mánadagur 26. august 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í øllum fimm dystunum eydnaðist tað tí, sum var lægri á støðutalvuni, at vinna á favorittinum
FÓTBÓLTUR
1. Deild
Jóannes Hansen
Hetta mundi vera løgnasta
umfarið higartil í ár. Í øllum
fimm dystunum eydnaðist
tað tí liðnum, sum var lægri
á støðutalvuni, at vinna
ímóti liðnum, sum var hægri
á talvuni, og sum harvið varð
roknað at vera favorittur.
Tað
plagar
at
verða
sagt, at næstbesta liðið hjá
teimum, sum eisini eru um
boðað í bestu deildini, ofta
viknar, tá ið tað er farið um
mánaðarskiftið august/sep
tember. Tað verður sagt at
koma av, at tá flyta nógvir av
landinum í lestrarørindum.
Nakrir av teimum bestu á
næstbesta liðnum flyta upp,
og nakrir fara av landinum.
Tveir heimasigrar
í Gundadali
Løgnasta ella mest óvæntaða
úrslitið leygardagin var, tá
ið HB vann 1-0 á heimavølli
ímóti 07 Vestur. Í fyrstu at
løgu varð roknað við, at
tapið fór at bera við sær, at
07 Vestur nú var verri fyri í
strembanini at vinna upp
flyting. So vísti tað seg, at
tapið broytti einki, hvat
møguleikanum at flyta upp
viðvíkur, tí øll hini í topp
inum eisini taptu.
HB sigursmálið skoraði
Rói av Fløtum, tá ið ein
knappur tími var farin. Hóast
HB vann ímóti favorittunum,
so er HB framvegis næst
aftast og harvið er setning
urin framvegis at stríðast
fyri at sleppa undan niður
flytingarhóttanini.
Longu áðrenn HB hevði
vitjan av 07 Vestur, høvdu
næstbestu liðini hjá B36 og
EB/Streymi dystast í Gunda
dali. Har var eingin spenn
ingur, tí B36 vann 6-0. EB/
Streymur er aftast og mest
sum fokið úr næstbestu
deildini. Trivaligi sigurin ber
við sær, at B36 nú er fýra stig
frammanfyri grannarnar í
HB, sum eru næstaftast.
16
ára
gamli
Mattias
Weihe Joensen skrivaði í
síðstu viku undir sáttmála
við B36. Leygardagn skoraði
hann fyri fyrstu ferð á næst
besta liðnum. Hann var tví
faldur málskjútti.
Hjá sandoyingum hevur
tað verið upp og niður.
Leygardagin reisti B71 seg
á heimavølli eftir trivaligt
4-0 tap í Klaksvík. NSÍ,
sum
hevur
kappast
við
Víking um oddasessin, var á
Sandi og noyddist aftur um
Skopunarfjørð við 3-1 tapi.
41 ára gamli Clayton Soares
legði beinanvegin heimaliðið
framum. Hann hevur skorað
13 mál og er toppskjútti í
deildini.
Skála skoraði
í síðstu løtu
Tað var dramatikkur og
spenningur á Skála, har teir
næstbestu hjá Skála høvdu
vitjan av teimum næstbestu
hjá Víkingi, sum er topplið.
Skálamenn
eru
ellivu
ferðir fyrr í ár farnir av vøll
inum við einum stigi. Tá ið
fjórði dómarin leygardagin
vísti skiltið, sum segði, at
tað vóru fýra minuttir lagdir
aftrat, var støðan 1-1, og tólvti
javnleikurin sá út til at vera
fýra minuttir burtur.
Men hesa ferð koppaði
tað til fyrimunar fyri Skála,
tá ið 92 minuttir vóru farnir.
Eftir innlegg úr vinstru
og út frá smekkaði Leivur
Zachariassen til. Víkinga
verjan blokeraði, bólturin
fór upp í luftina, og á
fimm metrum var Andreas
Egeberg Jacobsen fyrri á
bóltinum enn málverjin, og
so sendi hann við høvdinum
bóltin í málið.
Skála vann 2-1 og syrgdi
harvið fyri, at fjarstøðan til
niðurflytingarpláss
fram
vegis er trý stig. Skála er á
áttanda plássi við 20 stigum,
og HB er á níggjunda plássi
við 17 stigum.
Favorittarnir
í
Víkingi
løgdu seg framum, tá ið
smáir tjúgu minuttir vóru
farnir.
Ingi
Jonhardsson
legði flatt innfyri úr vinstru,
og Martin Klein Joensen,
sum í summarsteðginum
skifti úr NSÍ og aftur til
Víking, skoraði.
Skála
hevði
greiða
yvirvág í spæli og Leivur
Zachariassen
sendi
við
frísparki bóltin í tvørtræi,
men tað var ikki fyrr enn
miðskeiðis í seinna hálvleiki,
at tað eydnaðist at javna.
Akkurát innskifti Poul
Kallsberg
javnaði,
eftir
álop í høgru og innlegg frá
Andreasi Egeberg Jacobsen.
Eftir at Skála hevði javn
að,
var
spælbýtið
meiri
javnt.
Bæði
Skála
mál
verjin, Martin Danielsen, og
Víkinga málverjin, Bárður
á Reynatrøð, høvdu fínar
bjargingar, áðrenn tað loks
ins eydnaðist heimaliðnum
at skora sigursmálið.
Hóast tapið er Víkingur
framvegis topplið við 40
stigum.
B68 skiftir venjara
Leygarkvøldið fór B68 úr
Klaksvík við 3-0 sigri ímóti
teimum næstbestu hjá KÍ.
Hetta var á sjálvum 115 ára
stovningardegnum hjá KÍ.
Leikbann og skaðar á
besta liðnum vóru orsøk til,
at fleiri superveteranar vóru
á heimaliðnum. 49 ára gamli
Jákup Mikkelsen vardi málið.
Tá ið tað restaðu tíggju
minuttir og gestirnir vóru
frammanfyri 3-0, bjargaði
fyrrverandi
landsliðsmál
verjin, tá ið Bárður Ó. Jensen
royndi seg við brotssparki.
Millum
útispælararnar
hjá KÍ var 41 ára gamli Heðin
á Lakjuni, sum bava var á
vøllinum í fyrra hálvleiki.
Aðrir veteranar á KÍ liðnum
vóru Kristoffur Jakobsen,
Hjalgrím
Elttør
og
Atli
Danielsen, sum spældi síðsta
hálva tíman.
Hjá B68 var tað merkis
vert, at veteranurin Jóhan
Dávur Højgaard vardi málið.
Hann plagdi at vera miðverji,
men hetta var fyrsta ferðin í
ár, at hann var á besta B68
liðnum.
Miðalaldurin á útispælar
unum hjá B68 var væl lægri,
enn hann var hjá heimalið
num, og gestirnir orkaðu
betri at spæla. Stigatalvan
kundi bent á, at heimaliðið
var favorittur, men tað var
B68, sum var omaná, og sum
spældi seg til nógvar mál
møguleikar.
16 ára gamli Áki Johanne
sen setti hol á eftir innlegg
úr høgru og við stútara
við handara stólpa, tá ið
hálvur tími var farin, og
dygst undan steðginum økti
Sveinur
Justinussen
um
B68 leiðsluna til 2-0, tá ið
hann eitt sindur úr vinstru
og 20 metra fjarstøðu og
við
frísparki
smekkaði
bóltin dygst undir nærru
samankoming. Í fjør skoraði
Sveinur Justinussen 11 mál í
landskappingini. Málið hjá
honum í Klaksvík leygar
dagin var tað fyrsta í ár.
Búi í Hjøllum varð skiftur
inn á B68 liðið miðskeiðis í
seinna hálvleiki. Hann hevði
verið á vøllinum í fimm min
uttir, tá ið hann staðfesti 3-0
sigurin. Eftir ov stutta aftur
legging smekkaði hann av
brotsteigarmarkinum
eitt
sindur í høgru bóltin upp
undir nettakið.
Fulla úrtøkan í Klaksvík
ber við sær, at B68 nú er á
fimta plássi við 25 stigum.
Tað eru trý stig aftur til B71
á sætta plássi og tíggju stig
fram til KÍ, sum er á fjórða
plássi.
Toftamenn
vóru
ikki
meiri enn komnir út aftur á
Toftir, tá ið nevndin í Tofta
Ítróttarfelag boðaði frá, at
B68 og venjarin, Svenn Ó.
Olsen, í Gøtu nú fara hvør til
sítt. Nevndin segði í tíðinda
skrivi leygarkvøldið, at tað
nú verður arbeitt við at finna
nýggjan venjara.
Tá ið Svenn Ó. Olsen og
B68 síðsta heyst skrivaðu
undir sáttmála varð sagt, at
hann fevndi um tvey ár.
joannes@sosialurin.fo
1. Deild menn
STØÐAN
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1.
Víkingur
20
11
7
2
40
20 (+20)
40
2.
NSÍ
20
12
3
5
41
27 (+14)
39
3.
07 Vestur
20
11
5
4
43
26 (+17)
38
4.
KÍ
19
11
2
6
49
30 (+19)
35
5.
B68
20
6
7
7
32
35
(-3)
25
6.
B71
19
6
4
9
34
48 (-14)
22
7.
B36
20
5
6
9
33
38
(-5)
21
8.
Skála
20
3
11
6
23
30
(-7)
20
9.
HB
20
4
5
11
25
35 (-10)
17
10. EB/Streymur
20
2
6
12
30
61 (-31)
12
Tað bóltaði rút
kring alt landið
KÍ - B68 0-3 (0-2)
0-1: Áki Johannesen 30.
0-2: Sveinur Justinussen 45.
0-3: Búi í Hjøllum 71.
Skála - Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Martin Klein 19.
1-1: Poul Kallsberg 66.
2-1: Andreas Egeberg Jacobsen 92.
HB - 07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0: Rói av Fløtum 59.
B36 - EB/Streymur 6-0 (3-0)
1-0: Sandri Færø 8.
2-0: Niels Johnsson 23.
3-0: Mattias Weihe Joensen 29.
4-0: Heini í Skorini 74.
5-0: Mattias Weihe Joensen 82.
6-0: Jónas Warner 92.
B71 - NSÍ 3-1 (1-1)
1-0: Clayton Soares 3.
1-1: Mórits Heini Mortensen br 26.
2-1: Tijani Mohammed 54.
3-1: Aron Clementsen 84.
Máltindurin
Clayton Soares, B71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
Andri Benjaminsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
Aksel B. Danielsen, KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Niels Mouritsen, 07 Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Óli Højgaard Olsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Solomon Kwao, 07 Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
21. umfar
Fríggjadagin 30. august
EB/Streymur - Skála
Víkingur - NSÍ
07 Vestur - B68
HB - B71
B36 - KÍ