Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 39 Gestirnir eru millum favoritt­ arnar at vinna FM. Sigurin á Argj­um var sannførandi tá sam­ an­umkom. Liðið tykist væl fyri og samanhaldið er gott. Spælið er ikki eins flótandi, sum tað onk­untíð hevur verið, men avrokningin kemur umgangandi. Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen eru altíð góðir fyri mál ella upplegg, meðan spælarar sum Jann Martin Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen og nú eisini Øssur Dalbúð traðka til, tá tað er brúk fyri tí. Góðan gongdin og breiddin í hópinum ger, at NSÍ er favorittur at vinna. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 ÍF-TB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Finalur í Fuglafirði. Seinasta triðingin av landskappingini hevur ÍF heimavøll móti hinum botnliðnum. ÍF liggur aftast á stiga­talvuni og tí er talan um minst tríggja bjargingarfinalur í Fløtu­gerði. Tann fyrsta av teimum er móti TB, sum ikki formáddi sær nógv móti B36 í farna umfari. TB verður uttan Veljko Vukovic, sum hevur leikbann, meðan Ivan Ivanovic er sera ivasamur við fótskaða. Tó eru Poul Ingasson og Ndende Adama Guéye tøkir aftur eftir leikbann. Heimaliðið hevur eisini trupul­ leikar við skaðum og leikbanni. Tað kemur illa við, at Holgar Dur­ huus enn situr uttanfyri. Leigu­ sveinarnir úr Víkingi, Milan Svojic (skaddur) og Hans Jákup Lervig (leikbann) sita eisini uttanfyri. ÍF hevur Dávid Langgaard tøkan aftur eftir leikbann. Fuglfirðingar eru pískaðir til sig­urs, men tað er ilt at síggja hvar málini skulu koma frá. Tað er bara blivið til 14 mál í 19 dystum. ÍF prógvaði móti NSÍ, at liðið kann bíta frá sær á heimavølli, hóast tað endaði við einum 4-2 tapi. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 EB/Streymur-KÍ Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: MIRZA KAZIC Heimaliðið er í kreppu, um hugt verð­ur eftir úrslitunum, meðan gest­irnir eru svangir at reisa seg. Sundalagsmenn hava ikki vunnið síðani 14. apríl og eru nú und­ir niðurflytingarstrikuni. Tó var avrikið móti Víkingi sunnu­dag­in positivt og tað kunnu sundalags­ menn taka við sær. Gestirnir úr Klaksvík hava eisini sítt at stríðast við. Tveir teir seinastu dystirnir hava givið eitt stig, og fleiri spælarar stríðast við skaðar og leikbann. Eitt nú sita Simen Sandmæl og Dani Pavlovic enn uttanfyri, meðan Patrik Johannesen og Boris Dosljak fingu leikbann eftir 2-0 ósigurin fyri B36. Hartil fór Semir Hadzibuliz út við skaða. KÍ er favorittur. SOSIALURIN TIPPAR: 1-3 AB-B36 (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 17 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Argjamenn hava verið so beina­ samir at flyta grannadystin, so fót­bóltsáhugaði kunnu síggja bæði dystin í Gundadali og tann á Argjum. AB hevur viðgongd í løt­uni, men uppsetingin er eisini við­brekin. Tað sóu vit móti NSÍ, har AB fór frá at halda seg hava skorað til 2-1, til at tapa 5-1. Málskjúttin frá dystinum móti NSÍ, Hans Jákup Annfinsson, verður ikki við. Hann er burtur í lestr­arørindum. Hartil verður Rógvi Poulsen ikki tøkur vegna skaða, meðan Bjarni Skála hevur leikbann. Gestirnir eru nýtt oddalið í lands­kappingini. Magnus H. Jac­ obsen hevur leikbann, so Jákup á Borg skal gera minst eina broyting í mun til liðið, sum vann í Klaksvík miku­kvøldið. Tað er tiltikið, at serliga eldri argjafólk halda við B36 fyrst og ynskja síðani AB tað besta. Eftir nøkur ár, har AB fleiri ferðir argaði grannarnar úr Gundadali, tykist tað sum at B36 hevur sett seg á grannauppgerðina. SOSIALURIN TIPPAR: 1-3 Ikki við: Pól Jóhannus Justinussen (leikbann), Pætur Hentze (fótskaði, langtíðarskaddur) Ikki við: Hans Jákup Lervig (leikbann, 4 gul), Holgar Durhuus (fipur), Milan Svojic (liðbandið), Høgni Zachariassen, Jóhan Petersen (skaddur, óvist), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Við aftur: Dávid Langgaard (leikbann) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist) Ivasamir: Pætur Dam Jacobsen (knæið), Niels Pauli Danielsen (fóturin) Ikki við: Rógvi Joensen (fipurskaði, 1-2 vikur), Veljko Vukovic (leikbann), Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Arthur Poulsen (hælskaði, 3-4 vikur) Ivasamur: Ivan Ivanovic (fótskaði) Við aftur: Poul Ingason (eftir leikbann), Ndende Adama Guéye (eftir leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Gunnar Vatnhamar (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Elias Lervig (ryggurin), Jákup Vatnhamar Olsen (vøddaskaði) Við aftur: Vukasin Tomic (leikbann, 4 gul) TB Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. B36 19 14 2 3 33-15 (+18) 44 2. NSÍ 18 13 3 2 49-19 (+30) 42 3. KÍ 18 12 3 3 40-15 (+25) 39 4. HB 19 11 5 3 48-18 (+30) 38 5. Víkingur 19 12 2 5 40-25 (+15) 38 6. SKÁLA 19 8 1 10 22-23 (-1) 25 7. TB 19 5 3 11 16-36 (-20) 18 8. AB 19 3 2 14 20-52 (-32) 11 9. EB/Streymur 19 2 3 14 18-45 (-27) 9 10. ÍF 19 1 2 16 14-52 (-38) 5 Betri deildin menn 20. umfar SUNNUDAGIN: EB/STREYMUR-KÍ (15.00) HB-VÍKINGUR (15.00) BEINLEIÐIS Á FM 1 ÍF-TB (15.00) SKÁLA-NSÍ (15.00) AB-B36 (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 ÍF Fimm favorittar Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. LEIVUR FREDERIKSEN: AB-B36 2 EB/STREYMUR-KÍ 2 HB-VÍKINGUR 1 ÍF-TB 1 SKÁLA-NSÍ 2 JÁKUP ÓSÁ: AB-B36 2 EB/STREYMUR-KÍ 2 HB-VÍKINGUR 1 ÍF-TB 1 SKÁLA-NSÍ 2 TRÓNDUR ARGE AB-B36 2 EB/STREYMUR-KÍ 2 HB-VÍKINGUR 1 ÍF-TB 1 SKÁLA-NSÍ 2 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 62 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 59 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 59 STIG Tipping: Tipping 20. umfar: