Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 TÍÐINDI Føroyski úrmælingurin er nú hin mest vinnandi e-sportsleikarin nakrantíð, og hann hevur so væl og virðiliga skrivað seg í søgubøkurnar saman við liði sínum "OG" Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Sunnudagin skrivaði 25 ára gamli Jóhan Sundstein søgu saman við liðfeløgum sínum í liðnum "OG". Teir fimm ungu menninir endurvunnu heims­ meistaraheitið í strategiska teldu­spælinum, Dota 2, nú teir vunnu risastóru kappingina "The International". Umframt æruna so fylgdu heili 104 milliónir krónur við í vinninginum. Hesar millión­ir­ n­ar skulu Jóhan Sundstein og hinir fýra býta millum sín. Føroyskur dani Jóhan Sundstein hevur mammu úr Klaksvík og pápa úr Havn, og hann býr í dag í Keypmannahavn. Hóast hann ongantíð hevur búð í Føroyum, so hevur hann verið her nógv sum yngri. Sjálvur plagar hann at lýsa seg sum ein dana, sum eisini er føroyingur. Føroyska heimsstjørnan hev­ur spælt spøl frá barns­ beini av, og hevur seinastu nógvu árini í livað av at spæla Dota 2. Jóhan og restin av "OG" hava langt síðani sligið sítt navn fast í e-sport heiminum, og allir fimm leikararnir hava sannan hetju-status millum teir nógvu hundraðtúsund fjepp­ararnar. Endurvunnu heitið Ein stórhøll í kinesiska stór­bý­ num Shanghei var karmur um The International 2019 kapp­ ing­ina sunnudagin. Spælt varð um tilsamans 229 milliónir, sum skuldu býtast millum tey bestu liðini í kappingini. Líkindini fyri at "OG" fór at endurtaka súksessina frá í fjør vóru lutfalsliga stór. Teir vóru greiðir favorittar, áðrenn final­ an móti "Team Liquid" varð skot­in í gongd. "OG" við Jóhan Sund­stein sum liðskipara gjørdu bart og vunnu 3-1 og fóru harvið heim við 104 milli­ ón­um krónum. Við sigrinum sunnudagin bleiv "OG" tað fyrsta liðið, sum hevur vunnið meistaraheitið tvær ferðir á rað, og hetta er í e-sportheiminum at rokna sum eitt søguliga imponerandi avrik. "OG" vunnu nevniliga móti øllum líkindum eisini "The International" í fjør, og tá var vinningurin aljóðandi 72 milliónir krónur. - Hetta er óveruligt Finalan sunnudagin varð stroymað beinleiðis, og teir im­poneraðu vertirnir fingu orðið á føroyingin, beint áðrenn vinn­ingurin varð handaður. - Hetta er ringt at trúgva uppá. Tað er púra óveruligt. Tað følist nakað so gott, segði Jóhan Sundstein, tá verturin bað hann lýsa sínar kenslur. - Takk til øll, sum gjørdu hetta møguligt. Hetta er ein dreym­ur, og eg eri eftir øllum at døma eitt djór, segði Jóhan skemtandi og sipaði til allar reak­tiónirnar hjá fólki um hans­ara meistarliga avrik í finalu­dystinum. Mest vinnandi nakrantíð Føroyingurin er ein verulig heims­stjørna, og hann kann nú erpa sær við at vera hin mest vinnandi e-sports­stjørn­ an nakrantíð. Sigurin sunnudagin hevði nevni­liga við sær, at Jóhan "N0tail" Sundstein yvirhálaði Kuro "KuroKy" Takhasomi frá Team Liquid á listanum yvir teir e-sportsleikarar, sum hava tjent flestar pengar í hesari ítrótta­greinini. Hansara partur av vinninginum lá á knøppum 21 milliónum krónum, og hetta tryggjar Jóhan Sunstein fyrsta­ plássið á fína listanum. Til­ samans hevur føroyski yrkis­ geymarin vunnið nakað yvir 46 milliónir í kappingum sein­ astu árini, sambært síðuni esportsearnings.com. Dota 2 er eitt ókeypis online strategispæl, sum loyvir fleiri spælarum at dystast við og ímóti hvørjum frá hvør sínum enda av ban­an­ um. Tað mest vanliga er at spæla fimm ímóti fimm, har allir spælararnir stýra hvør sínari “hetju”, sum hevur ser­merktar eginleikar. Høv­ uðs­endamálið er at oyði­ leggja herstøðina hjá mót­ støðu­liðnum, og í royndini uppá tað snýr spælið seg í stóran mun um taktikk, vit­ an og planlegging í takt við at hetjurnar hjá spæl­ar­un­ um mennast alt eftir, hvussu væl mann klárar seg. Dota 2 er eitt nýment spæl av tí gamla DotA, var ein bani í strategispælinum Warcraft 3 frá 2003. Dota 2 kom út í 2013. Kappingin um heims­ meist­araheitið í Dota 2, The International, er vaksin sera nógv seinastu átta árini, kapp­ingin hevur verið til. 18 lið kappast, og hvørt einasta lið fær eina stóra pen­inga­ upp­hædd fyri at luttaka. Har hava altíð verið fleiri milli­ónir uppá spæl, men ong­antíð so nógvar, sum í ár. Í ár varð tilsamans spælt um góðar 229 milliónir krón­ ir, harav vinnarin (OG) fekk 104 milliónir krónur. Jóhan Sundstein og liðfelagarnir vunnu 104 milliónir Dota 2 – soleiðis fyrigongur tað "OG" eru heimsmeistarar í Dota 2: √Jóhan "N0tail" Sundstein fremstur í miðjuni saman við liðnum OG (Mynd: ALY SONG © Scanpix) "N0tail" er geymaranavnið hjá Jóhan Sundstein, og hetta er navnið, flest fólk kenna hann sum