týsdagur 27. august 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
FÓLKIÐ Í
HØVUÐSSTAÐNUM
EIGUR VALIÐ
Eins og aðrastaðni er í Føroyum ein markantur munur á
hugburði og lívsstíli millum miðstaðin og útjaðaran – politiskt,
mentanar liga, sosialt, etiskt og á annan hátt. Hetta er í fínasta
lagi. Føroyingar kring landið skulu akkurát líka væl sum vit í
høvuðsstaðnum hava loyvi til at hugsa og liva eftir síni sann
føring. Tjóðini nýtist bæði eina holla kjølfesting í tí, sum hevur
verið, og eina framsókn móti tí, sum skal koma.
Hugburðurin í útjaðara num má tó undir
ongum umstøðum sleppa at taka kvørkratak
á høvuðsstaðnum, sum er og skal vera opin,
tíðarhóskandi, frílyntur og litríkur.
Andstøðuleiðarin, formaðurin í Fólka flokk inum, hevur
kunngjørt, at flokkur hansara má og skal vinna valdið í høvuðs
staðnum. Hann veit, at bert á tann hátt fær hann nóg mikið av
atkvøðum til at vinna valdið í øllum landinum. Og hetta verður
ikki gjørt við mýkin dum. Ein skotríð av lyftum og tilboðum. Ein
frumskógur av val plakat um, har flokskandidatar bæði av bygd
og úr býi renna hvønn annan um koll. Og ein røð av tilgjørdum
sen ti men tal um films brotum, har kandi datar nir sita og lippa
um kapp.
Endamál teirra við at vinna valdið í høvuðsstaðnum er
ikki at stuðla undir opinleikan og litríkidømið her. Í flestu
andstøðuflokkunum rekur tað hart móti tí modernaða og
frílynta lívinum, har vit virða ymiskleikan og frábrigdini hjá
hvørjum øðrum heldur enn at avmarka og køva hvønn annan.
Vit rópa varskó og fara enn sum áður at stríðast fyri, at
høvuðs staðurin í alsamt størri mun er frí lyntur og litríkur
og soleiðis kann røkja sínar undan gongu skyld ur mót vegis
føroyska sam felag num. Í framkomnum londum er ein tíð ar
hóskandi og dyna misk ur høvuðs staður ein av ger andi tát tur
í haldførinum, sum fram tíðar tryg gjar alt samfelagið í teirri
globalu kappingini um m.a. tey ungu, kreativu og virkisfúsu.
Poul Michelsen