mánadagur 26. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Har føroyskir hondbóltsleikarar fara, koma fleiri til,
tykist tað sum. Føroyskir hondbóltsleikarar trívast og
mennast í stóra danska felagnum, Ajax København
Sjúrður Hildarson Hoydal
Fyri viku síðani var grein
í
Ítrottarsosialinum
um
danska felagið FIF, ið hevur
fimm føroyskar mansleik
arar á sinum besta liðið.
Fleiri onnur feløg í granna
londunum hava føroyingar á
liðnum, og í flestu førunum
er talan um fleiri føroyingar.
Í Ajax København hava
føroyingar roynt seg fyrr –
bæði venjarar og leikarar.
Í
løtuni
spælir
Brandur
Halgirsson við mansliðnum,
meðan føroyski manslands
liðsvenjarin, Sonni Larsen, er
ungdómsvenjari. Á kvinnu
liðnum eru í løtuni tríggjar
kyndilsgentur:
Mariann
Geirsdóttir Eystberg, Magna
Tórðardóttir
og
Anna
Armgarðsdóttir Brimnes, ið
hevur verið knýtt at felag
num í hálvt annað ár.
Kyndilsvenjari
var sambandið
Anna Brimnes var heldur
ikki fyrsta kyndilsfólkið í
felagnum. Føroyska venjara
talentið, Christoffur Gert
Nielsen, ið hevur vant nógv
lið hjá Kyndli – millum annað
besta kvinnuliðið – var hjálp
arvenjari í Ajax og bað Onnu
Brimnes royna seg í felag
num í februar 2018. Henni
dámdi væl, og var knýtt at
hópinum á øðrum liði, ið
spælir í donsku 2. deild –
triðfremsta deildin í Dan
mark. Kyndilskvinnan lesur
í Keypmannahavn og hon
leggur dent á, at á hesum liði
eru fleiri aðrar, ið lesa, og tí
hóskar tað væl. Fyrsta liðið
hjá Ajax spælir í fremstu
donsku deildini, men fyrr
verandi føroyski landsliðs
leikarin hugsar ikki um hetta
í fyrstu atløgu.
Skal koma aftur
í venjing fyrst
Anna Brimnes spældi sínar
seinastu
landsdystir
fyri
tveimum árum síðani, tá
ið hon var føroyskur topp
skjútti ímóti bæði Serbia og
Svøríki við ávikavist fimm
og fýra málum. Síðani hevur
barnsburður, lesnaður og
familjulívið
annars
sett
hondbóltin í aðru røð.
– Eg ætli mær at venja
so seriøst sum eg kann í ár,
so mugu vit síggja hvat tað
blívur til seinni. Nú má eg
fyrst koma ordiliga í venjing,
bæði kropsliga og hondbólts
liga, staðfestur hon og heldur
fram:
– Eg haldi at støði í 2.
deild í Danmark minnir eitt
sindur um oddin í føroysku
kvinnudeildini. Mær dámar
væl venjingarnar, ið eru
góðar og strævnar, sigur
Anna Brimnes, ið spældi fýra
dystir í føroyskum hondbólti
farna kappingarár; Steypa
finaluna og tær tríggjar
FM-finalurnar, ið hon vann
saman við Kyndli.
Føroyingarnir gera
alt heimligari
Sum hjá so nógvum øðrum
føroyingum í Keypmanna
havn,
hevur
ÍF
Føroyar
eisini verið ein møguleiki,
men Anna Brimnes metir at
støðið er hægri á 2. deildar
liðnum hjá Ajax. Harafturat
hevur hon føroyskar lið
felagar.
– Eg haldi tað er deiligt at
Magna er her og at Marianna
nú eisini er komin at venja
við okkum. Tað ger tað eitt
sindur heimligari, sigur Anna
Brimnes áðrenn hon at enda
leggur afturat, at í Ajax eru
allir liðfelagarnir sera fyri
komandi og fittar at spæla
við.
KYNDILS
GENTUR
TRÍVAST
Í AJAX
Eftir steðg frá hondbólti vísti Anna Brimnes í
bæði FM- og steypafinalunum í fjør, at hon ikki
hevur gloymt hvussu bóltar skulu kastast
ÍF Føroyar við kappingarbyrjan í fjør. Bæði liðini mistu uppflytingina á stokkinum