mánadagur 26. august 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Skjótt fara lírarnir
úr reiðrinum
Í dag er 26. august, og tað merkir, at tað er líradagur
Vilmund Jacobsen
Um hesa tíðina plagdu
teir gomlu á ávísum
fuglaplássum at draga
líra við lírakróki.
Skrápur, sum er gamli
fuglurin, eigur í djúpum
holum – í bakka og stór
um urðagróti. Líri er
feitur og vælsmakkandi
fuglur, men hann snikar
ikki sum nátungi.
Enn ganga nakrir dag
ar,
áðrenn
lírin
er
floygdur. Um einar 10-14
dagar byrja menn at
taka líra á kvøldi við
lykt. Tá er ungin so
mikið búgvin, at hann
kemur
út
í
kvøld
armyrkrinum.
Fer ungin ikki á flog,
fer hann inn aftur í holu
sína, tá hann hevur verið
úti í frísku luftini eina
løtu. Soleiðis ger ungin
nøkur kvøld, til hann at
enda kennir á sær, at nú
kann
ferðin
út
av
tromini byrja.
Fara vit nøkur ár aftur
í tíðina, varð líri tikin á
kvøldi á ávísum plássum
kring landið, men í dag
er lítil líraveiða í vertíðini
yvirhøvur.
Seinnu
árini
hevur
nakað av líra verið tikið í
Stóru Dímun og kanska
onkra aðrastaðni við, men
talan er bert um smáar
nøgdir til húsbrúks.
Í Skúvoy verður nakað
væl meira tikið, og her
verður gingið eftir líra á
kvøldi við lykt í eina
viku.
Men, skrápurin hevur
eins og annar sjófuglur
eisini verið í minking,
helst í fleiri ár.
Tí hava tey á granna
stevnu í Skúvoy gjørt av,
at hvørt húsarhald í
bygdini í mest lagi kann
taka 150 lírar í vertíðini.
Hóast lírin eisini hev
ur verið fyri minking í
Skúvoy, kann ein maður
fáa upp í einar 150-170
lírar í eitt kvøld.
Men tá skal kvøldið
eisini eydnast sera væl.
Veiðan eftir líra, har
hetta plagdi at vera ein
partur av tilfeinginum á
ávísum plássum, er í dag
rættiliga lítil – og er á
fleiri
plássum
vorðin
søga.
Føroya vakrasta
hálvmaraton verður 7.
september í Vágum og
fyrireikarunum, sum
eru Frælsi og
Krabbameinsfelagið,
tørva vaktir. – Vit eru
takksom fyri alla ta
hjálp, vit fáa, siga
feløgini.
Nýggjar vøggustovur
Í løtuni verður seinasta hond
løgd á økið kring nýggju
vøggustovurnar á Strondum
Vilmund Jacobsen
Hósdagin hin 29. august
frá klokkan 16.30-18.30
verður opið hús í nýggju
vøggustovunum á Lítla
fløtti á Strondum. Borg
arstjórin, Artur Johan
sen, fer at bjóða vælkomin,
og síðan fara børn úr
Dáastovu at syngja nakr
ar sangir. Pole J. Hansen,
formaður
í
trivnaðar
nevndini, og Sóleyð D.
Joensen, leiðari á Lítla
fløtti, fara eisini at siga
nøkur orð.
Tey, sum koma á gátt
á Lítlafløtti henda dagin,
fáa eisini kaffi, køkur og
annað, umframt at okk
urt gott verður til børn
ini. Nøvnini á nýggju
vøggustovunum
verða
eisini avdúkaði til til
takið.
-
Arbeiðið
at
gera
nýggjar
vøggustovur
byrjaði fyrst í hesum ár
inum. Tey, sum hava
verið knýtt at verkætlan
ini, hava arbeitt skjótt og
væl.
Í
Sjóvar
kommunu
vita tey at siga, at sein
asta hond í løtuni verður
løgd á økið rundan um
stovnin.
- Vit vóna at síggja
nógv fólk til hátíðar
haldið, og øll eru hjarta
liga vælkomin, siga tey í
Sjóvar kommunu.
Flestu
línuskip
eru nú til
fiskiskap
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin, tá tey
á Fiskamarknaði
Føroya gjørdu sínar
metingar fyri hesa
vikuna, vóru tilsamans
átta ísfiskalínuskip
til fiskiskap undir
Føroyum.
- Línuskipini fáa mest
av toski og hýsu og
so nakað av longu og
brosmu. Tey koma
inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Eitt ísfiskalínuskip
er eisini á
Íslandsrygginum,
men tað kemur
neyvan inn at landa
hesa vikuna, um alt
gongur sum ætlað.
Fríggjadagin vóru
tvey ísfiskalínuskip til
fiskiskap í íslendskum
sjógvi, harav annað
kemur inn at landa
miðskeiðis í hesi
vikuni - og hitt fyrst
í næstu viku.
- Línuskipini í
íslendskum sjógvi fáa
mest av toski, longu,
hýsu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
eisini at siga, at
eitt frystilínuskip,
sum seinastu tíðina
hevur verið á Flemish
Kap, landar í dag.
Vit kunnu leggja aftrat,
at skipið er Klakkur.
- Tvey frystilínuskip eru
í grønlendskum sjógvi,
og eitt frystilínuskip
tekur eisini ímóti
fiski í Grønlandi.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna verður
sagt, at streymurin
harðnar, sum vikan
gongur, men útlit
eru til, at veðrið
verður gott.
- Vit vænta tískil
nógvan útróður, og
bátarnir fáa so at
siga bara tosk og
hýsu, verður lagt
aftrat.mest av toski
og hýsu og síðan eitt
sindur av hvítingi,
verður lagt aftrat.
Vágs kommuna
arbeiðir miðvíst við
at dagføra skúlan. Í
summar eru vindeyguni
á ovastu hædd í
eldra partinum av
skúlanum skift, og tað
er ML Smíð, sum hevur
gjørt hetta arbeiðið
fyri kommununa.
Soleiðis sær líri út, áðrenn hann verður royttur
Og soleiðis sær fuglurin út, tá hann er í ovninum