Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 25 (D.Holm, 2009). Hesi árini koma nógv reiðaravirkir og handlar Suðuroy í fíggjarligar trupuleikar. Tá ið vit koma inn í 1950’ini, byrjar fólkatalið í Suðuroy at fella. Suðurstreymur Suðurstreymur hevði lægri fólka­ vøkstur enn restin av landinum frá 1769 til 1880. Hesa tíðina mentist landbúnaðurin og útróðurin kring landið. Fram ímóti aldarskiftinum hækkar fólkavøksturin í Suður­ streymi nógv. Fleiri fiskiskip vóru heimahoyrandi í høvuðsstaðnum, og nógv virksemi knýtt at fiski­ vinnuni tekur seg upp í býn­ um. Harumframt leggjast nógv arbeiðspláss afturat inn­an tænastuvinnuna, handil og fyri­ siting. Eftir seinna heims­bar­ daga, veksur fólkatalið í Suður­ streymi við rúkandi ferð; serliga í tíðarskeiðnum frá 1955 til 1966 tá ið vøksturin er heili 4% um árið. Vaksandi partur av fólkinum tekur útbúgving og nógv ynskja at búseta seg í býunum, har ið møguleikarnir fyri góðum størv­ um eru størstir. Samanumtikið hevur Suður­ streym­ur havt nógv stórri fólka­ vøkstur enn restin av landinum síðani 1945. Urbanisering At fólkavøksturin er størstur í miðstaðarøkinum er ikki ser­ føroyskt. Urbanisering ella býar­ gerð er eitt heimsumfatandi fyri­brygdi, har fólk flyta úr útjarð­ anum til býinar – og í nógvum londum, serliga í Vesturevuropa sæst ein týðulig miðsavanan. ST metur, at í 2050 fara áleið 68% av heimsum íbúgvum at búgva í urbanøkjum ímót 55% í dag og 41% í 2000. Klassiskar grund­ir til urbanisering eru m.a. at stór ídnaðarvirkir taka seg fram, og at privata og almenna tæn­astu­ vinnan, miðfyrisitingin, sam­ ferðsla og heilsutænastur økjast. Sam­stundis økir tøkniligur fram­ burður effektivitetin innan land­ búnað, fiskivinnu og aðra prim­ ervinnu, og hesar vinnur, sum fyrr vóru álitið úti um landið, eftirspyrja alsamt færri starvs­ fólk. Í summun londum verða tiltøk sett í verk fyri at tálma mið­savnan. Í Norra verða stuðul og aðrir fíggjarligir fyrimunir givn­ir virkjum og fólki í norðastu fylkjum, í Danmark hevur man flutt almenn arbeiðspláss út til provinsina og í flestu londum verð­ur vegasamband og annar inn­frastrukturur útbygt. Møgu­ liga kunnu hesi átøk leingja prosessina, men hagtøl fyri fólka­ flytingar kring heimin vísa, at stórbýirnar halda áfram at vaksa meðan útjaðarin minkar. Framtíðin Sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni vísa framrokningar, at fólkavøksturin í Føroyum einans veður 0,08% um árið næstu 30 árini. Framrokningarnar vísa harumframt, at fólkavøksturin í høvuðsstaðnum verður 0,25% um árið, meðan fólkatalið í økjunum uttan fyri høvuðsstaðin minkar 0,05% árliga. Sostatt vísir framrokningin, at miðsavnanin heldur áfram, og hetta er eisini í trá við ávurnevndu metingarnar hjá ST um gongdina úti í heimi. Talva 2 vísur, at økini sunn­an­ fjørðs hava ávísar demografiskar av­bjóðingar. Miðalaldurin hjá fólki á Sandoynni og í Suður­ oynni er 3-4 ár hægri enn miðal­ aldurin í Føroyum, og hesi øki hava lutfalsliga nogv eldri fólk; á Sandoynni eru t.d.24,6% av fólkinum 65 ár ella eldri. Somuleiðis sæst, at kvinnur í aldrinum frá 18 og 64 ár eru undirumboðaðar á Sandoynni og í Suðri; har eru ávikavist 24,1% og 25,4% í hesum bólki samanborði við heili 28,4% í Suðurstreymi. Okkurt bendir eisini á, at inntøkumøguleikarnir sunnan­ fjørðs eru skerdir. Seinastu 12 mánaðarnar var A-inntøka pr. íbúgva undir 150.000 kr. sunnan­ fjørðs í mun til umleið 190.000 kr. í Suðurstreymi, Eysturoy og Norðoyggjum. Hvussu fólkavøksturin í ym­ isku økjunum í Føroyum verð­ ur frameftir, er ilt at meta um, men sambært framrokning úr hagtalsgrunninum, vil mið­stað­ arøkið framhaldandi vaksa, meðan fólkatalið uttan fyri høvuðstaðin undir einum fer at minka. Um fyrr nevndi spádómurin hjá ST eisini verður galdandi fyri Før­oyar, fer fólkatalið í útjað­ar­an­um at minka upp­aftur skjótari enn fram­rokn­ ingar úr hag­tals­grunn­in­um benda á. Spurningurin er, um komandi undir­sjóvartunlar kunnu ávirka búsetingina uttan fyri høvuðs­ staðin. Nærliggjandi er, at Eyst­ ur­oyggin, sum higartil hevur havt sama fólkavøkstur sum Før­oyar sum heild, fær ein hægri vøkstur, tí har eru nógv vinnulig ar­beiðs­ pláss, og pendlara­frá­støð­an til høv­uðsstaðin minkar mun­andi. Tað er ikki óhugsandi, at fólka­talið í Sand­oynni fer at stabilisera seg ella at vaksa eitt vet fyrstu árini eftir at fast samband er komið til meginøkið. Verður Sandoyggin samanborin við Norðstreym, ið hevur áleið somu frástøðu til høvuðsstaðin, er ikki óhugsandi, at fólkavøksturin í Sandoynni, sum frálíður, verður sera avmarkaður ella fer at minka aftur. Verður fólkavøksturin í Før­ oyum eins avmarkaður og framrokningin úr hagtals­grunn­ in­um bendir á, má roknast við, at fólkatalið í Norðoyggum, Norð­ streymi og Vágunum fer at minka næstu nógvi árini. Suðuroyggin, ið hevur longstu fjarðstøðu til meginøkið, hevur seinastu mongu árini havt stóra afturgongd í fólkatalinum, og roknast má við, at hendan gongdin heldur á fram. Ein undirsjóartunnul til hetta økið fer neyvan at broyta gongdina, tí fjarstøðan verður framhaldandi ov long fyri tey flestu. Raðfesting Um nakað skal gerast fyri at tálma urbaniseringini er ein politiskur spurningur og raðfesting. Í útjarðanum eru tey sum vera man ørkymlað um gongdina í fólkatalinum. Økini koma í eina ónda ringrás, har áhugin at seta búgv ella at gera íløgur minkar, og tað kann hava bæði búskaparlig og sosial árin, við minkandi inn­ tøku- og fíggjarmøguleikum og vesn­andi trivnaði. Tey ynskja, at tað almanna økir virksemið, útbyggir samferslukervið og stimbrar búseting og vinnuligum virksemi úti um landið. Onnur halda hinvegin, at neyð­ ugt verður at miðsavna fyri at effektivisera almenna raksturin. Avmarkað fíggjarlig orka gevur tí almenna stórar avbjóðingar, tí hópin av ressursukrevjandi upp­ gávum eru at røkja, samstundis sum nógvir samfelagsstættir tvørt­ur um landið ynskja hægri tæn­astustøði og uppaftur onnur ynskja skattalætta. Óansæð raðfesting er um­ ráðandi, at landskassin hevur fíggj­arligt haldføri, og at íløgurnar eru burðardyggar. Tað hevur víst seg, at tá ið kreppur hava verið í Før­oyum, t.d. í 1950’unum og fyrst í 1990’umum, er fólkatalið minka ser­liga nógv í útjarðanum. Keldur: Rolf Guttesen, Sendingsgods fra Færøerne 1805-1855, Fróðskaparrit 2014 Erling Isholm, Tá ið Amtmaðurin fór at keypa eplir. Fróðskaparrit 2014 Bergur í Garði, En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831, 1984 Tvøroyrar Býráð, Tvøroyri 150 ár. Bóklingur 1986, Poul Andreasen, Brot úr Vágs søgu við serligum denti á eldru kommunusøguna, 2017 Dennis Holm, Demografisk lýsing av Suðuroy 2007, Granskingardepilin fyri Økismenning UN, World Urbanization, Prospects 2018 Hans Pauli Strøm, Demografisk menning í Føroyum síðstu 300 árini, Hagstova Føroya 2015 Erlendur Patursson, Fólkaflyting úr Føroyum, 1942 Talva 2, Fólkatal, miðalaldur, fólkasamanseting og A-inntøka. Kelda: Hagstova Føroya og útrokningar úr hagtalsgrunninum. Talva 3, Fólkatal í Føroyum, 1769 til 2019