mánadagur 26. august 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Hetta er seinasti ÍtróttarSosialurin undan Løgtings
valinum, sum verður komandi leygardag. Tað hevur
sjáldan verið gjørt so nógv burturúr einum valstríðíð,
har øll skulu hava og hava. Øll skulu hava betri
sømdir og og skulu tjena meir og so framvegis.
Í fleiri førum verður ítróttarmál brúkt. Alt frá at
spæla sum eitt lið, til brøgdini í føroyskari ítróttar
søgu. Men eg síggi ikki ítróttin verða serliga høgt
raðfestan Eg síggi ikki nakran av stóru flokkunum
ella politikkarunum hava ítróttin høgt raðfestan.
Ítróttur fyllur ótrúliga nógv í okkara gerandisdegi
og krøvini til ítróttarfeløgini eru stór. Børini skulu
hava góðar umstøður, góðar venjarar við útbúgving
og tey skulu luttaka í kappingum bæði í Føroyum og
í útlandinum.
Men eg havi enn ikki sæð eina ætlan fyri føroyskan
ítrótt í stóra samanhanginum. Hvat vilja vit og
eru vit sinnaði at gera íløgur í ítróttarfólkini. Ikki
bara í umstøðurnar og grundstøði. Tað er frálíkt at
skúlarnir og ítrótturin er farin at spæla saman, men
hvat so við teimum, ið veruliga velja ítróttin.
Tey, sum hava avrikini og lívsstílin hjá Páli V.
Joensen sum fyrimynd. Eitt nú Sverri Nielsen, sum
rør á elitu stigi á heimsplan. Hvussu styrkja vit og
stuðla vit teimum, og hvussu lofta vit teimum, um
tað gongur galið. Skulu vit luttaka sum føroyingar
ella danskarar? Skal Føroyar verða eitt ítróttar
miðstaður?
Politikkarar eru tey fyrstu, at stilla seg fram tá vit
klára okkum væl í ítrótti – men hava tit eina ætlan
fyri framtíðina?
trondur@sosialurin.fo
Hvar er
ítrótturin
í politikk
inum?
FÓTBÓLTUR
Jóan Símun er
aftur á landsliðnum
Jóan Símun Edmundsson er aftur á
landsliðnum, meðan Sonni Ragnar
Nattestad framvegis ikki er tøkur. Hørður
Askham er aftur í landsliðshitanum
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Lars Olsen, føroyskur landsliðs
venjari, hevur í dag úttikið lands
liðið til dystirnar móti Svøríki, 5.
september á Tórsvølli, og Spania 8.
september í Gijón.
Gunnar
Nielsen
og
Jóan
Símun Edmundsson eru aftur á
landsliðnum, eftir at hava sitið
yvir við skaða í seinastuni. Lars
Olsen leggur upp til, at tað verður
dystur plássið í málinum. Odmar
Færø hevur fingið ein snudd, men
er tøkur. Tað er Sonni Ragnar
Nattestad ikki.
– Eg havi tosað við venjaranum
hjá honum í FC Fredericia. Hann
hevur trupulleikar við knænum,
eftir at hann var í Føroyum og
vandi í summar, sigur Lars Olsen.
Jóan Símun Edmundsson hevur
ikki spælt seinastu dystirnar á
landsliðnum vegna skaða. Hann er
tøkur aftur hesaferð. Eisini er aftur
val til Patrik Johannesen. Hann
kom við upp á avboð til dystirnar
móti Spania og Norra.
Fleiri spælarar sita uttanfyri
Lars Olsen segði til tíðindafundin,
at tað er ein avbjóðing at fleiri av
okkara útisetum ikki spæla fast á
sínum liðnum. Hann nevndi millum
annað Gunnar Nielsen, Viljorm
Davidsen og Gilla Rólantsson, sum
allir hava sitið nógv á bonkinum
seinastu dystirnar.
Hann segði eisini, at størsti
møguleikin fyri at fáa stig er móti
Svøríki. Tí verður alt lagt í tann
dystin – uttan fyrilit til dystin móti
Spania. Hann váttaði eisini, at liðið
kemur at spæla við fýra í verjuni
móti Svøríki, men at tað er ein
møguleiki við aðrari spælskipan
móti Spania í Gijón.
Lars Olsen sigur á tíðindafund
inum, at enn leitar eftir at finna
røttu samansetingina á miðjuni,
har Hallur Hansson og Brandur
Hendriksson hava víst góðar dygdir.
Jóan Símun Edmundsson hevur
eisini spælt á miðjuni hjá Arminia
Bielefeld hetta kappingarárið, men
tað verður nokk ikki á landsliðnum
enn.
– Tað hevði verið spennandi at
sæð hann á miðjuni, men eg veit
ikki heilt hvussu tað hevði tikið seg
út í verjustøðu. Kanska í framtíðini,
sigur Lars Olsen.
trondur@sosialurin.fo
Landsliðsúttøka
Hópurin
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Verjan:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)
Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen,
SK Brann (Norra)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Magnus Egilsson, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal,
Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Miðjan:
Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen,
FH Hafnarfjørður (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen,
Kristiansund BK (Norra)
Álop:
Jóan Símun Edmundsson,
DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík