Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Fjølbroytt men tamt valstríð Sjáldan hava so nógvir valfundir verið og sjáldan hava so nógvar plakatir verið at síggja undan einum løgtingsvali Árni Gregersen GREINING: Tríggir dagar eru eftir at reka valstríð í, men tær vikurnar, sum higartil eru brúkt­ar til valstríðið, hava verið tamar. Ikki tí, nógvir fundir hava verið, har valevnini hava havt høvi at siga sína hugsan og veljararnir havt møguleika at hoyra, hvat einstøku valevnini ætla. Umframt valfundirnar og valsendingarnar, sum Kring­ varpið hevur skipað fyri, hava mong onnur skipað fyri al­ mennum valfundum. Skúlar og aðrir almennir stovnar hava bjóðað valevn­ un­um til fundar. Flokkarnir sjálvir hava havt kjakfundir og val­café og so eru tað fakfeløg­ ini og onnur áhugafeløg, sum hava nýtt høvi til at seta krøv fram, so valevnini kunnu taka tey við sær, verða hesi vald á ting. Tað er helst fyrstu ferð, at so mong fakfeløg og áhuga­ feløg hava skipað fyri fundum, har tey hava lagt krøv fram fyri valevnunum. Talan er um 179 valevnir, men bert 33 av teimum verða vald á ting í fyrsta umfari. Hvør er munurin Níggju flokkar stilla upp hesa­ ferð. Sjey av teimum hava havt umboðan í tinginum, sum nú leggur frá sær og tveir teirra eru nýggir flokkar, sum royna seg fyri fyrstu ferð. Ofta hevur stórur munur verið í valstríðnum - fyrst og fremst um loysing og samband, men eisini hevur munur verið á politikkinum hjá borgarligu flokkunum og teimum meira sosialistisku. Flokkarnir hava ikki broytt stevnumið, men tað er lætt at síggja, at frontarnir eru ikki so skarpir sum teir mangan hava verið. Nú verður hugt nógv eftir um sitandi samgonga varð­veitir meirlutan ella meir­ lut­in koppar yvir til and­støð­ una. Sitandi samgonga bestend­ ur av tveimum sosialistiskum flokkum, har annar vil hava loysing, meðan hin er ein sam­ ríkisflokkur, og so av Fram­ sókn, sum er ein liberalur loys­ ing­arflokkur. Andstøðan er tveir stórir borgarligir flokkar við hvør sínum politikki, tá ið tað snýr seg um ríkisfelagsskapin. Har­ aft­urat er tað Miðflokkurin, sum leggur stóran dent á et­ isku virðini og Sjálvstýri, sum verðu roknaður millum gomlu heimastýrisflokkarnar. Valúrslitið avgerandi Spenningurin eftir eitt val er altíð, hvørjir flokkar finna saman og megna at skipa eina samgongu. Nærliggjandi er at hugsa, at andstøða og samgonga eru tey somu og so ger tann av teim­ um, sum fær ein matematiska meir­luta í tinginum eina sam­ gongu. Men fleiri aðrir møguleikar eru sjálvandi eisini, hóast nakr­ar forðingar eru lagdar inn. Javnaðarflokkurin hevur gjørt púra greitt, at hann fer ikki í samgongu við Fólka­ flokk­inum. Tað vil siga, at skal Fólka­ flokk­urin, sum møguliga størsti ella næststørsti flokk­ur­in, í eina samgongu, so má tað helst verða við Sam­bands­flokk­inum – møguliga við Tjóð­veldi. Kanska líka nærliggjandi er at halda, at tað verður Javn­ aðarflokkurin, sum størsti ella næststørsti flokkur, fer í samgongu við Sambands­ flokk­inumn. Í hvørgum føri er tað nóg mikið, so spurningurin er um ein ella tveir av teimum smærru flokkunum kemur aft­urat – ella Tjóðveldi verður triðji flokkurin í einari sam­gongu. Sjálvandi er ómøguligt at gera eina trygga analysu fyrr enn vit kenna valúrslitið leyg­ arkvøldið. Tá skal mat­e­ matikkin hóska til eina sam­ gongu, umframt at tað skal bera til at snikka eitt sam­ gongu­skjal saman, sum sam­ gongu­flokkarnir allir kunnu taka undir við. (At nevna at Javn­aðar­flokk­ urin ella Fólkaflokkurin verða størstir ella næststørstir flokk­ar, byggir á tvær veljara­ kanningar, sum Gallup hevur gjørt. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum Jørgin Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum.