hósdagur 22. august 2019síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
24
LESARABRØV
Suðurstreymur stormar fram
– Norðoyggjarnar stagnera
Ingolf Joensen,
22.august 2019
Vit gerast alsamt fleiri fólk Í
Føroyum, men fólkavøksturin er
ójavnur í ymisku økjunum. Serliga
í Suðurstreymi veksur fólkatalið
skjótt og nú búgva meira enn
40% av landsins íbúgvum í Suður
streymoy móti knapt 19% í 1945.
Síðani seinna heimsbardaga er
fólkatalið í Føroyum vaksið við
0,77% um árið í miðal, meðan árligi
fólkavøksturin í Suðurstreymi
somu tíð hevur verið heili 1,81%.
Hvussu hevur gongdin í
fólkavøkstrinum verið í ymisku
økjunum í Føroyum seinastu
250 árini? Er býargerðin ella ur
baniseringin ógvusligari í Før
oyum enn úti í heimi og heldur
urbaniseringin fram, nú Føroyar
verða tættari knýttar við undir
sjóvartunlum?
Norðoyggjar
Kent er, at fólkatalið í Suðri og
á Sandoynni fellur, men stígur
er eisini komin í fólkavøksturin
í Norðoyggjum. Í grundini er
fólkatalið í Norðoyggjum minkað
í lutfalli síðani 1955, tá ið 15% av
landsins íbúgvum búðu í Nor
oyggjum ímóti 12% í dag. Hóast
fiskivinnan stendur sterk og fast
samband er til meginlandið, hevur
fólkavøksturin í Norðoyggjum
síðani 2008 bert verið 0,26% um
árið, sum er nógv minni enn
miðalvøksturin fyri alt landið.
Norðoyggjarnar høvdu annars
ein høgan fólkavøkstur í tíðar
skeiðnum frá 1925 til 1955 tá ið
fólkatalið vaks 2% um árið í miðal;
hetta var í tíðini, tá ið fyrstu trol
ararnir komu til landið og stóru
handilsvirkini við J.F.Kjølbro á
odda blomstraðu.
Eysturoyggin
Eysturoyggin fylgir vøkstrinum
fyri landið; gott 22% av fólkinum
í Føroyum búgva í dag í Eysturoy
og tað er áleið sama lutfall sum
undir krígginum. Frá 1925 til 1966
var fólkavøksturin í Eysturoy
lægri enn fyri landið sum heild,
men frá 1966 hevur Eysturoyggin
havt næst hægsta vøkstur eftir
Suðurstreym. Í Eysturoynni eru
lutfalsliga fáir tænastustovnar,
men nógv vinnulig arbeiðspláss
og harumframt eru ivaleyst mong,
sum dagliga ferðast til arbeiðis í
høvuðsstaðnum.
Norðstreymur
Norðstreymur hevði lágan fólka
vøkstur upp ígjøgnum 1900-árini.
Gongdin broyttist, tá ið vegasam
bandið varð útbygt og tað gjørdist
koyrandi eftir oyggj og inn í
Eysturoynna, og frá 1966 til 2008
er fólkavøksturin í Norðstreymi á
hædd við vøksturin fyri Føroyar.
Men so vesnaði gongdin aftur, og
seinastu 11 árini hevur árligi vøkst
urin í Norðstreymi verið 0,22% um
árið í miðal, sum er lægsti vøkstur
norðanfjørs. Sambært Hagstovuni
eru tað serliga norðastu bygdirnar
í økinum, ið hava lágan ella
negativan vøkstur. Í 1800-árunum
búðu áleið 13% av landsins íbúgv
um í Norðstreymi, men tá ið
bóndasamfelagið so líðandi varð
avloyst av slupptíðini, og Føroyar
gjørdust eitt fiskivinnusamfelag,
minkaði fólkavøksturin í økinum.
Føroyar sum heild høvdu met høg
an fólkavøkstur frá 1880 til 1966,
men Norðstreymur og Sandoyggin
fingu ikki sama lut í framgongdini,
og í 1966 er parturin av landsins
íbúgvum búgvandi í Norðstreymi
minkaður niður á 8%.
Vágarnar
Vágaøkið hevði sera lágan fólka
vøkstur frá 1925 og heilt fram
til og við kreppuna fyrst í níti
árunum, tá ið fólkatalið í Vágun
um minkaði nógv. Men so vendi
gongdin, og seinastu 22 árini hev
ur fólkavøksturin í Vágunum
verið á hædd við vøksturin í Suð
urstreymi, væl hægri enn miðal
vøksturin fyri landið. Óiva hevur
fasta sambandið til miðstaðarøkið
jaliga ávirkan á búsetingina í Vág
unum, nú bert góður hálvur tími
er í bili til høvuðsstaðin. Harum
framt eru fleiri støðug arbeiðs
pláss komin í Vágunum, bæði til
verkafólk og fólk við longri út
búgvingum.
Í gomlum døgum búði lítið
av fólki í Vágunum; í 1769 bert
2 fólk fyri hvønn ferkilometur.
Men fólkatalið í Vágunum vaks
skjótt upp gjøgnum 1800-talið
og er í 1880 trífaldað. Tá ið tíðini
hevði landbúnaðurin avgerðandi
týdning fyri livilíkindini í Føroy
um, og tað sæst aftur í fólkatætt
leikanum, sum tá framvegis var
rættuliga javnur yvir landið; bert
Suðurstreymur og Suðuroy høvdu
fleiri enn 10 fólk fyri hvønn fer
kilometur í 1880.
Sandoy
Sandoyggin varð sera hart rakt
av kreppuni fyrst í nítiárunum,
og síðani tá er fólkatalið í Sand
oyarøkinum støðugt minkað;
seinastu 11 árini við meira enn 1%
um árið í miðal. Í dag búgva 2,5%
av landsins íbúgvum í Sandoyar
økinum, ímóti 9,5% í 1769 og 6% í
1945, og Sandoyggin er tað økið í
Føroyum, har fólkatalið er minkað
lutfalsliga mest.
Í 1800-árunum, tá ið landbún
aðurin og ikki minst útróðurin
við opnum bátum høvdu stóran
týdning fyri livikorini, er fólka
vøksturin í Sandoyarøkinum
nærum líka høgur sum vøksturin
fyri Føroyar sum heild. Gongdin
broytist um aldarskiftið, tá ið
sluppirnar og onnur størri dekks
før so líðandi gerast álitið í bú
skapinum. Plássini, har ið skip
kunnu liggja fyri teym um veturin
mennast, meðan fólkavøksturin í
Sandoynni, har ongin nátturlig
skipahavn er, verður avmarkaður.
Eftir 1945 steðgar fólkavøksturin
upp í Sandoyarøkinum, hóast
fólkatalið í Føroyum økist støðugt.
Suðuroy
Fólkatalið í Suðuroy er í stórari
minking og er síðani 1945 minkað
við 0,36% um árið; bert Sandoyggin
minkar meira í hesum tíðarskeiði.
Áðrenn 1840 búðu 15% av landsins
íbúgvum í Suðuroy. Lutfallið økist
fram til 1925 til heili 22%, men er
síðani fallið støðugt, soleiðis at
einans 9% av landsins íbúgvum
búga í Suðuroy í dag.
Fólkatalið í Føroyum byrjar av
álvara at vaksa í fyrra helmingi
av 1800-árunum. Tað er í tíðini,
tá ið traðir verða innlagdar,
fleiri nýggjar niðursetubygdir
koma, útróðurin mennist og
eplaveltingin av álvara tekur seg
upp í Føroyum (R.Guttesen, 2014),
(E.Isholm, 2014). Áhugavert at
Suðuroyggin longu frá 1840, væl
áðrenn slupptíðina og áðrenn
kongiligi einahandilin varð av
tikin, veskur skjótarin enn miðal
vøksturin fyri landið. At kongiligi
einahaldilin opnar útihandil í Suð
uroy í 1836, man hava ment trivn
aðin í oynni, men tað er eisini kent,
at serliga í Suðuroyggini var nógv
ur loynihandil við fremmand skip,
og hetta hevur óiva bøtt nakað um
livikorini, sum annars vóru vána
lig kring alt landið fyrst í 1800-ár
unum.
Tíðum verður sagt, at Suður
oyggin var eitt lokomotiv í før
oyska búskapinum um aldar
skiftið. Frá 1880 til 1925 hevði
Suðuroyggin nógv tann størsta
fólkavøksturin í landinum við
einum vøkstri uppá 2,15% um árið.
Hesa tíðina flyta nógv fólk kring
alt landið til Suðuroyar, har arbeiði
var til allar hendur (P.Andreassen,
2017). Men við heimsumfatandi
kreppuni í 1930’unu steðgar
stóri fólkavøksturin í Suðuroy
Mynd 1: Fólk í Føroyum býtt á økir, %
Kelda: Hagstova.fo, talva 5
Talva 1: Vídd, fólk fyri hvønn km2 og árligur fólkavøkstur, % p.a.
Kelda: Wikipedia, Tórshavnar kommuna og talva 3