Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 TÍÐINDI Bíða eftir hummarakæru Enn er óvist, um hummarafiskiskapurin í Haraldsundi fer at halda áfram, og hummarafiskararnir bíða eftir, at kæran, sum í løtuni liggur hjá vinnukærunevndini, verður avgreidd Steinar Patursson Síðan brøðurnir Sólarn og Marne Isaksen fingu boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, at teir skuldu flyta rúsurnar burt­ ur av aliøkinum hjá Bakka­ frost í Haraldsundi og seta tær aðrastaðni, hevur gingið illa við hummara­fiski­skap­inum hjá teimum. Brøð­ur­nir hava rúsu drigið, síðan tær vórðu flutt­ar burtur av A-72 ali­øk­in­um í Haraldsundi. Frammanundan avgerðini hjá Heilsufrøðiligu starvs­stovu hevði Sólarn Isaksen gjørt greitt, at vórðu teir noydd­ir at flyta, so varð liðugt við humm­ arafiskiskapinum á fjørðinum, tí økið, har teir vóru, var einasta økið á fjørð­in­um, har nakað var eftir av humm­ara. Sólarn Isaksen hevði áður roynt at drigið aðrastaðni á fjørðinum. Tríggjar ferðir varð drigið við 200 rúsum hvørja ferð. Úrslitið gjørdist ein kassi av hummara fyri 600 rúsur, og tað kann yvirhøvur ikki loysa seg, sigur Sólarn Isaksen. Tvey loyvi til sama landafrøðiliga øki Loyvi til hummarafiskarí verða latin frá Vørn, meðan ali­loyvi verða latin frá Heilsu­ frøði­ligu starvsstovu. Sólarn og Marne Isaksen hava sostatt sítt loyvi frá Vørn, meðan Bakka­frost hevur aliloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu. Tað er eisini her, at støðan hevur tikið seg upp. Loyvið frá Heilsufrøðiligu starvsstovu gevur Bakkafrost fullan ræðis­ rætt yvir einum avmarkaðum aliøki á fjørðinum, meðan Sól­ arn og Marne Isaksen hava hvør sítt loyvi at fiska eftir humm­ara norðan fyri byrg­ing­ ina. Har eru sostatt tveir mynd­ugleikar, ið lata hvør sítt loyvi til sama landafrøðiliga øki, meðan annar parturin hev­ur í sínum loyvi fullan ræðis­rætt yvir sínum øki. Royndu hjá fútanum Eftir at Bakkafrost hevði fingið aliloyvi á økinum, vóru hummarafiskararnir í fyrstu syftu verandi har. Bakkafrost skuldi seinni seta aliringar upp á økinum uttan fyri Skála­toft­ ir, og tí vórðu hummara­fisk­ar­ ar­nir bidnir um at flyta seg. Hetta vildu teir ikki, og tí vildi Bakka­frost hava fútarættin at krevja teir burtur av økinum. Fúta­rætturin kom í juni mán­ aða til ta niðurstøðu, at Bakka­ frost hevur forrætt til aliøkið A-72 í Haraldsundi, men at Sólarn og Marne Isaksen sam­ stundis eisini høvdu loyvi at vera á økinum. Rætturin sýtti fyri at fremja málið sum íhendi­tøku í aliøkinum og úr­ hendi­tøku av Sólarn og Marna Isak­sen, men vísti á, at Heilsu­ frøði­liga starvsstova hevur ávís­ar heimildir á økinum. Fúta­rætturin gav sostatt ikki Bakka­frost viðhald í málinum. Heilsufrøðiliga starvsstova bað teir flyta Bakkafrost bað síðani Heilsu­ frøði­ligu starvsstovu, um at fáa hummarafiskararnar flutt­ ar av økinum. Í kunngerð frá utt­anríkis- og vinnu­mála­ráðn­ um, vanliga nevnd rakstr­ar­ kunn­gerðin, er lýst, at "Ikki er loyvt óviðkomandi, at: [...] fiska ella á annan hátt veiða á aliøkj­ um", og tann kunngerðin hei­ miðl­ar Heilsufrøðiligu starvs­ stovu at biðja humm­ara­fisk- ­ararnar flyta seg burt­ur frá aliringunum. 12. juli fingu hummara­fisk­ ararnir boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovu um, at útgerðin, ið stóð á aliøkinum A-72, skuldi verða flutt áðrenn mánadag 15. juli, annars varð hon flutt av heilsufrøðiligu starvsstovu, og rokningin varð send hummara­ fiskarunum. Kærdu avgerðina Avgerðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu varð kærd um­ gang­andi, og Sólarn og Marne Isak­sen bóðu í kæruni eisini um, at avgerðin varð steðgað, með­an kæran var til viðgerðar. Vinnukærunevndin metti ikki, at grundarlag var fyri at steðga avgerðini, upplýsir Anja Hovgaard, stjóri á Kæru­stovn­ in­um. Avgerðin stóð sostatt við, meðan kæran verður av­ greidd, og Sólarn og Marne Isaksen vórðu noyddir at flytta útgerðina aðrastaðni á fjørðin. Kæran er ikki avgreidd enn, og kæruviðgerðin kann møgu­ liga taka upp til nakrar mán­ aðir, sigur Anja Hovgaard. Hummarútgerðin er flutt av aliøkinum og liggur nú aðra­ staðni á fjørðinum og bíðar, til endalig avgerð verður tikin í málinum. Til ta tíð verður einki drigið, og sleppa teir ikki yvir aftur til økið, har teir vóru, so verður útgerðin tikin upp, sigur Sólarn Isaksen.