Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 23 Komandi partur Ì komandi parti fer Evald við trolaranum Vitanum og síðan í smiðjulæru Laksá. Dóttir teirra Óluva var trú­boð­ari í Bangladesh í mong ár. Nýggjur skúli, bygdur á Skarðsáryggi, varð vígdur ein sunnudag á vári 1937. Morgunin eftir vígsluna høvdu vit morg­unsang í tí gamla skúlanum, og so gingu allir klassarnir niðan í nýggja skúlan. Og so hildu vit fram har. Vit gingu í skúla hvønn dag, men lærar­ inn­an var aðru hvørja viku á Hellunum. Hesa viku høvdu vit færri tímar í Fuglafirði. Eina ferð minnist eg, at vit vóru 36 børn í klassanum. Í 1939 kom Sigurd Petersen at vera lærari. Hann kom einar tríggjar mán­ að­ir skjótari enn væntað, tí Reynberg hevði brotið beinið. Tá blivu tað fýra skúlastovur í skúlanum. Tá flutt var í nýggja skúlan, bleiv gamli skúlin tømdur fyri innbúgv, og tá høvdu vit eina stovu har til fimleik. Hin stovan bleiv brúkt til kommunuskrivstovu. Men trý ár seinni kemur kríggið. Tá tóku bretsku her­ menn­inir gamla skúlan. Tá mátti komm­ unu­skrivstovan flytast í húsini hjá Hans Jakku á Støðni, har tað fyrr hevði verið bakarí. Tá vóru rationeringsmerki fyri nógvar vørur sum sukur og margarin. Magnus Andeassen, Magnus hjá Sjúrði, hevði til arbeiðis at hava skil á hesum. Siv­ ar Post tók við eftir Magnus, eftir at hann var fluttur til Havnar. Sivar hevði opið ein­ar tveir dagar um vikuna at útflýggja ration­eringsmerki. Aftaná kríggið flutti kommunu­skriv­ stov­an aftur í gomlu hølini. 14 ár og arbeiðslívið byrjar Í 1941 bleiv eg 14 ár og fór úr úr skúlanum, sum var tað vanliga tá í tíðini. Tá mátti mann fara at gera okkurt til nyttu. Vanligt var at fara til skips, men hetta var ikki møgu­ligt júst hesa tíðina. Skipini høvdu lítla manning, og ágangurin á føroysk skip av krígnum var stórur við nógvum mist­ um skipum og mannalívum. So eg fór at ar­beiða veg og tílíkt. Um hesa tíðina va upp­dyrkingarvegurin vestur á Horn í gerð. Har fór eg at arbeiða. Tá ið kríggið var av lá betri fyri at sleppa til skips, og í 1946 fór eg tann fyrsta túrin burt­ur. Fyrsti saltfiskatúrur aftaná kríggið Fyrsti túrurin hjá mær var við sluppini Stan­ley hjá Garðamonnunum í Vági við Herman Petersen, í Garðinum, sum skip­ ara. Hann var beiggi Johan Suðring, sum búði í Fuglafirði og var beiggi Poulinu hjá Elis­eus. Herman spurdi Eliseus, um hann kundi skaffa sær ein mann. Hetta var beint undan jóan­søku. Teir vóru klárir at fara, men teir vildi sleppa avstað undan jóansøku. Tað bøtti ikki um møguleikarnar at fáa fólk har suðuri! Teir komu norður til Fuglafjarðar, og eg fór so við. Hetta var 22. juni 1946, at vit fóru á Eystur- og Norðurlandið við snøri. Vit vóru 50 dagar burtur, og komu aftur 11. aug­ust. Vit fiskaðu gott 400 skippund Tað varð ikki fiskað sunnudag. Hetta gjørdu skip ikki tá. Hetta var annars fyrsti salt­fiska­túr- ­ur, sum var gjørdur av før­oysk­um skipi eftir heims­bar­dagan. Tað vanliga tá í tíðini var at fiska í sjálv­drátti, har inntøkan var eftir veidd­ um fiskatali hjá hvørjum manni. Men við Stanley vildu menninir ikki hava sjálv­ drátt. Vit høvdu tað, sum kallaðist sam­ veiða, har býtt varð javnt til allar. Allir hjálptu hvør øðrum, sum kanska var minni vanligt við sjálvdrátti. Hetta var ógvuliga framskygt og vísti tað, sum í dag kallast samhaldsfesti. Seinni gjørdist tað ein sjálvfylgja, serliga tá ið veitt varð undir Grønlandi. Ofta fingu ungir á fyrsta túri minni enn fullan part, men eg fekk fullan part. At byrja við fiskaði eg kanska eitt sindur minni enn hinir, men tað var skjótt, at eg fisk­aði tað sama . Eina ferð, tá tekur fiskur hjá mær uppi í sjónum, meðan tað ikki tók hjá nøkrum øðrum. Tað vanliga var, at fiskur tók niðri móti botni. Tá sigur Herman: “Dregur bara norðingurin!” Hetta vóru tó bara trígg­ir dráttir, so mátti aftur farast niður móti botni. Men hetta var slíkt, sum kundi henda. Tað var so merkiligt við snøri. Menn kundu standa lið um lið og fíla. Men tað kundi vera so ymiskt, hvussu fiskur tók hjá monn­unum. Tað fylti so nógv upp í lastini, at vit fóru inn til Seyðisfjarðar at landa nakað av fiskinum í ein skúr, sum teir høvdu at­ gongd til. Tá ið vit so fóru heim, fóru vit inn og tóku fiskin umborð aftur. Vit vóru eisini á Norðurlandinum. Nú kemur eitt høgættalot. Tá rópar Herman: ”Snørini inn, vit fara heim”. Ein mánað eftir, at fiskurin varð skip­ að­ur upp, fekk eg uppgerðina sendandi í ein­um brævbjálva við einum kekki innaní upp á 1.976 kr. Hetta var uml. 40 krónur um dagin, sum var óhoyrd inntøka tá á døgum hjá ungum drongi. Tað var nú ikki tann stóra motorkraftin. Motorurin var ein 35 hk. Gamma. Men tá vóru seglini eisini til hjálpar. Herman Petersen (1913-1972) var ein roynd­ur fiskimaður. Hann fór fyrstu ferð til sjós við Stanley. Hann sigldi øll krígs­ árini. Hann førdi Stanley í 1945 og 1946. Seinni fór hann at føra trolaran Beinis­ vørð og seinni aftur línubátin Petur á Gørð­unum. Stanley var ein slupp av tí gamla slagn­ um bygd í Hull í 1876. Hann varð strikað úr skipa­skránni í 1962. Poulina, mamma Evald Fuglafjørður. Báðir skúlarnir eru á myndini. Á trappuni við Garð v.f. Elisabeth, fosturmamma Hanna, beiggja Evald, Elsebeth Maria, fosturmamma Evald, Margaret, dótir Evald og Jardtrud, konu Evald.