Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PARASPORT arin, og hann eru íðkararnir væl nøgdir við. – Hann kemur frá einari verð sum normalur íðkari, fyri at siga tað soleiðis, men hann hevur klárað væl at um­stilla seg og tekur væl ímóti øllum, sum man sigur við hann, sigur Martin, ið ser­ liga er fegin um at Gunnar legg­ur stóran dent á teknikk. – Eg kann sum dømi nevna, at eg við rætta teknikk­inum eri givin við at draga beinini aftaná mær, og at hetta hevur hjálpt mær at kuta 9,5 sekund av mínari tíð á 400 metrum. Og hetta er bara upp á eitt ár, vísir Martin errin á. Umframt tekniska part­in, so leggur Gunnar sum venj­ ari eisini dent á at íðkararnir hava tað gott. – Tað týdningarmesta fyri meg er at tey koma á breyt­ ina og hava tað stuttligt. Eru tey ikki glað tá ið tey fara heim, so er okkurt galið við venj­aranum, sigur Gunnar. – Eg vil tó eisini síggja betringar – bæði í høvdinum og í rørslunum, sigur Gunnar. Umframt Martin Johannesen og John Hera Karls­son, so íðka eisini 31 ára gamli Heðin Midjord úr Lopra og 13 ára gamli Levi Hanusarson av Nesi race­ running. Tey eru á einum máli um, at tey væl kundu hugsað sær at verið fleiri. – Er tað onkur, sum hevur rørslutarn – kanska bara eitt bein, sum riggar – so er endiliga at koma at royna seg, siga tey og vísa á, at tey inn ímillum hava opið hús fyri at vísa almenninginum teirra ítrótt, men at áhugaði annars altíð kunnu venda sær til teirra ella til Parasport Føroyar. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Yngsti limurin í føroyska race­running-hópinum er 13 ára gamli Levi Hanusar­ son, og hann er sera kvikur. Hann er so­mikið kvikur, at hann fyrr í mán­ að­inum setti heims­met, tá ið hann luttók í World Para Athletics Junior Champion­ships í Nottwil, Sveis. Hetta var í U16-aldurs­ bólkinum á 100 metrum, har tíðin hjá honum var 30,21. Søgan hjá Levi í race­ running byrjaði í 2014, tá ið hann fekk sína fyrstu súkklu frá Parasport Før­ oy­um. Fyrstu tíðina varð súkklað mest til stuttleika á gongubreytum og á renni­breytini á Svanga­ skarði, men í 2017 skuldi hann luttaka í kapping, og tá fór hann av álvara at venja. At íðka racerunning gev­ur Levi nakað at ganga uppí og vera góður til. Levi situr vanliga í koyri­stóli, so at renna race­ runn­ing styrkir kroppin hjá honum og er gott fyri lungnafunktiónina. Hann er av lyndi kapp­ ingar­sinnaður yvirhøvur í spølum og líknandi, og tí liggur tað natúrligt í hon­ um at fáa ferð á tá hann rennur við súkkluni. – Hann hevur ein góð­ an venjara, ið dugir væl at motivera hann og leggur honum lag á – eisini tá hann venur sjálvur, sigur mamman, Poula Reinert Olsen. Heimsmetið fyrr í mán­ aðinum megnaði Levi at seta hóast tað var ivi um hann fór at kunna luttaka. – Levi varð skurð­við­ gjørdur í báðum hæl­sin­ unum síðst í januar. Vit vóru veruliga í iva, um hann kundi fara til kapp­ ing og um hann fór at vera klárur, men við góðari upp­venjing eftir skurð­ við­gerð­ina og innsatsi frá øllum, sum eru um Levi, so eydn­aðist tað, greiðir mamman frá. Levi býr tætt við Svanga­skarð og hevur tískil stutta leið til venj­ing, har hann venur við race­ running-hópinum undir leiðslu av Gunnari Eihilt Sivertsen. Tað ber til at fylgja við leiðini hjá Levi á facebook- síðuni 'Racerunning hjá Levi'. albinus@sosialurin.fo Levi setti heimsmet 13 ára gamli Levi Hanusarson er heimsins kvikasti ung­ lingur í racerunning Levi Hanusarson eigur heimsmetið í U16-aldursbólkinum