mánadagur 26. august 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Í dag búgva 1748
borgarar í Tvøroyrar
kommunu. Sama tíðarskeið í
2018 búðu 1700 borgarar í
kommununi. Hetta er ein
vøkstur á 48 borgarar –
svarandi til 2,8 prosent.
Svartfuglur kemur ikki fyri seg
Er tað nebbasildin í røttu fuglastøddini sum svíkur,
er tað veðurlagið - ella fuglaveiðan?
Vilmund Jacobsen
Tað er nógv hent við svartfugl
inum, síðan Jens-Kjeld Jensen
á fyrsta sinni kom til Føroya í
1970 og keypti hús í Nólsoy í
1975.
Í 1972 var hann fyrstu ferð í
Mykinesi, og her var hann
ógvuliga hugtikin av tí nógva
lundanum, sum her var at síggja.
Her vóru tveir eftir mínum
tykki velduga stórir lundar
ingar at síggja. Tað er nevniliga
soleiðis, at lundi flýgur í ring –
og melur í ringinum eftir,
hvussu ættin er.
- Sjálvur helt eg, at talan var
um rættiliga nógvan fugl. Men,
tá segði ein maður, sum var við
mær á túrinum og sum mundi
vera um sjeyti ára aldur, at
nógv meira var til av lunda
fyrr í tíðini. Ja, tá skuldi tú
bara sæð, tók maðurin til.
Eingin lundaveiða
Í fleiri ár hevur lítið verið til av
lunda, og so gott sum einki
hevur verður fleygað.
Eftir
fuglaveiðilógini
er
framvegis
loyvt
at
fleyga
lunda. Vanliga byrjaði fleyg
ingartíðin eftir lunda syftun
søkudag, sum er 2. juli. Síðan
plagdu menn at fleyga allan
julimánaða og umleið eina
viku ella so út í august – alt
eftir, hvussu veðrið lagaði seg.
Í fleiri ár hava grannastevn
ur kring um í oyggjunum, har
lundalond eru, gjørt av at friða
lundan á urðini ella í bakkan
um ávís áramál, og har full
semja ikki hevur verið um frið
ing, hevur eingin lundaveiða
verið kortini.
Menn hava snøgt sagt ikki
viljað farið eftir tí syndri av
fugli, sum hevur verið at sæð.
Tað er ilt at siga, hvussu
nógv lundin er minkaður í
nýggjari tíð, men talan er um
stóra minking.
Onkur ár hevur sæð heldur
frægari út, men tað skulu helst
fleiri góð ár til, áðrenn lundin,
sum ikki verpur fyrr enn hann
er eini 4-5 ára gamal - og bara
verpur eitt egg - tekur at
mennast aftur.
Allur sjófuglur
Tað hevur í fleiri ár verið ein
keðilig gongd við svartfugli,
eitt nú lunda, lomviga og álku.
Men, afturgongd hevur eisini
verið í náta, másafugli og æðu.
Hinvegin er líkt til, at teisti - í
hvussu er á ávísum plássum í
Føroyum - hevur tað á einari
leið.
Men, hvør er so orsøkin til
hesa afturgongd, sum hevur
verið í so mong ár, og hví kem
ur fuglurin ikki fyri seg aftur?
Nógvar gitingar kunnu vera
um hetta, men tað er neyvan
nakar, sum við vissu veit, hvør
endaligi samanhangurin er.
Er tað nebbasildin í røttu
fuglastøddini sum svíkur, er
tað veðurlagið - ella fuglaveið
an?
Gongdin í fiskastovnunum
hevur verið aftur og fram, so
leiðis sum tað altíð hevur
verið, meðan gongdin í sjó
fuglastovninum at síggja til
hevur í nógv ár bert verið ein
veg.
Brúsi
10 ár
á baki
Vilmund Jacobsen
Seinasta hósdag helt dag
stovnurin Brúsi í Leirvík
sín 10 ára dag, og her var
nógv fólk møtt upp til at
hátíðarhalda dagin.
Á
skránni
var
bæði
sangframførslur, røður og
góður matur.
Á heimasíðuni – www.
eysturkommuna.fo – síggj
ast fleiri myndir frá hugna
liga hátíðarhaldinum.
Millum hesar myndir
eru eitt nú mynd av teim
um trimum leiðarunum,
sum hava verið á dag
stovninum, síðan stovnur
in læt upp.
Leiðarar hesi árini hava
verið, f.v.: Sigvør Gregersen
(2009-2015), Jóhanna Vest
(2015-2019) og Poula Eides
gaard, sum hevur verið
leiðari á Brúsa síðan í mai
2019.
FLESTU PARTROLARAPØR eru til
fiskiskap, og øll skipini fiska upsa. Ein
djúpvatnstrolari er til fiskiskap; teir fiska
á djúpum vatni og landa helst í dag.
Fríggjadagin vóru allir teir smáu trolbátarnir
til fiskiskap, og fleiri landa í dag.
Nú er nátungatíð
Hetta er tíðin, tá nátungin flýgur úr
berginum og kann takast á sjónum
Vilmund Jacobsen
Hetta er ein spennandi tíð
hjá teimum, sum plaga at
taka nátunga, og longu nú
hava menn, sum hava verið á
báti, fingið nakað av fugli.
Tíðin er komin, og tá
veðrið aftur verður til vildar,
er væntandi, at nógvar bátar
loysa og leggja út á hav við
glúpi.
Nær
ungin
flýgur
úr
berginum, veldst eitt sindur
um veður og vind og kanska
eitt sindur um tíðina, nær
ungin er búgvin og floygdur.
Men, nú er nátungatíð, og
náttúran sigur, at nú vil
nátungin á flog.
Roknast kann við, at besta
nátatíð í ár verður endin av
hesi vikuni og øll næsta vika.
Tá ein góð vika er farin av
september, kunnu vit siga, at
nátungatíðin er av.