mánadagur 26. august 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
TÍÐINDI
Vor Frue Kirke og Hillsong
Undir gudfrøðilestrinum var Maria
Summers við Skipá virkin í náttarkirkj
uni í Vor Frue kirke í Keypmannahavn,
sum vanliga var fríggjakvøld.
Undir lestrinum kom hon eisini í
Hillsong samkomuna í Keypmanna
havn, sum er ein altjóða samkoma, sum
millum annað er kend fyri nógvan tón
leik.
Maria Summers við Skipá var við í
einum toymi, sum fekst við at leggja
myndir út á heimasíðuna.
Støðan hjá kvinnuni í kirkjuni
Undir lestrinum skrivaði Maria Summ
ers við Skipá bachelor og kandidat
uppgávu, sum báðar vóru um støðuna
hjá kvinnuni.
– Fyrra uppgávan var út frá 1. Timo
teusarbrævi kapitli 1 vers 8-15, har
Paulus hevur áminningar til konurnar,
millum annað har Paulus ikki gevur
kvinnu loyvi at vera lærari. Eg kannaði
nærri, hvussu støðan var hjá kvinnuni
í samtíðini, og um tað var í tráð við
praksis um tær tosaðu ov nógv, sigur
Maria Summers við Skipá.
– Í seinnu uppgávuni kannaði eg,
hvussu støðan var í 1946 til 1948 í
donsku fólkakirkjuni, tá ið fyrstu
kvinnuligu prestarnir byrjaðu í kirkj
uni. Eg royndi at seta meg inn í støð
una, og læs nógvar greinar og lesara
brøv, ið vórðu skrivað tá. Eg royndi at
seta meg inn í grundgevingarnar fyri
og móti. Hetta er eitt kjak, ið enn er
frammi, og tí er eisini týðandi at seta
meg inn í tað, sigur Maria Summers við
Skipá.
Siðvenjur og egið dám
Nú Maria Summers við Skipá skal
byrja sum prestur, ynskir hon at fáa
gott samband við fólkið í sóknini.
– Kirkjuráðini í Vestmanna, Kvívík
og Kollafirði hava sýnt mær stórt álit
at kalla meg í tænastu. Eg ynski at seta
meg inn í siðvenjunnar á teimum ym
isku støðunum, og eisini at fáa gott
samstarv við tey, sigur Maria Summers
við Skipá.
Hvussu hon fer at mynda kirkjuar
beiði í sóknini í framtíðini, hevur hon
ikki enn so nógv at siga um.
– Eg ynski at seta dám á arbeiðið,
men eg veit ikki enn, hvussu tað verður,
sigur Maria Summers við Skipá.
Um prædikurnar sigur hon.
– Eg ynski í prædikunum at taka
støði í bíbliutekstinum, men so eisini
at seta tað í samband við gerandisdagin
hjá fólki, so at tað er viðkomandi, sigur
Maria Summers við Skipá.
Um gudfrøðiligu linjuna sigur nýggi
presturin.
– Gudfrøðiliga eri eg nokk eitt sindur
liberal. Eg havi til dømis ikki nakran
trupulleika við at gifta uppaftur, sigur
Maria Summers við Skipá.
Prestvígsla
og innseting
í Vestmanna
Í gjár varð Maria Summers við Skipá
prestvígd í dómkirkjuni í Havn, og í
gjárkvøldið varð hon innsett sum
prestur í Norðstreymoyar vestara
prestagjaldi við bústaði í Vestmanna
Tað
var
Jógvan
Fríðriksson,
bispur, ið hevði prestavígsluna í
dómkirkjuni. Flestu av prestunum í
landinum vóru við umfram nógv
onnur.
Innsetanin
var
í
Vestmanna
kirkju í kvøld, og hana hevði Uni
Næs, dómpróstur. Maria Summers
við Skipá hevði prædikuna. Eftir
innsetingargudstænastuna
varð
boðið til kalt borð í missiónshúsinum.
Maria Summers við Skipá hevur
lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn. Hon varð liðug í
januar í ár, og í vár hevur hon verið á
pastoralseminarium. Hon er 28 ára
gomul og verður sostatt yngsti nú
verandi prestur í landinum.
Maria Summers við Skipá verður
prestur í Norðstreymoyar vestara
prestagjaldi
við
bústaði
í
Vestmanna. Hon byrjar í starvinum
1. september.
Tríggjar kirkjur eru í prestagjald
inum, nevniliga tær í Vestmanna,
Kvívík og Kollafirði. Harumframt er
røktarheim í Vestmanna og sambýli
í Kollafirði, har prestur eisini skal
virka.
Í Norðstreymoyar vestara presta
gjaldi eru nú tveir prestar. Umframt
Mariu Summers við Skipá, er Maria
Jørðdal Niclasen eisini prestur í
prestagjaldinum. Hon býr í presta
garðinum í Kvívík.