Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 TÍÐINDI So at siga allir flokkar hava gjørt valskráir, sum siga hvat flokkarnir vilja gera í komandi valskeiði Árni Gregersen Teir níggju flokkarnir, sum stilla upp til valið leygardagin, hava allir eina valskrá, har teir stinga út í kortið hvørjar ætl­ anir teir hava fyri politikki kom­andi fýra árini. Sjálvt um valskráirnar eru gjørd­ar fyri teir einstøku flokk­arnar, so vísir tað seg mang­an, at flokkarnir mugu víkja eitt sindur frá egnum ætl­anum, skulu teir gerast part­ur av einari samgongu. Her fara vit at hyggja at skránni hjá nøkrum av flokk­ un­um. FÓLKAFLOKKURIN Fólkaflokkurin hevur bok­stav­ in A og er ein konservativur borg­arligur flokkur. Hann hev­ ur vanliga sagt, at vit skulu taka okkum meira og meira sjálv­ræði og gerast minni heft at Danmark. Í ar hava teir sett familjuna og vinnuna fremst. Valskráin legg­ur dent á at gera tað livi­lig­ ari hjá føroysku familjun og vinn­an skal hava tryggar og var­andi karmar fyri fram­hald­ andi at hava búskaparvøkstur. Fyri at tryggja vælferðina eig­ ur búskapurin at vaksa skjót­ ari enn tað almenna. Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág- og miðal­ lønt­um lækkast, og avgjøld skulu mink­ast ella avtakast. Um fiskivinnuna sigur flokk­urin millum annað, at tey vilja fremja eina fiski­vinnu­ skip­an, sum aftur gevur vinn­ uni tryggar og varandi karmar. Tey vilja, at fiskiloyvini skulu hava minst 12 ára upp­ sagnartíð. Tey vilja, at uppboðssøla av fiskirættindum verður avtikin. SAMBANDSFLOKKURIN Sambandsflokkurin er ein samríkisflokkur, sum tó fegin vil nýmótansgera viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Til hetta valið strendur viðgerðartrygd ovast á breddanum. Ongin skal bíða meira enn 30 dagar eftir at koma í viðgerð og likam og sál­ ar­heilsa skal javnstillast. Allir føroyingar skulu hava eitt danskt CPR nummar og vit skulu hava fleiri serlæknar. Flokkurin sigur, at fokus­øk­ ini komandi árini eru vælferð, altjóða samstarv og búskapar­ menning. Flokkurin sigur eis­ ini, at vit eiga at vera ávegis til eitt samfelag í serflokki í 2030. JAVNAÐARFLOKKURIN Javnaðarflokkurin hevur sein­ astu fýra árini sitið við leiðsl­ uni í samgonguni millum Tjóð­ veldi, Framsókn og Javn­að­ar­- flokkin. Javnaðarflokkurin er ein sam­ríkisflokkur. Flokkurin hevur sjálvandi eisini eina drúgva valskrá, men í 12 punkrum sær hon soleiðis út: 1. Ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk 2. Álítandi almanna- og heilsuverk 3. Bústaðarmøguleikar til øll 4. Styttri arbeiðsviku 5. Heimsins besta barnaland 6. Skattaminking til pensjonistar og láglønt 7. Umhvørvisátøk sum muna 8. Vitan og hollar hendur 9. Samband við umheimin 10. Vinnu fyri alt fólkið 11. Alt landið 12. Betri karmar til mentan og list SJÁLVSTÝRI Sjálvstýri hevur gjøgnum mong ár sagt, at flokkurin arbeiðir fram móti loysingini, men ger tað stig fyri stig. Tað vil siga, at vit taka loysing, tá ið vit eru til reiðar til tess búskaparliga og á annan hátt. Flokkurin sigur í valskránni, at tey fara at seta sjóneykuna á fylgjandi mál komandi fýra árini: VALSKRÁIRNAR V FLOKKARNIR VILJ