Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 KJAK Búskapargrunnur Heri Mohr Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði virkandi lands­stýris­ limur við fíggjarmálum, Krist­ ina Háfoss, í Vágaportalinum, at Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin í 2011-2015 høvdu tømt Búskapargrunnin. Uttan tó at hon upplýsti nakað um nevnda grunn. Hans­ara virksemi og fíggjar­ megi. Av hesi orsøk loyvir undir­ ritaði sær at upplýsa eitt sindur um landskassans grunn­ar, sum undirritaði um­ sat í 37 ár. Ta ið heimastýrislógin fór at virka í 1948, fór Løgtingið so at siga frá fyrsta degi at stovna búskapargrunnar, oyra­merkt­ ar til ávís endamál. Væl varð ansað eftir, at løgtingsjáttanir til slíkar grunnar vórðu goymd­ar á banka- og spari­ kassa­bókum. Tá ið so enda­ málið við slíkum grunnum skuldi gerast veruleiki, vóru upp­hæddir, oyramerktar til enda­málini, tøkar. Við løgtingslóg frá 27. mars 1992 vórðu landskassagrunnar – um 100 í tali – niðurlagdir. Eisini eitt nú Oljugrunnurin, sum varð veruleiki í 1986. Tey 4 árini, Oljugrunnurin virkaði, hevði hann inntøkur upp á 425 milliónir. Til sammetingar kann nevnast, at Íleggingar­ grunn­urin fyri Føroyar hevði stovns­fæ upp á 140 milliónir. Um nú Oljugrunninum varð lív lagað og hansara umsiting varð eins skilagóð sum um­ sitingin av Íleggingar­grunn­in­ um fyri Føroyar, mugu fólk við vanligum viti og skili ræðast, hvussu skila- og høvuleyst al­ mennur peningur varð um­sit­ in á tí politiska økinum. Meg­ in­umsitingin virkaði í mjørka – mest sum í ørviti – í 1985- 1991. Aftur til Búskapargrunnin hjá Kristinu Háfoss. Løgtingslóg nr. 82 um Bú­ skapargrunn Føroya varð sett í gildi við undirskrift løgmans, Kaj Leo Johannesen, 7. juni 2011.(!) Sambært somu lóg umsitur Landsbanki Føroya Búskap­ar­ grunnin. Við tí í huga er tað sjálvsagt, at Kristina Háfoss, nú upp­ undir val, greiðir Føroya fólki frá, hvussu Føroya landsstýri ”tømdi Búskapargrunnin í 2011-2015.” Hvat hava Vágarnar gjørt Fólkaflokkinum Frank Davidsen Koyri dagliga í millum Sørvág, Miðvág og Sandavág. At síggja Jóhannu Katrinu koma skúm­ andi gjøgnum Vágafjørð, sam­ stundis sum fjøld av útróðr­ arbátum liggja við Snarfrost og avreiða, er ein sjón, ið ikki hevur verið at sjá í áratíggjur. Tí var tað sera kensluborið og hugaligt, tá synirnir hjá Jósup Henriksen sála, saman við brøðrunum Árna og Hjarn­ar Dalsgaard úr Skálavík tóku lógvatak saman, og stovn­aðu eitt felag, til at skapa fram­burð í Vágum. Snarfrost, ið hevði staðið og forfalli, var sett í stand, samstundis sum teirra felag Kinnfelli keypti stási­liga uppisjóarskipið Jó­ hanna Katrina. Áðrenn tað áttu og róku beiggjarnir Jó­ hannus, Tummas, og Bárður djúpvatnstrolarnar Brestir og Vesturleika. Men mótstøðan var stór frá teimum aktørum, sum høvdu umsitið uppisjóvar- og bar­ ents­havskvotuna. Sjálvt um verandi aktørar fram­vegis høvdu 85 prosent av hesum kvotum, so løgdu teir so stórt trýst á Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, at Katrin Jóhanna nærum glapp eigar­ un­um av hendið. Men tann allarstørsta mót­ støð­an kom frá formanni Fólka­floksins og øllum umboð­ um floksins. Tað sveið hjá Vága­fólki, at ein av teirra egnu hótti við, at menningar­kvot­ur­ nar eins og øll fiskivinnu­skip­ an­in skuldi rullast aftur. So­ statt stuðlaði Fólka­floks­for­- maðurin 100 pro­sent teimum gomlu aktør­un­um, tí har stóð flokkur hansara so sterkur, at hansara politiski loyalitetur ímóti Vágoynni mátti víkja. Soleiðis tók hann undir við teimum, ið vildu hava 100 pro­ sent av uppsjóvar- og barents­ havkvotuni aftur. Helst hevur hann hugsað, at atkvøðurnar úr Vágum fekk hann allíkavæl. Annars ganga søgur, at advokaturin Christian Andrea­ sen er løgmansevni floksins hjá fólkfloksfelagnum í Havn. For­maður felagsins í Havn legði fyri fyrr í summar við ” Vit skulu vinna Havnina aft­ ur.” Christian Andreasen er advok­atur hjá gomlum aktør­ um, so har er als eingin ivi um, at gerst hann formaður í Fólka­flokkinum, og flokkurin vinn­ur valið, so situr hann sum samgonguleiðari. Men um tað gerst veruleiki, er tað ikki sørt tragikomiskt. Hann hevur vegnað ein av teim­um gomlu aktørunum lagt sak ímóti Føroya Lands­ stýri, tí hesin ikki vildi góðtaka, at teir skulu missa 15 prosent av fólksins ogn. Men hvat hendir nú, um hes­in sera snildi advokaturin gerst samgonguleiðari, og komandi løgmaður. Er hann ikki tá í ynskistøðu hjá teim­ um, ið gera krav uppá, at teir eiga fólksins ogn, til teir einaferð selja hesi rættindi, tá teir finna tað fyri gott. Vit hava jú sæð tað fyrr, tá ið Vesturvón og Krúnborg vóru seldir. Tá vóru tað kvot­ urnar hjá hesum skipum, sum høvdu fleiri ferðir so stórt virði sum sjálvt skipið. So teir gomlu aktørarnir kunna gleða seg til, at tað verður teirra advokatur, ið kemur at sita í Tinganesi sum løgmaður. Framtíðin eins og lagnan hjá Snarfrost og Katrin Jó­ hannu verður avgerðandi fyri, um Fólkaflokkurin kemur at skipa samgongu ella ei. Tí skal mín áheitan verða, at Vágafolk seta teirra kross við valevni Javnaðarfloksins – Jóhannis Joensen. Ein og hvør atkvøða, ið verður latin til onnur valevni á Javnað­ar­list­ an­um, hevur tað við sær, at møgu­leikarnir hjá Jóhannis ger­ast verri. Tað kann snúgva seg um eina ella tvær atkvøður, tá upptalt verður. Tí er tað heilt og aldeilis avgerðandi, at Jóhannis fær allar tær lokalu javnaðaratkvøðurnar á løg­ tings­valinum í Vágum leygar­ dag­in 31. august. Persónliga frælsi føroyinga Regin Eikhólm Tórshavn 24.08.2019. Í felagsskapinum ella uttan­fyri? Í hesum døgum er orðið frælsi/ ófrælsi ella felags­skap­ur/loys­ ing vorðið eitt næstan okkult hugtak í tí politiska kjakinum, og finst eftirhondini bara mill­ um vælbjargaðar aka­demik­ arar, sum ideologiskt sita og keða seg í tí konforma veru­ leikanum, har hvør dagur endurtakandi, ”hevur nokk við sína plágu”, og tann einfalda nationalromantiskt begrund­ aða loysingin er ein farin tíð. Men hvat er frælsi? Frælsi merkir, tað at vera fræls­ur, mótsatt trælur. Frá gamlari tíð kenna vit tað eisini frá seyðafrælsi, gásafrælsi, rossa­frælsi v.fl. Orðið frælsi sig­ur onki um ognar­viður­ skift­ini, men um rættindi. Ófrælsi hinvegin merkir, tað at vera ófrælsur, eitt nú djór sum ganga í haga uttan loyvi ella tað at halda fólki í ófrælsi og vesaladómi. Hvør einstakur føroyingur er í dag berari av persónligum og demokratiskum frælsi, men tann einstaki kann ikki tryggja nakað frælsi sum so, tí tað vil altíð vera ein ella annar størri felagsskapur, ið er garanturin fyri hesum frælsi. Fara Føroyar, ein lítil tjóð, úr einum størri felagsskapi, sum annars gevur okkum heima­ rætt langt út í stóru verð, má mann finna ein annan stóran felagskap sum garant fyri okkara persónliga og demo­ krat­iska frælsi, og tað er ikki bara sum at siga tað. Persónliga frælsi føroyinga Frá 1. januar 1996 fekk fólka­ tingslimurin, Edmund Joen­ sen, tað lagað soleiðis, at føroy­ ing­ar, búsitandi í Føroyum, fingu rætt til at velja millum tað reyða danska ES passið og tað grøna føroyska FØ passið. Tað reyða ES passið gevur okk­ um í ríkisfelagsskapsregi per­ són­lig rættindi til frítt at ferð­ ast og arbeiða í ES uttan for­mellan limaskap. Tað reyða ES passið er sera væl umtókt, ikki minst hjá teim­um mongu sum arbeiða utt­anlands og annars øllum sum ynskja at koma skjótt aftur og fram úti í stóru verð. Fyrsta árið valdu bert 21 føroy­ ingar (1%) tað reyða passið, men Í 2014 valdu 3.664 før­oy­ ing­ar (86%) tað reyða passið, og í 2018 vóru tað 6.766 før­oy­ ingar (90%), ið valdu tað reyða ES passið og bert 10% valdu tað grøna FØ passið (Kelda: Rigs­politiet). Tølini omanfyri tala fyri seg og vísa, at nógv tann stórsti part­urin av føroyingum velur sítt persónliga frælsið um­ boðað við passinum í felags­ kap­inum. Smá oyggjalond Tað eru mong smá oyggjalond, ið misunna okkum okkara nú­ tíðar felagsskap við frælsi, stabil­iti og rættindum. Á eini oyggj (uttan okkara gevandi felagskap), sum vit vitjaðu í Karibiska havinum, søgdu tey um okkara støðu, ”You must live in paradise”. Tí tað sum eyð­kennir fleiri av teimum smáu ’sjálvstýrandi’ oyggj­un­ um í Karibien er vantandi stabilit­etur, og at har eru nøk­ ur fá rík fólk, men mong fátøk.