Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At renna er ikki bara sum at siga tað hjá teimum, ið bera brek. – Tú skalt minnast til, at spastikarar brúka áleið seks ferðir so nógva orku upp á sínar rørslur sum ein við fullum førleika, greiðir Martin Johannesen frá. Hann er ein av teimum, sum venja racerunning – ein ítróttur, sum í so mangar mátar betrar um lívsgóðskuna PARASPORT Pætur Albinus Góð kensla Hann nærum tveitir seg niður í stólin og er týðiliga út­lúgvaður. – Tað er ein fantastisk kensla at vera troyttur upp á tann góða mátan, sigur John Heri Karlsson, ið er spastik­ ari, og júst er liðugur við eina venjing í race­running – renning fyri rørslu­tarnað við einari súkklu sum hjálpar­ amboð. Í dag bleiv tað til fimm um­før og tveir spurtir á renni­breytini á Svanga­ skarði. – Tú skalt minnast til, at spastikarar brúka áleið seks ferðir so nógva orku upp á sínar rørslur sum ein við fullum førleika, greiðir Martin Johannesen, ein lið­ felagi og vinmaður hjá John Hera, frá. – Og ringasti fíggindin hjá einum spastikara er mót­vindur, skoytir Martin upp í og vísir á tey vánaligu veður­lík­indini hendan dagin á Svanga­skarði, har hvørki vindur ella regn vóru nóg góðar undan­førslur fyri ikki at fara til venjing. Martin er gamal í garði hvat racerunning í Føroyum viðvíkur. Hann byrjaði í 2009 og var ímillum tey allar­fyrstu í racerunning í Føroyum. – Eg bleiv uppringdur av táverandi ÍSB, sum í dag er Parasport, og tey spurdu meg um eg ikki hevði hug at royna eina súkklu, greiðir Martin frá. Hann vildi fregnast nærri og setti kósina ímóti Havnini. – At byrja við hugsaði eg hvussu í verðini eg skuldi fáa hesa súkkluna avstað. Eg fann útav, at man skuldi brúka beinini, og eg hevði ver­ið á súkkluni í 10 sekund tá ið eg visti at hetta var sport­urin hjá mær, sigur Martin. – Eg havi gjørt boccia, men eg havi altíð ynskt at roynt okkurt við meira kapp­ ing í, og har tað snýr um at koma fyrstur um mál­strik­ una, sigur hann. Fyri øll Racerunning er sum vanlig renning á rennibreyt. Mun­ urin er bara, at tey, sum íðka racerunning, hava skerdar førleikar, og at tey tískil hava eina serliga súkklu at styðja seg á. Súkklan er løtt og hevur trý hjól, eitt setur, eitt róður og eina bringuplátu. Tá ið íðkarin leggur bringuna at bringuplátuni, verður krops­ vinkulin soleiðis at beinini fara aftureftir, og hetta er við til at gera at tú við beinunum fær sparkað ferð á teg sjálv­ an og hjálparsúkkluna. Ymisk fyrilit eru tikin. Eitt nú kann súkklan ikki bólta runt, um óhappið er úti, og róðrið rættist eisini upp av sær sjálvum. Íðkarin hevur eisini javnan súkklushorts á, sum skulu verja lyskuna. Tað stend­ur nevniliga nógv á lysk­uni tá ið tú rennur í race­running. Tað var danski para-renn­ arin, Connie Hansen, sum uppfann racerunning í 1991, og síðani tá hevur ítrótturin vaksið seg risastóran. Tað fantastiska við hesum ítrótt­inum er, at so at siga øll kunnu vera við. – Í 2011 fór eg til mína fyrstu kapping í Danmark. Har vóru fólk, sum vóru bundin at koyristóli alt døgnið og fingu mat ígjøgn­ um eina sondu. Eg helt, at tey bara vóru áskoðarar, men tað bleiv gjørt til skammar, tí hesi skuldu eisini luttaka, greiðir Martin Johannesen frá. – Tú skalt bara hava eitt funktionelt bein. Tað er nokk til at tú kanst vera við, sigur hann. Martin fekk ikki gingið fyrstu trý árini av lívinum, men tvørur sum hann er, vinnaratýpa av natúr og við góðari hjálp, so fær hann í dag gingið sjálvur við høkj­ um, og racerunning er eisini eitt gott íkast til hansara før­ leikar. – Eg gangi betur, havi betri generellar rørslur og betri kropsburð. Eg havi eis­ ini meira orku. Hetta er ein hjálp til lívið og win-win, tí súkklur­nar eru ikki bara góðar tá vit eru á teimum, men eisini tá vit eru av teim­ um, sigur Martin vísandi til betraðu lívsgóðskuna. Ein súkkla í racerunning kostar áleið 30.000 krónur, og føroysku íðkararnir eru so hepnir at sleppa at brúka súkklur hjá Parasport Før­oy­ um, ið hevur fingið súkklur­ nar í stuðli frá hjálpar­felags­ skapinum Kiwanis. Ungur venjari Venjari hjá teimum, sum íðka racerunning, er 20 ára gamli Gunnar Eihilt Sivertsen úr Norðdepli. Hóast hann er væl yngri enn teir báðir, John Heri og Martin, sum báðir eru í 30-unum, so bæði hoyr­ist og sæst tað undir venjingini, at hann hevur myndug­leika og krevur nógv av sínum íðkarum. – Mítt allarstørsta ynski er at hjálpa teimum at renna og blomstra, og at lyfta tey so langt upp í støði sum gjørligt, sigur ungi venjarin í racerunning. Gunnar hevur sjálvur íðkað frælsan ítrótt á hægsta støði, men ein hjartasjúka hevur noytt hann at seta renni­skógvarnar á hillina. Har ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp, og nú hevur Gunnar kastað seg út í lívið sum venjari. – Tað var Martin, sum fekk meg inn í tað. Hetta var afturi í 2017. Hann spurdi meg, og eg segði ja, greiðir Gunnar frá. – Og tað eri eg glaður fyri. Her fært tú eyga á onnur viður­skifti, sum tú ikki fært sum rennari, leggur hann aftur­at. Gunnar hevur eisini lítlu­ systir sína, 14 ára gomlu Vibeku, við til venjingar. Hon er eitt talent í frælsum ítrótti og er eins og hini rennari. – Hon er glað fyri at venja saman við teimum. Hon sær hvussu gott vit við full­um førleikum hava tað, og hetta gevur henni eisini motiva­ tión til at blíva betri, sigur Gunnar. Tað tók eina løtu hjá Gunnari at av álvara koma inn í race­running og læra allar smá­lutir­nar. Hesum hjálpti serliga Martin Johannesen honum við, men nú er Gunnar høvuðs­venj­ BETRAR UM LÍVS­ GÓÐSKUNA F.v.: Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari, og John Heri Karlsson og Martin Johannesen, íðkarar Racerunning