáa staðfest um tað verða HB ella Víkingur, sum detta niður í millum í oddastríðnum. Tey møtast í Gundadali. NSÍ er á torførari uppgávu á útivølli móti Skála, sum sunnudagin spældi javnleik 2-2 móti KÍ. Fuglfirðingar skulu í holt við fyrstu av bjargingarfinalunum, sum verur móti einum skerdum TB-liði, meðan EB/Streymur fær vitjan av KÍ. Heimir enn í HB Tað kom sum ein skelkur í HB- hús­inum, tá íslendska morg­ un­blaðið týsdagin sendi venj­ ar­an, Heimir Guðjónsson, aftur til Íslands. Blaðið skrivaði at familjan nú er flutt heim, og at Heimir Guðjónsson eisini verður at finna í íslendskum fótbólti, eftir at sáttmálin við HB gongur út í oktober. Tíðindini komu óvart á leiðslu­ bólkin, sum rekur besta liðið hjá HB. – Eg haldi ikki tað er nakað í hasi søguni. Vit tosa saman um fram­tíðina, og eg vænti at vit koma á mál við samráðingunum. Tað er nøkur praktiskt ting, men Heimir hevur góðan hug at verða verandi. Eg vænti at vit leingja við Heimir Guðjónsson, men tað er ikki endaliga komið á mál, segði Ragnar Joensen við in.fo týsdagin. Høvðuspersónurin leggur eisini upp til, at framtíðin liggur í HB. – Søgurnar í íslendsku miðl­un­ um eru ikki rættar. Eg havi onga avgerð tikið og familjan er her enn. Eg havi júst verið til samráðingar við HB, sigur Heimir Guðjónsson við Sosialin. Hann leggur afturat, at sam­ráð­ ingarnar eru positivar, men at tú í fótbólti altíð hyggur eftir hvat kem­ur á borðið. –Í fótbólti hevur tú ein sátt­ mála og tá hann gongur út, so mást tú sjálvandi hyggja eftir hvat kem­ur á borðið. Eg havi verið her í tvey ár og tað hevði ikki verið rætt av mær, um eg ikki tosaði við HB fyrst, tá teir vilja hava meg at halda fram, sigur Heimir Guð­jóns­ son. Heimir sigur eisini, at hann og familjan trívist væl í Føroyum, og at fokus nú verður á at vinna dystin sunnudagin móti Víkingi. HB-Víkingur (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Hetta er dysturin sum avgerð, um tað verður HB ella Víkingur, sum kemur at kappast við hini trý um meistaraheitið. Bæði HB og Víkingur renna aftaná í meistarastríðnum. Tey hava færri stig og hava spælt fleiri dystir. Tí tykist tað næstan givið, at taparin av hesum dystinum verð­ ur hektaður av FM-stríðnum. HB er á heimavølli og hevur allar mans tøkar. HB tykist sterkt í løt­uni, men hevur trupult við at fáa avgerandi málini. Tað sóu vit millum annað móti B36 og NSÍ. Víkingur er í einum aldurdali, eftir at hava tapt tríggjar dystir upp í slag. Tað bleiv til trý stig sunnudagin, men tað var ikki sannførandi móti EB/Streymi. Hartil fekk Gunnar Vatnhamar sítt fjórða gula kort og situr uttanfyri móti HB. Tað telur tó upp, at Vukasin Tomic er tøkur eftir leikbann. Stóri og sterki miðverjin er ikki lættur at flyta. Nógv bendir á, at hetta verður ein dystur, har HB skal skipa spælið og royna at vinna. Víkingur kemur at vera í verjustøðu, fyri síðani at revsa HB. Tað var júst tað, sum hendi tá liðini møttust seinast. Tá vann Víkingur 1-0. HB hevur takið í verjustøðu, og tað er ivasamt um teir gera sama feilin hesa ferð. SOSIALURIN TIPPAR: 1-0 Skála-NSÍ Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Grannauppgerðirnar millum Skála og NSÍ er mangan spenn­ andi. Tað stendur nógv upp á spæl, hóast Skála ikki hevur so nógv at stríðast fyri á stigatalvuni. Tíðliga í ár vann Skála 2-0 á NSÍ á heimavølli, meðan við Løkin fekk NSÍ sína hevnd og vann 3-0 í 11. umfari. Skála prógvaði sunnukvøldið, at tað enn eru knotur monnum sum Fróða Benjaminsen, tá Skála spældi javnleik 2-2 móti KÍ í Klaksvík. Tað verður brúk fyri øllum kreftum, um Skála aftur skal knúgva NSÍ heimavølli. Ikki við: Bjarni Skála (leikbann, 4 gul), Eli S. Christiansson (fluttur av landinum), Høður Tórsson (økslin, mánaðir), Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Jobin Drangastein (pína), Rógvi Poulsen (fóturin), Hans Jákup Annfinsson (Burturstaddur) Ivasamur: Tóki á Lofti (lærkrikin) Ikki við: Magnus Holm Jacobsen (Leikbann, ov nógv gul), Erling Dávidsson (Lærskaði, 1-2 vikur), Gilli Samuelsen (Vøddaskaði, 1-2 vikur), Róaldur Jakobsen (Fótlið, langtíðarskaddur), Erlendur Magnusson (Knæskaði, langtíðarskaddur) Ivasamur: Símun Rógvi Hansen Ikki við: Gestur B. Dam (fluttur av landinum), Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur), Sveinur Lava Olsen (liðband, vikur) Ivasamur: Arnbjørn Hansen (fipur), Poul G. Olsen (hol á høvdið) Við aftur: Magnus Jarnskor (leikbann), Hans Pauli Samuelsen (byrjaður aftur) Allir mans tøkir Við aftur: Símun Samuelsen (baklærið) Ikki við: Deni Pavlovic (leikbann, reytt kort), Boris Dosljak (leikbann, 4 gul), Patrik Johannesen (leikbann, 4 gul), Óli Eyðsteinsson Poulsen (skurðviðgjørdur), Simen Sandmæl (ryggurin) og Torbjørn Grytten LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR KÍ ÍTRÓTTUR Upptakt 20. umfar: -Søgurnar í íslendsku miðlunum eru ikki rættar. Eg havi onga avgerð tikið enn, men tosi fyrst við HB, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB við Sosialin. Havnarmenn skulu vinna á Víkingi sunnudagin, fyri at halda lív í FM-vónini HEIMIR HELDUR HELST FRAM Í HB