mánadagur 26. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
TÍÐINDI
Miklagarður skal
dagførast – steingir
í fýra vikur
Komandi leygardag
31. august letur
ein av størstu mat
vøruhandlunum í
høvuðsstaðnum
dyrnar aftur fyri
umvælingum
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Teir havnarborgarar, ið vanliga
keypa inn í Miklagarði, mugu
leita sær eftir einum nýggju
matvøruhandli í september. Tí
tá stóri matvøruhandilin í
SMS letur dyrnar aftur leygar
dagin, verða tær stongdar fyri
viðskiftafólkum
tær
næstu
fýra vikurnar.
Orsøkin er, at handilin kom
andi vikurnar skal dagførast
og tí er neyðugt at steingja
hann. Niels Mortensen, stjóri í
Miklagarði, upplýsir fyri Miðla
húsinum, at talan verður um
eina stóra umbygging.
- Tað eru trettan ár síðan, at
Miklagarður síðst bleiv dag
førdur, so nú føla vit, at hand
ilin trongir til tí stóru umbygg
ingina aftur. Har verður alt
skift út og næstan einki verður
eftir av tí, ið er í handlinum í
dag, sigur Niels Mortensen,
stjóri í Miklagarði.
Trettan ár er long tíð í einari
vinnu, ið er merkt av, at mat
vanar hjá brúkarum broytast
so líðandi. Kundarnir kunnu
eisini væntað, at nýggi Mikla
garður fer at endurspegla
broyttu matvanarnir hjá før
oyingum síðan seinastu um
bygging.
- Tað verður ein super mod
ernaður matvøruhandil á al
tjóða støði, ið letur upp aftur í
september. Vit hava nýggjar
vørubólkar, frukt og grønt fær
ein størri leiklut í handlinum
og økologi og veganmatur fær
betri betri rúm í handlinum,
sigur Niels Mortensen.
Tá ein stórur matvøruhandil
steingir í nakrar vikur fer tað
sjálvandi at leggja eitt ávíst
trýst á hinar matvøruhandlar
nar í býnum, tá hundraðtals
kundar skulu finna ein nýggja
handil at keypa inn í. Tað eru
tey eisini greið yvir í samtakin
um, og tí verða fleiri vørur
koyrdar út í hinar matvøru
handlarnar hjá samtakinum.
- Hesa tíðina verður meira
kjøt og annað koyrt út til
Bónus handlarnar í Havn, so at
kundarnir
framhaldandi
kunnu fáa fatur á vørum, með
an Miklagarður verður um
vældur, sigur Niels Mortensen.
Eftir ætlan verður Mikla
garður stongdur í fýra vikur,
meðan arbeitt verður við at
umvæla og dagføra hann.
Bjargaðu manni úr fjøllunum
í Hvalba í gjárkvøldið
Í gjárkvøldið mátti bjargingarfelagið í
Suðuroyar Norðaru helvt til verka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um hálvgum ellivu tíðina í
gjárkvøldið varð ringt til Suð
uroyar Norðara Bjargingar
felagið, tí tey vóru bangin um
ein mann, sum ikki var komin
aftur íaftur. Tað var ein maður,
sum var farin á Prestfjall eftir
nátungum, men um kvøldið
fekk hann samband við fólk
hann kendi, og tá boðaði hann
frá, at hann var so illa fyri, at
hann vann ikki upp vegin aft
ur.
Tey mistu síðani sambandið
við hann aftur og boð vórðu
send eftir bjargingarfelagnum.
Claus Olsen, formaður í
Bjargingarfelagnum, sigur, at
tað gekk eisini nakað av tíð,
áðrenn tey fingu samband við
hann á telefonini, men tá ið
tað so eydnaðist, vóru tey ikki
so langt frá honum, so tað varð
skjótt, at tey funnu hann.
Tá hevði hann staðið í ein
um bratta og neyðhildið sær
og Claus Olsen heldur, at hann
hevur staðið í fleiri tímar.
Sostatt var hann rættiliga illa
fyri og tað var ikki hugsingur
um at leiða hann oman til
gongu.
Tískil fingu tey børu til
hann og bóru hann so oman
aftur og tey fingu hann síðani
til húsar aftur.
Tað var heppið at vit funnu
hann so skjótt, tí hann segði
frá rættiligum grimdarregni í
nátt, sigur formaðurin í bjarg
ingarfelagnum.
Mynd: Thorstein Thomsen