mánadagur 26. august 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
TÍÐINDI
Nýggi vestmannaprestur, Maria Summers við Skipá, er uppvaksin í
hvítusunnusamkomu. – Tað er eitt skifti at fara yvir til fólkakirkjuna,
men eg haldi tó ikki, at tað er so nógv øðrvísi kortini. Vit hava
tann sama Gud, sigur 28 ára gamla havnarkonan
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Maria Summers við Skipá hevur ikki
sum flestu aðrir prestar í Føroyum,
eina bakgrund í fólkakirkjuni. Hon er
vaksin upp í Evangeliuhúsinum í Havn,
sum nú hevur fingið navnið City
Church.
Har hevur hon gingið í sunnudags
skúla, og sum ung var hon partur av
lovsangsbólkinum í hvítusunnusam
komuni.
Men nú skal Maria Summers við
Skipá hava ein heilt annan leiklut. Hon
skal nevniliga vera andaligur hirði í
Vestmanna, Kvívík og Kollafirði.
– Tað hevur verið ein natúrlig gongd
tey seinastu árini. Eg eri farin meira og
meira tann vegin, at gerast prestur.
Lesnaðurin er skipaður nógv tann
vegin, og áhugin er eisini farin tann
vegin, sigur Maria Summers við Skipá.
Kenni meg ikki avmarkaða
Í mun til í eini hvítusunnusamkomu so
eru fleiri ritual, niðurskrivaðar bønir
og fastir karmar í fólkakirkjuni, sum
prestar skulu halda seg til. Hvítusunnu
samkomur hava hinvegin meira fríari
karmar og leggja stóran dent á heilaga
andan.
– Millum annað karmarnir, sálmar
nir og tónleikurin eru eitt sindur ym
iskir. Um ein til dømis ynskir at hava
friðarligar sálmar, so fær ein tað í
kirkjuni, men um ein ynskir fríari
karmar, so fær ein tað í eini fríkirkju.
Mær dámar bæði, sigur Maria Summers
við Skipá.
Hon heldur tó ikki, at tað er nakað
heilt annað, nú hon gerst prestur í
fólkakirkjuni.
– Eg kenni meg ikki avmarkaða, nú
eg skal vera prestur í fólkakirkjuni.
Eitt, ið eg leggi dent á, er bøn. Tað eru
nógvar góðar formuleraðar bønir í
ritualinum í fólkakirkjuni, men tað ber
eisini til hjá einum presti at formulera
egnar bønir, og tað vænti eg eisini, at eg
fari at gera, sigur Maria Summers við
Skipá.
Átrúni kveiktur í miðnámi
Áhugin fyri gudfrøði kyknaði, tá ið
Maria Summers við Skipá gekk á
miðnámi.
– Eg helt, at átrúnaður var áhugavert.
Bæði at læra um okkara egna átrúnað,
men eisini at læra um aðrar átrúnaðir,
millum annað buddismu og hinduismu,
sigur nýggi vestmannaprestur.
Hon leggur tó dent á, at andaliga
ávirkanin heimanífrá eisini hevur havt
týdning.
Hjálpararbeiði í Gana
Eftir miðnám valdi Maria Summers við
Skipá at hava eitt ár frí frá lestri. Hon
fór at arbeiða í handli, og so fór hon
saman við tveimum vinkonum í tveir
mánaðir til Gana at gera hjálpararbeiði.
– Vit vistu um ein føroying, ið var í
Gana, Jónhild Dunya, sum er gift við
einum út Gana. Vit hjálptu til við
ymiskum hjálpararbeiði, tey høvdu
har. Tað var læruríkt at vera har, og eg
haldi, at eyguni vórðu latin upp fyri,
hvussu fólk hava tað aðrastaðni úti í
heimi. Vit upplivdu eisini, at fólkini í
Gana vóru sera gestablíð, sigur Maria
Summers við Skipá.
Starvsvenjing í Havnar kirkju
Maria Summers við Skipá fór til Keyp
mannahavnar at lesa gudfrøði, har hon
las á lærda háskúlanum. Fyrst fýra eitt
hálvt ár bachelor og síðani tvey ár
kandidatlesnaður.
– Eg visti ikki beinanvegin, um eg
skuldi gerast prestur. Men longri eg
kom í lesnaðinum og eg hoyrdi frá øðr
um, so vaks áhugin fyri at gerast prest
ur, sigur Maria Summers við Skipá.
Hon var tvær ferðir í starvsvenjing,
báðu ferðirnar hjá Ann Dahl Hansen í
Havnar kirkju.
– Tá slapp eg at royna, hvussu tað er
at vera prestur. Eg var við til dópssam
talur og til sálarrøktarsamrøður. Eg
prædikaði í Nólsoy og hevði eisini
gudstænastu í Havnar kirkju saman
við Una Næs. Eg hevði eisini ellisheims
gudstænastur. Tað var sera áhugavert
at royna prestastarvið, sigur Maria
Summers við Skipá.
– Tá ið eg kom til endan á lesnaðin
um, helt eg, at eg skuldi fara presta
vegin, sigur Maria Summers við Skipá.
Starv í Vestamanna
Eina viku eftir, at hon hevði tikið past
oral, sum øll, skulu vera prestar, skulu
hava, fekk hon starv í Norðurstreym
oyar vestara prestagjaldi.
– Tað verður spennandi at koma til
Vestmanna. Eg havi ikki verið so nógv í
Vestmanna fyrr, men eg kenni nógvar
vestmenningar, ið búgva í Havn. Nú
havi eg verið nakrar ferðir og heilsa
upp á fólk í Vestmanna, og eg gleði meg
til veruliga at byrja í arbeiðinum, sigur
Maria Summers við Skipá.
Bæði hon og maðurin, Tummas við
Skipá, eru úr Havn.
– Vit gleða okkum nógv at koma til
Vestmanna at búgva, sigur Maria
Summers við Skipá.
Í løtuni verða nakrar umvælingar
gjørdar í prestagarðinum í Vestmanna,
men væntandi flyta tey inn í desember.
Nú í fyrstuni koyra tey ímillum.
Maria Summers við Skipá prædikaði í Vestmanna kirkju til innsetingargudstænastuna í gjárkvøldið.
Mynd: Jens Kristian Vang
ÚR CITY CHURCH
TIL PREST Í
FÓLKAKIRKJUNI