mánadagur 26. august 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Felags fyri toppliðini er, at tey í gjár
vunnu teprar sigrar og høvdu hepnið
við sær fram ímóti dystarenda
Jóannes Hansen
B36 er topplið, og NSÍ er
næstfremst. Í gjár vunnu
bæði tey fremstu granna
uppgerðir 2-1, og í báðum
førum var tað á útivølli.
Felags fyri B36 og NSÍ
var tað eisini, at tað í síðstu
løtu var um reppið, at sigurin
glapp favorittunum av hond
um, tá ið mótstøðuliðini
spældu seg til stórar mál
møguleikar, men tað koppaði
favorittunum til fyrimunar.
Soleiðis plagar tað at vera
hjá teimum, sum eru á aldu
kambinum, og soleiðis var
tað í gjár hjá B36 og NSÍ, sum
bæði hava undanvind.
KÍ vann tepran sigur
á
Eiði,
og
klaksvíkingar
droyma framvegis um, at tað
skal eydnast at vinna fyrsta
FM heitið í 20 ár.
Í fjør var HB sera sann
førandi meistaralið. Soleiðis
hevur tað ikki verið í ár. HB
er seks stig frá toppinum, og
tað er ov tíðliga at avskriva
HB
í
meistarastríðnum.
Ikki minst tá ið Adrian
Justinussen í gjár vísti, at
hann nú er á støðinum, sum
í fjør bar so nógv mál og so
nógvar sigrar við sær.
Sunnudagin skal HB til
Klaksvíkar. Um tað eydnast
at vinna fulla úrtøku, so
verður HB frammanfyri KÍ.
HB eigur eisini innanhýsis
uppgerðir ímóti B36 og NSÍ,
og bæði NSÍ og B36 skulu
spæla ímóti KÍ – NSÍ tvær
ferðir. Harvið er tað lagt upp
til fleiri finalur í kappingini
um FM.
Brian aftur á blettinum
AB - B36 1-2
B36 vann 2-1 á Argjum.
Sigursmálið skoraði Brian
Jakobsen lítla løtu eftir
steðgin. Brian flutti í vetur av
Skála og til B36. Fyrstu tíðina
gekk tað sum eftir ánni. Tá
ið kappingin var fýra umfør
gomul hevði hann skorað trý
mál, og hann skoraði í báðum
dystunum í kappingini um
løgmanssteypið, sum B36
var við í.
Síðani hevur tað verið
longri millum málini og
møguleikarnar á besta lið
num. Brian skoraði annað
málið, tá ið B36 17. mai vann
2-1 á Skála, men síðani hevur
hann ikki skorað. Ikki fyrr
enn í gjár á Argjum.
Árni Frederiksberg legði
innfyri úr høgru, bólturin
tók í tvørtræið, og so var
Brian Jakobsen á rætta stað
num og í røttu løtuni.
– Eg fegnist saman við
honum um avrikið og um,
at tað eydnaðist honum at
skora fyrsta málið síðani
mitt í mai. Hann hevur verið
smáskaddur, og tað eru fleiri
við í kappingini um fremsta
plássið. Í gjár fekk hann
møguleikan, og hann tók av,
tí hann vísti góðan hugburð
og arbeiddi nógv, og so skor
aði hann sigursmálið, sigur
B36 venjarin Jákup á Borg.
Heimaliðið hevði síðstu
løtuna møguleikar at skora
eitt mál aftrat?
– Vit áttu at havt økt um
leiðsluna til 3-1, tí vit høvdu
møguleikar til tað. At tað
ikki eydnaðist bar við sær, at
tað ikki var tann friður yvir
spælinum, sum átti at verið,
og tað kundi havt kostað.
AB vísti fínan hugburð, og
AB var sera vandamikið í
mótálopum. Tá ið Bárður
Olsen við frísparki úr 45
metrum legði teir framum,
vóru vit ikki sannførandi í
verjupartinum, men Hans
Jørgensen í málinum bjarg
aði meistarliga, tá ið tað stóð
á, sigur Jákup á Borg.
Michal Przybylski javnaði
til 1-1 seks minuttir eftir, at
Bárður Olsen legði AB fram
um. Tað var eftir langt inn
kast og eitt sindur av aftur
og fram.
– Hetta var soleiðis, sum
tað so ofta hevur verið hjá
okkum fyrr í ár. Vit hava ikki
marginalirnar við okkum,
staðfestir AB miðvallarin
Bárður Olsen.
– Eg tími ikki at tosa um
dómararnar, men eg haldi,
at vit í tveimum førum vóru
snýttir fyri brotsspark, sigur
Bárður Olsen.
Mikkjal lættur
um hjartað
EB/Streymur - KÍ 0-1
Síðstu løtuna var tað eina
ferð um reppið, at EB/
Streymur javnaði. Veteran
arnir Arnbjørn Hansen og
Hans Pauli Samuelsen vórðu
skiftir inn í seinna hálvleiki,
og Hans Pauli var í góðari
støðu, tá ið hann mitt fyri
royndi seg av brotsteigar
markinum, men bólturin fór
væl omanfyri málið.
– Teir vóru væl betri enn
vit í fyrra hálvleiki, tá ið teir
høvdu møguleikar at skora
fleiri mál enn tað eina, sum
teir fingu. Eftir steðgin vóru
vit væl betri við, og um vit
vóru hepnir, so kundu vit
hava vunnið eitt stig, stað
festir EB/Streyma liðformað
urin Rógvi Egilstoft Nielsen.
KÍ
venjarin
Mikkjal
Thomassen fegnast um, at
tað í Hólmanum eydnaðist
at vinna øll stigini:
– Tað hevur verið tor
ført hjá okkum seinastu
ferðirnar. Vit hava verið
meint raktir av skaðum og
leikbannum, og tað vóru
vit eisini á Eiði. At vit hava
saknað fleiri spælarar, sum
eru millum teir fyrstu ellivu,
um teir eru tøkir, hevur
kostað, tí vit hava mist bæði
ímóti Skála og B36. Tí hevði
tað alstóran týdning, at vit
vunnu á Eiði. Vit høvdu tak á
tí mest sum alla tíðina, sigur
KÍ venjarin.
Einasta málið skoraði Páll
A. Klettskarð seks minuttir
undan steðginum. Hetta var
fyrsta málið hjá Pálli, síðani
hann undan summarsteðg
inum flutti aftur úr Italia og
til KÍ. Síðani 22. juni hevur
Páll spælt seks landskapp
ingardystir, og í gjár skoraði
hann fyrsta málið í ár.
Klæmint er
stóri munurin
Skála - NSÍ 1-2
Tá ið dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð á Skála, vísti
máltalvan 1-2. Talan var um
lívliga
og
undirhaldandi
grannauppgerð, og tað vóru
møguleikar í báðum endum.
Í spæli og býti av mál
møguleikum var tað rættiliga
javnt.
Skála
hevði
fleiri
royndir ímóti málinum, enn
NSÍ hevði, men tað var NSÍ,
sum fór avstað við øllum
stigunum:
Stóri munurin á liðunum
var, at NSÍ eigur Klæmint A.
Olsen. Í gjár skoraði hann
tvey mál, og nú er málmetið
hjá honum í landskappingini
185.
Higartil í ár hevur hann
skorað 23 mál í landskapp
ingini. Einaferð áður hevur
hann skorað 23 mál í lands
kappingini. Tað var í 2016. Nú
er tað bara ein spurningur
um tíð, áðrenn hann fer at
taka sítt egna met fyri mál
skorað í landskappingini.
Næsta metið er at taka met
ið, sum Uni Arge og Súni
Fríði Johannesen eiga. Teir
hava báðir skorað 24 mál.
Uni Arge í 1997 og Súni Fríði
Johannesen í 1995.
Sunnudagin
fær
NSÍ
vitjan av EB/Streymi. Tað
kann væl vera, at Klæmint tá
fer at leggja seg undir liðina
á teimum báðu omanfyri
nevndu, og tað kann væl
vera, at hann fer at lyfta seg
longri upp enn so.
Tá ið NSÍ 19. mai spældi
ímóti EB/Streymi á útivølli,
vann NSÍ 8-1, og Klæmint A.
Olsen skoraði fimm mál.
Í gjár vórðu bæði málini
skorað í eyðkenda stílinum,
og í báðum førum var tað
eftir innlegg úr vinstru. Í
fyrra førinum var Klæmint
høvdið
omanfyri
mót
støðumannin, tá ið hann
við
høvdinum
smekkaði
bóltin í nettakið, eftir at
Búi Egilsson hevði snittað
víðari eftir langt innkast, og
í seinna førinum var hann
í málteiginum, tá ið Petur
Knudsen eftir skjótálop legði
innfyri úr vinstru.
Heðin Klakstein minkaði
um munin, eftir at innskifti
Djóni Petersen legði innfyri
úr vinstru.
So var heilt spennandi, og
Skála vann risastóran møgu
leika í síðstu sekundunum, tá
ið Jákup Johansen var leys
ur og við høvdinum setti
bóltin omanfyri uttarlaga
stadda NSÍ málverjan Tórð
Thomsen, men bólturin fór
við síðuna av málinum.
– Eg eri nøgdur við hug
burðin og avrikið, sum minti
um tað í Klaksvík, tá ið vit
vendu 0-2 til 2-2. Í longum
løtum spældu vit heilt væl,
og vit høvdu møguleikar
at skora fleiri mál, men tað
eydnaðist ikki at skora meiri
enn eitt mál. Tí taptu vit,
sigur Skála venjarin Eyðun
Klakstein.
– Talan var um fínan
fótbóltsdyst millum tveir
ymiskar mátar at spæla
uppá. Vit høvdu nógv smá
spæl og vístu hugflog, og teir
eru kendir fyri aðrar dygdir
– teir eru kropsliga sterkir,
tryggir, og teir spæla bein
leiðis og við nógvum inn
leggum.
NSÍ
spælarin
Petur
Knudsen var sjálvandi fegin
um sigurin:
– Vit hava spælt fleiri
tættar dystir, og vit hava
fleiri ferðir skorað avgerandi
málið í síðstu løtu og eisini
bjargað okkum í verjuspæl
inum, tá ið nógv hevur staðið
FÓTBÓLTUR
B36 OG NSÍ HAVA
MARGINALIRNAR
VIÐ SÆR