mánadagur 26. august 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Síðani 1939 hava føroyingar
íðkað ítrott við ÍF Føroyum,
meðan tey hava verið undir
lesnaði ella í øðrum ør
indum í Keypmannahavn.
Hondbóltur hevur verið
íðkaður flestu árini, og í
fjør var tað ómetaliga nær
við uppflyting hjá bæði
monnum í kvinnum upp
í ávikavist fjórðu og fimt
fremstu deildirnar.
Forkvinna og leikari
– Í ár skal tað verða, sigur
Beinta Poulsen, ið fer undir
sítt annað ár sum for
kvinna fyri hondbóltin hjá
ÍF Føroyum.
Beinta Poulsen, ið er
kend úr Føroyum sum
vongleikari hjá VÍF og á
ungdómslandsliðum,
fór
niður fyri trimum árum
síðani, og hon var ikki í iva
um at hon skuldi spæla við
ÍF Føroyum.
– Flestu føroysku hond
bóltsleikarar
eru
altíð
farnir til ÍF Føroyar. Míni
foreldur spældu her tá ið
tey lósu, og eg helt at tað
var ein sjálvfylgja at fara
at spæla við. Eg visti einki
av Ajax ella øðrum feløgum
tá ið eg fór niður.
Høgt støði
Støðið í ÍF Føroyum hevur
altíð verið høgt greiðir
Beinta Poulsen frá. Ráðandi
leikarar úr Føroyum hava
spælt í føroyingafelagnum
meðan teir hava verið
undir lesnaði, og tað hevur
ikki verið óhoyrt at leikarar
verða úttiknir til landsliðið.
Men tað er fyrst og
fremst ein felagskapur fyri
lesandi og aðrar útisetar.
Har er bæði rúm fyri at
venja hart og eisini at
hugna sær í felagskapi við
aðrar føroyskar útisetar,
greiðir nýútnevnda for
kvinnan frá. Tað, at tað
eru lesandi, ið mynda liðið,
hevur eisini eina útskifting
við sær. Har koma nýggj
fólk til hvørt ár, og hvørt ár
flyta fólk eisini heim. Men
nú er eisini kapping um
leikaratilfeingið úr øðrum
feløgum í Keypmannahavn
sum eitt nú Ajax og FIF.
Hvat vil man við
hondbóltinum?
Beinta
Poulsen
leggur
dent á, at fleiri av teimum
leikarunum at, ið fara til
hesi feløgini, fara niður
við einum endamálið um
at spæla hondbólt, meðan
tey í ÍF Føroyum helst fara
niður við endamálinum
um at lesa. Systir for
kvinnuna,
Lív
Poulsen,
fekk sínar fyrstu minuttir
í bestu donsku deildini
fyri Ikast-Herning í fjør.
Felagið endaði við at fáa
silvur. Ein leikari sum Lív
Poulsen er dømi um ein
leikara, sum er farin niður
fyri at spæla hondbólt
á hægsta støðið, greiðir
stórastystirin frá. Aðrar
royna at samantvinna tað,
sum eitt nú Anna Brimnes
í Ajax, ið hevur fingið eina
góða avtalu við sítt felag,
har tað er rúm fyri at hon
kann taka sær av familju og
lesnaði.
Rúm fyri øllum
í ÍF Føroyum
Men til tað er ÍF Føroyar
eisini serliga gott, heldur
forkvinnan.
Liðfelagar
skilja um lesnaðurin kann
órógva, og eingin verður
óður um tú onkuntið ikki
hevur tíð.
Tað er ein góð blanding,
greiðir
forkvinnan
frá.
Summi
kunnu
brúka
venjingina meira seriøst,
meðan onnur eru mest við
fyri sosiala partin. Summi
leggja nógv í styrkis- og
orkuvenjing við síðunar
av, meðan onnur bara hava
hug at spæla bólt eitt sind
ur. Har er eisini pláss fyri
at spæla frítt, og tað verða
ikki sett so strong krøv
til leikararnar á vøllinum
heldur. Sjálv lýsir Beinta
Poulsen hetta við at hon
í dag hugnar sær við at
vera spælskipari heldur
enn vongur, sum hon var í
Føroyum.
Kundu spælt á
hægri støði
Sjálv hugsar forkvinnan
og leikarin, at hon og aðrar
kundu lættliga spælt í
minst tveimum deildum
hægri, um líka nógv var
lagt í venjingina sum í eitt
nú Ajax. Í løtuni spæla
kvinnurnar hjá ÍF Føroyum
í sættfremstu deildini í
Danmark, men vóru eittans
stig frá at flyta upp í fjør.
Til samanberingar spæla
tær tríggjar kvinnurnar í
Ajax í triðfremstu deildini í
ár, um tær ikki verða tiknar
upp á fyrsta liðið í fremstu
deildini.
Mansliðið
spælir
í
fimtfremstu deildini og
vóru eisini bert eitt stig
frá uppflyting í fjør. Í ár er
vónin at flyta upp við báð
um liðum.
–
Tað
er
sjálvandi
trupult at spáa um, tí at vit
vita ikki hvussu hini liðini
hava broytt seg í mun til í
fjør, greiðir Beinta Poulsen
frá. Men hon er ikki í iva
um, at støðið hjá sínum lið
feløgum.
– Eg vænti vit høvdu
liðið í miðjuni av stigatalv
uni, um vit spældu við hes
um liðnum í føroysku deild
ini, heldur forkvinnan.
Har hevur eisini verið
prát um at skipa fyri dyst
um ímillum ÍF Føroyar og
føroysk feløg í frítíðunum,
og tað hevur verið roynt
fyrr, men tað er nakað
síðani seinast.
Hóast nógva útskifting,
so mennir felagið seg í
hvørjum, heldur forkvinn
an. Tað, at bæði liðini vóru
so nær við uppflyting í fjør,
hevur gjørt leikarunum
– og ikki minst nevndini –
greitt hvat krevst.
– Tá ið vit nærkaðust
uppflyting í fjør, vóru vit
eitt sindur ovfarin av at
tað fór at merkja størri
útreiðslur til dómarar og
annað. Vit hava ikki tað
stóru fíggingina, og flytur
tú upp í deildarskipanini
verða krøvini størri, so har
eru atlit í skulu takast.
– Men tað er einki at
ivast í at vit taka av í ár,
staðfestir Beinta Poulsen,
ið byrjar kappingina við ÍF
Føroyum komandi viku
skiftið.
sjurdur@sosialurin.fo
Eg visti einki av Ajax,
tá ið eg fór niður
Ert tú í Keypmannahavn finnur tú føroyskar hondbóltsleikarar á
Frederiksberg, sum spæla við FIF og í Valby, sum spæla við Ajax.
Men teir flestu finnur tú á Amager, har ÍF Føroyar sum altíð loftar
føroyskar hondbóltsleikarar, ið fara at lesa í Keypmannahavn
Magna Tórðardóttir og Føroyar vunnu Emerging
Nations kappingina í 2016. Nú vil føroyingurin
sleppa í bestu donsku deildina og á A-landsliðið
Beinta Poulsen við U19-landsliðnum í 2015. Í dag
er hon forkvinna og leikara í ÍF Føroyum
Danskur venjari fekk
Magnu til Ajax
Í
januar
legðist
Magna
Tórðardóttir afturat Onnu
Brimnes í Ajax. Hon hevur
verið í Danmark í tvey
ár, har hon hevur gingið
á
hondbóltsskúlanum,
Stenhus. Á Stenhus hevði
hon ein venjara, ið fyrr
hevði verið í Ajax, og hann
viðmælti at føroyingurin
fann saman við felagnum í
Keypmannahavn. Nú hevur
fyrrverandi VB- og Kyndils
leikarin vant í Ajax síðani
ársskifti, og verður nú knýtt
at hópinum í donsku 2. deild.
Magna vil á besta liðið
Magna
Tórðardóttir,
ið
spældi á U20-landsliðnum
í 2018, vónar at menna seg
skjótt í Ajax og gera seg gald
andi til eitt pláss á fyrsta
liðnum og eisini eitt pláss á
landsliðnum.
– Eg geri í øllum førum
mítt besta fyri at koma á
besta liðið og sjálvandi er
mín vón at koma a landsliðið,
ger Magna Tórðardóttir, ið
spælir høgri vongur og bakk
ur, púra greitt.
Altíð stuttligt við
føroyingum
Føroysku
liðfelagarnar,
Marionnu
Geirsdóttir
Eystberg og Onnu Armgarðs
dóttir
Brimnes,
kennir
Magna
Tórðardóttir
frá
Kyndli, og hon er glað fyri
liðfelagarnar bæði á og uttan
fyri vøllin.
– Vit kenna hvørja aðra
væl og vita hvussu vit
dáma at spæla, sigur Magna
Tórðardóttir
áðrenn
hon
leggur afturat, at hon er glað
fyri at sleppa at tosa før
oyskt til venjing og dystir, og
greiðir frá, at tú ikki fert at
kenna teg einsamalla tá ið tú
spælir við øðrum føroyingar
– Tað er altíð stuttligt at
tað eru so nógvir føroying
ar, staðfestir Magna Tórðar
dóttir at enda.
Sjurdur@sosialurin.fo