mánadagur 26. august 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Íslendski H71-venjarin, Einar
Jónsson, verður av HSF settur
í starv sum venjari hjá U04-
kvinnulandsliðnum.
B36 vinnur 2-0 á Kí í útsetta
oddabrakinum í Klaksvík,
har Árni Frederiksberg og
Stefan Radosavljevic eru
málskjúttar.
Brandur Hendriksson verður
annan dystin upp í slag kosin
dagsins leikari í FH, hesaferð
eftir tvey mál í 2-1-sigri á
Fylkir.
Brandur Halgirsson úr H71
og Marianna G. Eystberg
skifta til danska felagið,
Ajax København.
Jóan Símun Edmundsson
skorar sítt fyrsta mál hetta
kappingarárið í 3-1-sigri hjá
Arminia Bielefeld ímóti Jahn
Regensburg.
B36 og NSÍ halda fast um
oddasessirnar í Betrideildini
eftir 2-1-sigrar á ávikavist
AB og Skála.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Magnus Dal-Christiansen
Aldur: 22
Ítróttur: Frælsur ítróttur
og badminton
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 20
2. Neistin
3. 1990
4. Mjølnir
5. Zoran og Deni
6. Novak Djokovic
7. Simen Sandmæl,
Torbjørn Grytten,
Magnus Stramnestrø
8. Stefan Radosavljevic
Hevði tú væntað at tit,
stafettin, kláraðu at seta
tvey føroysk met til FM?
– Eg vónaði og væntaði at vit klár
aðu at seta í øllum førum eitt av
metunum. Vit vistu at vit høvdu
ferðina til at taka í øllum førum
4x100m metið. Tað er nógv sum
kann miseydnast, men tað gekk
sera væl hjá okkum. At renna ein
400m krevur gott sprintúthaldni,
og tað hava nakrir av okkum ikki
vant so nógv. So eg var meira
skeptiskur um vit fóru at klára
tað. Men vit fóru eftir metinum
eisini í 4x400m, og so er man
noyddur at trúgva uppá tað.
Hvat er avgerandi fyri
at man sum stafett
klárar at seta eitt
nýtt føroyskt met?
– Tað er avgerandi at allir eru skjót
ir rennarar og at veðrið er so stilt
og turt sum gjørligt. Tíðin verður
skjótt ávirkað av vindi. Tað síðsta
er at menninir hava vant skiftini,
tvs.vant at geva boðini víðari til
næsta rennara. Verður hetta gjørt
rætt er rennarin, sum
fær boðini, í
fullari ferð
tá hann
sleppur
avstað.
Hví metir tú at hesi bæði
metini, ið tit tóku, hava
staðið í heili 30 ár?
– Tað eru fleiri orsøkir. Ein orsøk
er at tá teir settu metini, vóru tað
landslið sum runnu. Tí hava met
ini í flestu førum helst verið ov
góð at taka hja einstøkum feløg
um. Vit vóru jú allir menn úr
Hvirluni, sum runnu. Eisini er tað
ofta miseydnast hjá okkum, tá vit
hava roynt at tikið metini. Antin
er onkur blivin skaddur av at
kappast í fleiri greinum til FM, ella
so er sjálv renningin miseydnað á
onkran hátt.
Tú ert eisini badminton-
spælari. Hvussu riggar
tað hjá tær at gera
báðar ítróttirnar?
– Í periodum riggar tað væl. Tad fer
við nógvari tíð, men mær dámar
væl at brúka nógva tíð uppá ítrótt.
Eg havi viðhvørt verið noyddur ar
fokusera meira uppá aðra ítrótt
ina, um onkur stór kapping hevur
verið. Seinasta áríð havi eg eisini
arbeitt sum skrellimaður, og hetta
tíðarskeiðið hevur tað verið ov
hart at brúka nógva tíð uppá báð
ar ítróttirnar.
Hvørjar eru framtíðar
ætlanirnar hjá tær í
frælsum ítrótti?
– Eg vil helst sleppa at venja
so nógv sum gjørligt, gjarna
nógv meira enn tað seinasta
árið. Tá eg sleppi at venja
meira vera úrslitini eisini
munandi betri, tískil fari eg
helst at seta mær mál eisini
um at fáa góð úrslit uttan
lands. Fyrsta stigið er
tó at venja meira.
„Nei, nei, nei. Brotsspark?
Nei, nei. Tað var klárt
hond síðsta dyst.
Eg sá tann dystin.
Brotsspark? Nei takk.“
Pep Guardiola, Manchester City-venjari, í (helst) sarkastiskari
viðmerking eftir at teir ikki fingu VAR-brotsspark ímóti Bournemouth
„Kanska vit áttu at fingið
eitt straffi ella tvey,
sum ikki verða dømd,
men marginalarnir
eru ikki við okkum.“
Bárður Olsen eftir 2-1-tapið ímóti B36
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir.
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast.
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við.
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Leicester-áleyparin, Jamie Vardy, er Sheffield
Wednesday-fjeppari, og tað sluppu fjeppararnir
hjá arvafíggindunum í Sheffield United at merkja
tá ið hann skoraði ímóti teimum um vikuskiftið.
Myndin hesa vikuna:
1. Hvussu nógv mál skeyt Adrian Justinussen
í Betrideildini í fjør?
2. Hvat lið hevur vunnið FM oftast í bestu
hondbóltsdeildini hjá kvinnum?
3. Hvat ár vann Føroyar 1-0 ímóti Eysturríki
í Landskrona?
4. Hvat lið vann greipuna í føroyskum
mansflogbólti í fjør?
5. Hvussu eita Pavlovic-feðgarnir
í føroyskum fótbólti?
6. Hvør vann Wimbledon í tennis í ár?
7. Nevn tveir av teimum trimum norðmonnunum í KÍ.
8. Hvussu eitur B36-leikarin á myndini?