týsdagur 27. august 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Høgra-
vinstra-
ella
miðsam
gonga
Øll
valúrslit
síðani
1906
VALBLAÐ SÍÐA 32
Seinasti møguleiki hjá valevn
um at gera vart við seg her í
blaðnum fyri valið er í Viku
skiftisSosialinum, sum verður
prentaður í morgin, hósdagin
seinnapartin.
Tey valevni og teir flokkar,
sum vilja hava lesarabrøv og
lýsingar við í hetta blaðið, eru
vælkomin at venda sær til
blaðið á telefon 341800 ella á
telduposti kari@sosialurin.fo.
Á in.fo ber sjálvandi til
at senda valgreinar líka til
valhølini lata aftur leygar
kvøldið. Tær skulu sendast til
post@sosialurin.fo
Tey valevni ella flokkar,
sum vilja hava lýsingar á in.fo,
skulu senda tær til kari@
sosialurin.fo
Seinasti møguleikin at
røkka veljarunum
Stórsteypadystirnir í hond
bólti verða í Hoyvíkshøllini
leygardagin 7. september mill
um liðini, ið royndust best
undanfarna kappingarár, og
hesaferð hevur Lions Club
gjørt av, at tað verður Felagið
fyri lesi- og skriviveik, ið fær
ágóðan.
Vanliga
eru
stórsteypa
dystirnir í hondbólti sunnudag,
men av tí at landsdystur í fót
bólti er tann dagin millum
Spania og Føroyar, eru dystir
nir um Lionsbikørini hjá bæði
kvinnum og monnum í Hoy
víkshøllini leygardagin 7. sep
tember.
Hjá
kvinnunum
verður
dysturin klokkan 16 millum
Kyndil og VÍF, ið royndust best
av øllum, men tó við Kyndli
sum greipuvinnara. Kyndil
vann á VÍF í steypafinaluni og
vann eisini á VÍF í tveimum av
trimum finalum um føroya
meistaheitið. Spennandi verð
ur at síggja, hvussu væl fyri
kvinnurnar hjá siðvandu feløg
unum eru undan komandi
kappingini.
Mansdysturin
verður
klokkan 18 millum H71 og
Neistan, ið vunnu hvør sína
kapping – H71 vann føroy
ameistaraheitið og Neistin
steypafinaluna. Í FM-finalu
num møttust júst hesi bæði
feløgini, men H71 var drúgvari
og vann tveir av trimum dyst
um, og í steypafinaluni vann
Neistin
á
grannunum
úr
Kyndli.
Lesi- og skriviveik
ágóðan
Sum vanligt, er tað Lions
Club í Føroyum, ið skipar
fyri dystunum í samstarvi
við
Hondbóltssambandið.
Arbeiðsbýtið er skipað so
leiðis,
at
Hondbóltssam
bandið tekur sær av tí, sum
hevur við sjálvan dystin at
gera, og so tekur Lions Club
Tórshavn sær av tí, sum er
rundanum, so sum innkrevj
ing og annað.
Í ár hevur Lions Club
gjørt av, at tað verður Felagið
fyri lesi- og skriviveik, ið fær
ágóðan av dystunum um Li
onsbikørini, umframt ágóð
an av stórsteypadystunum
í fótbólti, sum verða í vár.
Tað vil siga, at allur ágóðin
frá teimum tilsamans fýra
dystunum verður lagdur sam
an og handaður, tá ið allir dyst
irnir eru spældir. Upp á tann
mátan fæst eisini ein munagóð
upphædd, ið kann dugna felag
num betur.
Reglurnar fyri Lionsbikarið
eru tær, at spælt verður um
tað í tíggju ár, og so fær tað
felagið, ið hevur vunnið oftast,
bikarið til ognar. Stendur á
jøvnum millum tvey ella fleiri
feløg eftir hesi tíggu árini,
verður spælt, til eitt felag
hevur vunnið.
Kappast um Lionsbikør
Leygardagin skal slagið standa. Tá
skulu vit føroyingar gera av, hvør
skal stjórna landi okkara næstu helst
fýra árini.
Vit eru sjálvandi ikki á einum máli
um, hvør kósin skal vera. Um vit skulu
hava borgarliga politikk við Fólka
flokkinum og Sambandsflokkinum,
ella um vit skulu hava vinstrapolitikk
við Javnaðarflokkinum og Tjóðveld
inum.
Vit eru heldur ikki á einum máli
um, hvussu stjórnarviðurskiftini við
Danmark skulu vera framyvir. Onkur
vil loysing, onkur vil varðveita sam
bandið við Danmark, men tó hava
meira sjálvstýri, meðan uppaftur
onkur fyri alt í verðini vil varðveita
viðurskiftini júst sum tey eru.
Tað tykist ikki, at ríkisrættarligu
viðurskiftini eru í høgum kursi mill
um veljararnar í løtuni – og tí bend
ir nógv á, at slagið fer at standa um
vinstra ella høgra. Um tað ikki verður
so skarpt, sum millum sitandi lands
stýrið og andstøðuflokkarnar, so er
ein møguleiki harímillum.
Um
samgonguflokarnir
ikki
megna at telja upp í 17 leygarkvøldið,
so hevur løgmaður boðað frá, at hann
hevur hug á Sambandsflokkinum.
Klára Bárður og Aksel at telja upp
í 17 leygarkvøldið, so er ein møguleiki
fyri eini mið-vinstrasamgongu.
Tískil hava vit eftir øllum at
døma tríggjar møguleikar fyri sam
gongu eftir valið: Eina borgarliga
samgongu við Fólkaflokkinum, Sam
bandsflokkinum og Miðflokkinum.
Eitt mið-vinstralandsstýri við Javn
aðarflokkinum, Sambandsflokkinum
og Miðflokkinum ella Framsókn. Og
sum triðja møguleika, at sitandi sam
gongu megnar at telja upp í 17.
Hóast ósamd um hetta, so hevur
tað stóran týdning, at vit øll nýta
okkara demokratiska rætt og fara á
val og velja tann flokk, sum vit halda
bestan vera at stjórna landinum.
Gera vit øll okkara besta eftir okk
ara bestu sannføring, so kann tað ikki
vera meira demokratiskt, og so fáa vit
tað stýri, sum vit sjálvi hava valt.
Tað er tó líka tað, at vit vita ikki
frammanundan, hvør spælir við
hvønn – sum tey vita í øðrum lond
um. Tað hevði sjálvandi verið gott at
vitað, áðrenn krossurin verður sett
ur. Her eru politisku flokkarnir ikki
nóg greiðir. Teir vilja so fegnir fram
at valdinum, at teir tora ikki at siga
okkum veljarum tað undan valinum –
av ótta fyri at mála seg upp í ein krók.
Tað er tí, at politikarar mangan
gloyma, hví teir eru valdir á ting. Tað
jú fyri at tæna okkum. Hóast teir
mangan halda, at tað eru veljararnir,
borgararnir og skattgjaldararnir, sum
tæna politikarunum.
Tað eiga vit støðugt at meinna
okkara kosnu menn og kvinnur á –
og so eiga vit øll at fara mannsterk á
val leygardagin.
FARIÐ NÚ ØLL Á VAL
Leygardagin eigur
fólkið í Føroyum avgerðina
TÍÐARGREIN
VALBLAÐ SÍÐA 18-19