mánadagur 26. august 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18 ÁR SÍÐANI MARITA PETERSEN DOYÐI
Í dag eru liðin 18 ár síðani Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, doyði. Marita Petersen varð fødd 21.
oktober 1940 í Vági, Hon er higartil einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembæti. Tað gjørdi hon frá
18. januar í 1993 til 10. september í 1994. Hon tók við løgmansembætinum tá Atli P. Dam legði frá sær
miðskeiðis í valskeinum og sat valskeiðið út. Hon var fyrstu ferð vald á ting í 1988, afturval dí 1990 og í
1994. Til løgtingsvalið í 1998 stillaði hon ikki uppaftur og gavst í politikki. Í hennara løgmanstíð vóru Føroyar
í svárastu kreppu og fóru bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki á húsagang.
Osmund Eyvindsson,
Nes, Hvalba, andaðist á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
sunnumorgunin, 69 ára
gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Gunnvør Johansen,
ættað úr Skopun,
andaðist á
Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 23. august,
86 ára gomul.
Selma Tindalíð, ættað
úr Fuglafirði, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið 23.
august, 62 ára gomul.
Óla Jákup Poulsen,
vanliga nevndur AGE
andaðist á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi hósdagin 22.
august, 74 ára gamal.
Nancy Kathrina
Zachariasen, andaðist
20. august, 87 ára gomul.
Nancy Kathrina var
dóttir Bette og Palla
Mortensen í Vági.
Mikkjal Lervig, Leirvík,
andaðist í heiminum
mánadagin 19. august, 61
ára gamal.
Jógvan Pætur Jacobsen,
Tórshavn, ættaður úr
Funningi, andaðist á
Boðanesheiminum
sunnudagin 18. august,
87 ára gamal.
Jóannes Dorus
Sivertsen, av Viðareiði
andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsi mánadagin
19. august, 81 ára gamal.
Kjartan Stakksund,
Eiði andaðist á
Korndalsbýlinum
sunnudagin 18. august,
89 ára gamal.
Birgit Jacobsen, fødd
Djurhuus, Tórshavn
andaðist leygardagin 17.
august, 83 ára gomul.
Jón Jensen, fyrrverandi
bóndi, búsitandi á
Voss í Noreg, ættaður
úr Kvívík, andaðist
leygardagin 17.august, 91
ára gamal.
Anny Niclasen, úr
Nólsoy andaðist
leygardagin 17. august,
60 ára gomul.
Jarðarferðin verður
lýst seinni.
ANDLÁT
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Seinnapartin í gjár varð
norski
bjargingarbáturin
Sundt Flyer kallaður út til
havnarlagið í Svolvær, har
ein bilur var farin á sjógv.
Føroyingurin
Bjarni
Hentze er maskinmeistari og
kavari á Sundt Flyer, og var
hann eisini við í bjargingini.
VG skrivar, at trý fólk
vóru í bilinum, tá hann end
aði á sjónum, og neyðugt
varð tí at fáa kavarar til bilin
at fáa fólkini út.
Hóast
tað
eydnaðist
Sundt
Flyer
saman
við
sløkkiliðnum at fáa øll trý
fólkini úr bilinum, bar ikki
til at bjarga tveimum teirra,
ið høvdu latið lív. Triði per
sónurin er á sjúkrahúsi, har
støðan er kritisk.
Áðren Sundt Flyer kom á
staðið, var ein løgreglumaður
longu í sjónum. Hann hevði
roynt at kava niður til bilin
uttan útgerð, og hóast tað
ikki eydnaðist honum at fáa
nakran úr bilinum, so kundi
hann peika teimum umborð
á Sundt Flyer á, hvar bilurin
lá.
Skiparin umborð á Sundt
Flyer, Rune Pedersen, sigur
við VG, at tað tók umleið ein
hálvan tíma, frá teir umborð
fingu fráboðanina, til øll trý
fólkini vóru fingin úr bili
num.
Danir vænta sær nógv
av Sverra Nielsen
21. august,fingu Jancy Svarvadal og Heðin Wenn
ingstedt, Hvalvík, ein son hann vigaði 4320 gr og var
56 cm.
