mánadagur 26. august 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Badminton
Kento Momota úr Japan
er nýggjur heimsmeistari
í badminton eftir at hann
í gjár vann HM-finaluna í
Sveis heili 21-9, 21-3 ímóti
danska Anders Antonsen.
Hetta er størsti munur í
einari finalu í HM-søguni,
og danin, sum púra óvæntað
kom í finaluna, segði eftir
dystin, at orkan gekk púrasta
undan.
Kento
Momota
er heimsins besti og var
stórfavorittur at vinna HM.
Hann
vann
kappingina
uttan at tapa eitt sett, og
hetta er annað árið á rað, at
hann gerst heimsmeistari.
Hjá kvinnum er tað Pusarla
Sindhu, sum nú kann kalla
seg heimsmestara eftir at
hon í finaluni vann 21-7, 21-7
á Nozomi Okuhara úr Japan.
E-sport
Hálvføroyski Johan Sund
stein vann í gjár saman við
liði sínum, OG, stóru kapp
ingina
The
International
í telduspælinum Dota 2.
Teir vunnu í finaluni 3-1 á
Team Liquid. OG vann eisini
kappingina í fjør. Tá vunnu
teir 75 milliónir krónur at
býta ímillum sín, men hesa
ferð vunnu teir heili 104,4
milliónir krónur. Hetta er
størsti vinningur, ið nakran
tíð er útgoldin í einum teldu
spæl. Johan Sundstein, ið
er sonur føroysku Vivian
Sundstein, hevur nú tjent
mest pengar av øllum full
tíðar
telduspælarunum.
Sambært
esportearnings.
com hevur hann tjent góðar
46 milliónir krónur og kann
kalla seg ríkasta telduspæl
ara í heiminum.
Fótbóltur
Fyrrverandi
HB-
og
07
Vestur-áleyparin,
John
Frederiksen, skeyt leygar
dagin tvey mál fyri danska
felag sítt, Skovshoved IF, í
triðbestu donsku deildini.
Hetta var í dysti ímóti
Holbæk, og dysturin endaði
við 2-2-javnleiki. Skovshoved
IF er nummar 10 av 12 liðum
í bólki 1 í triðbestu donsku
deildini. Teir hava fýra stig
eftir fyrstu fimm dystirnar,
og John Frederiksen hevur
skotið trý av teimum fýra
málunum, sum liðið hevur
skotið.
Rógving
Sverri
Sandberg
Nielsen
róði seg í gjár í sannførandi
stíli í HM-fjórðingsfinaluna
í eysturríkska býnum, Linz.
Sverri vann sín riðil við
tíðini 07:04.680, ið var 9,45
sekund frammanfyri tann
næstbesta. Føroyski rógv
arin gav sær sjálvum eina
so stóra leiðslu, at hann
kundi spara seg heilt nógv
ímóti endanum. Fjórðings
finalurnar vera mikudagin
um middagsleitið, og ein
møgulig
finala
verður
sunnudagin. Ítróttarstjórin í
danska róðrarsambandinum,
Finn Trærup-Hansen, sigur í
samrøðu við BT, at tað eru
vónir um at Sverri kann
vinna heiðursmerki bæði nú
í HM og í OL í Tokyo næsta
ár. Í samrøðuni sigur Sverri
eisini sjálvur, at hann í løtuni
er í besta forminum hann
nakrantíð hevur verið í. Tað
prógva tveir World Cup-
sigrar síðstu tíðina eisini.
Skjóting
Marius F. Joensen úr Sunda
Byrsufelag
gjørdist
um
vikuskifti føroyameistari í
skeet leirdúgvuskjóting. Í
finaluni megnaði Marius at
skjóta 50 av 60 dúgvum, sum
er javnt við metið, ið Tórur
Fløtt og Magni Dam hava
í eini skeet-finalu. Numm
ar tvey gjørdist Sámal E.
Debes, og nummar trý bleiv
Johnny á Túgvu, báðir úr
Sunda Byrsufelag. Unglinga
kappingina
vann
Tórur
Fløtt frammanfyri beiggja
sínum, Jóhann Fløtt. Úrslit:
1. Marius F. Joensen, 2. Sámal
Eyðstein Debes, 3. Johnny á
Túgvu, 4. Jóannis Joensen, 5.
Gunnar Sjúrðarson Knudsen,
6. Tórur Fløtt, 7. Jóhann
Fløtt, 8. Jógvan Egholm, 9.
Bárður Poulsen, 10. Áslakur
Johannesen. Komandi viku
skifti, 31. august, verður FM í
trap. Byrjað verður at skjóta
innleiðandi umførini leyg
ardagin kl. 9.00, og sunnu
dagin kl.13.00 verða seinastu
umførini og finala skotin.
Báðar dagar verður kappast
á skjótibreytini hjá veiði
felagnum Byrsumúla á Sand
víkum.
Súkkling
Torkil Veyhe og liðfelagarnir
í Riwal Readynez hava frá
mikudegnum í síðstu viku
fram til í gjár luttikið í
PostNord Danmark Rundt.
Torkil Veyhe, ið hevði leik
lutin sum hjálparsúkklari
og harvið ikki hugsavnaði
seg um egið persónligt avrik,
gjørdist nummar 81 av 120 í
samlaðu kappingini, men var
annars við til at súkkla lið
felagan, Rasmus Quaade, til
eitt samlað 3. pláss. Vinnari
av kappingini var tann ein
ans 22 ára gamli Niklas
Larsen frá ColoQuick.
albinus@sosialurin.fo
JOHAN ER HEIMSINS
RÍKASTI TELDUSPÆLARI
STUTTSØGD TÍÐINDI
E-sportur
Fýra nýggj
føroysk met eru
sett í frælsum
ítrótti, og so
er eisini nýtt
met sett í golf
Johan Sundstein, heims
meistari í e-sport