22. august,fingu Borgfríð Hansen og Eliesar Høj
á Strondum ein son. Longd: 53 cm. Vekt: 3410
gram.,Systkini eru: Viktoria, Silas, Filip, Elias, Jan og
Sofía
4. august,fekk Sámuel ein lítlan beiggja. Hann vigaði
3360g og 50 cm langur. Foreldrini eru Kristina og
Hans Niclasen, Miðvágur
4. august,fingu Jóhanna Kristina Lützen og Rúni
Kallsoy Mouritsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigađi 4490 g.
Føroyingur í bjarging í Noreg
Bjarni Hentze av Argjum
er maskinstjóri á
bjargingarbátinum
Føroyski rógvar
in Sverri Nielsen
skal fáa lyfta
danskar OL
Føroyski
rógvarin
Sverri
Nielsen er ein teirra, sum tey
í Danmark seta sítt álit á til
Olympisku Leikirnar næsta
ár.
Gull, bronsa, gull, gull,
bronsa og silvur.
Frá Atlanta í 1996 til Rio
í 2016 var at kalla vissa fyri
danskari OL-heiðursmerki,
tá donsku lættvektsrógv
ararnir við eyknevninum
»guldfireren« vóru við.
Men tá OL verður í To
kyo næsta ár, verður tað
fyri fyrstu ferð í 28 ár uttan
»guldfírararn« sum greiðum
heiðursmerkjakandidati.
Lættvektsfírarin er tikin
úr OL-skránni, og tað hev
ur verið ein avbjóðing fyri
danska rógving. Tað sigur
ítróttarstjórin í Dansk For
ening for Rosport, Finn Træ
rup-Hansen, undan VM, sum
í hesum døgum er í Ottens
heim í Eysturríki.
– Tí eru vit ikki longur
vís í gullinum. Men hinvegin
hava vit nakrar bátar, sum
hava klárað seg rættiliga væl
í ár. Tað snýr seg um at vera
á hesum støðinum og halda
kappingarneytunum aftan
fyri, sigur ítróttarstjórin.
Í einum av hesum bátum
situr
føroyingurin
Sverri
Nielsen. Við hæddini 191 cm
og sínum 97 kilo er ikki nógv
lættvekt í honum.
Sverri Nielsen umboðar
Danmark í singlesculler í
HM í Eysturríki, sum byrjaði
í gjár, og hann er eitt gott boð
upp á eina danska toppplas
ering, heldur Finn Tærup-
Hansen. Bæði við HM og OL.
25 ára gamli Sverri Niel
sen byrjaði við kappróðri í
Føroyum sum 14 ára gamal. Í
2011 fór hann til Danmarkar.
Seinastu
árini
hevur
hann vunnið seg fram, og
Sverri Nielsen fer til HM
við tveimum feskum World
Cup-sigrum í ferðagóðsinum.
Hann er ikki vísur í at enda
ovast, men miðjar fyrst og
fremst eftir at koma við til
OL, sum 9 tey ovast sleppa.
– Vónin er har, men eg vil
ikki vera ov sjálvsikkur, tí eg
hava vunnið teir fyrr. Tað
merkir nettupp ikki, at teir
ikki kunnu vinna seg nøk
ur sekund fram við HM. Tað
veitst tú ongantíð. Tað er ym
iskt, hvussu fólk raðfesta, og
tað eru nøkur, sum toppa til
HM, sigur føroyski rógvarin.
Í sama andadrátti setur
Sverri Nielsen markið høgt
fyri síni persónligu má. Hann
vil hava OL-gull.
– Mál mítt hevur altíð ver
ið at vinna. Tað var tað eisini,
tá eg var nógv longri frá at
kunna vinna. Tá tú nýtir so
nógva tíð og orku upp á tað,
so er tað býtt at fara hálv
hjartaður til verka, sigur
Í danskari rógving seta tey sítt álit á føroyska rógvaran Sverra Nielsen til Olympisku Leikirnar í Tokyo næsta ár (Mynd: Ritzau
Scanpix)