Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Nógv skúlabørn hava trupulleikar við rørslu Næstan triðja hvørt barn, sum fer í skúla í Danmark, hevur rørsluligar – ella motoriskar – trupulleikar, og nøkur av hesum børnum eru í øktum vanda fyri at fáa innlæringar- og sosialar trupulleikar, sum kunnu geva børnunum stórar avbjóðingar í lívinum Vilmund Jacobsen Men, lukkutíð kunnu einføld átøk gera stóran mun hjá børn­unum. Í aðrar mátar kundu hesir trupulleikar verið mun­andi minni í vavi, um polit­ikarar raðfestu øðrvísi – og ikki sleptu børnunum upp á fjall í fleiri ár. Trupulleikarnir hjá børnum kunnu eitt nú snúgva seg um at kasta ella taka ein bólt, halda einum blíanti ella knappa ein jakka. Danir meta, at millum átta og níggju prosent av børn­un­ um, sum byrja í skúla, hava fleiri enn tríggjar motoriskar av­bjóðingar og eru harvið í vanda fyri at fáa innlæringar- og sosialar trupulleikar. - Tað er ikki neyðturviliga ein trupulleiki, at eitt barn, sum brúkar høgru hond, ikki dug­ir at kasta ein bólt við vinstru, men hevur tú sum barn fleiri enn tríggjar mot­or­ isk­ar trupulleikar, ert tú í stór­ um vanda fyri at gerast happ­ aður, og tú heldur teg burtur úr spæli í skúlagarðinum. Tað sigur Bjørn Holstein, sum er professari við Statens Inst­itut for Folkesundhed (SIF) hjá Syddansk Universiteti og granskari í databasanum, Børns Sundhed. Kann gerast isolerandi Børn, sum ikki tora at spæla, tí tey ikki meistra rørsluligar av­ bjóðingar, eru í stórum vanda fyri at isolera seg, og tey eru eisini í stórum vandi fyri happ­ ing. Aðrar avleiðingar, sum kunnu standast av hesum, kunnu eitt nú verða yvirvekt, inn­læringartrupulleikar og happ­ing. - Hesi børn kunnu hava trup­ult við at fylgja við í tím­ un­um, tí tað er annað, sum fyllir. Lítið sjálvsvirði og kensl­ an av ikki at vera partur av felags­skapinum hevur stóran týdn­ing fyri evnini hjá barn­in­ um at læra, sigur Bjørn Hol­ stein, professarin. Hann vísir á, at tá børn ikki tora at spæla við onnur, brúka tey heldur ikki kroppin serliga nógv, og tá veksur eisini vand­ in fyri, at tey gerast ov tung. - Eitt annað, sum kann fylgja í kjalarvørrinum á hes­ um er, at børnini kunnu menna angist og tunglyndi, og tað er ein tung byrjan upp á skúlalívið, sigur professarin og granskarin. Hann leggur dent á, at børn tíbetur hava góðar møguleikar at gerast leys av nevndu trup­ ul­leikum, um nakað verður gjørt. Tað er nevniliga ong­an­ tíð ov seint at gera nakað við vánaliga rørslumenning, men um tað dregur út at gera nakað, kunnu fylgjurnar bíta seg fastar. - Best er at taka hond um trupulleikarnar so tíðliga sum gjørligt, tí um illa vil til, kann keðiliga støðan eisini ganga út yvir málførsluna hjá barn­in­ um. Haraftrat verður sjálvs­ fatanin hjá einum barni skapt tíðliga í skúlatíðini og kann soleiðis koma at merkja barnið restina av lívinum, sigur Bjørn Holstein. Frá føðing til skúla Síðan endan av áttatiárunum hava heilsufrøðingar mett um rørsluligu evnini hjá børnum við skúlabyrjan, og her hava tey brúkt 12 einfaldar venj­ ingar. Venjingarnar lýsa bæði fín­ rørslulag og grovrørslulag, evn­ ini hjá barninum at javn­viga, halda einum blíanti, blaka og lofta einum bólti, og tað er fysioterapeuturin, Britta Holle, sum upprunaliga hevur ment hesar venjingar. Síðan 2007 eru úrslitini frá hesum kanningum í einari røð av kommunum skrásett í databasanum, Børns Sundhed. Í dag eru 34 kommunur í Dan­ mark partur av hesum data­ basa, sum hevur sín uppruna afturi í 2002. Allar skrásetingar í data­ basanum eru dulnevndar og eru ikki knýttar at nøkrum per­sónsnummari, men goymsl­an gevur eitt neyvt yvir­lit og granskingar­møgu­ leik­ar, tá ræður um rørsluligar av­markingar hjá børnum. Granskingarúrslit, sum byggja á nevndu kanningar og venjingar, hava fingið miðlar at gera ta niðurstøðu, at trupul­leikarnir við vánaligum rørslulag millum børn eru veksandi. Hevur 27 ára royndir Leiðandi heilsufrøðingurin í Rød­ovre kommunu, Lene Møll­er, hevur fylgt menning hjá børnum tætt at kroppinum seinastu 27 árini, og hon sær ein rættiliga støðugan trupul­ leika. - Tað byrjar longu við vitj­an­ ina tveir mánaðir eftir føðing, har nøkur børn hava ligið alt ov lítið á búkinum, og tí megna tey ikki at lyfta høvdinum. Vit geva foreldrunum vegleiðing og síggja, at hesi viðurskifti hava rættað seg til næstu vitj­ an 2-4 mánaðir seinni, sigur hon. Lene Møller vísir á, at tá tað ræður um evnini hjá einum ný­føðingi ella smábarni at mennast, er eingin vegur uttan um: Barnið skal sleppa at strev­ast, og her eru páparnir ofta raskari enn mammurnar. - Mammurnar gerast ofta ov ansnar, men børnini hava gott av at sleppa at røra seg – at tey onkuntíð verða vend á høvdið og annars sleppa at røra seg á einum bleytum undirlagi. Hetta skal sjálvsagt gerast við umsorgan og umhugsni, sigur heilsufrøðingurin. Vitjanir í gloymibókina Í donsku skipanini er tað so­ leiðis, at tá barnið er millum eitt og hálvt annað ár halda vitjaninar hjá heilsufrøð­ing­in­ um uppat, og síðan síggja tey ikki barnið aftur, fyrr enn tað fer í skúla. Í fleiri kommunum hava heilsu­starvsfólk eitt tvør­fak­ ligt samstarv við barna­garð­ar­ nar um eitt nú reinføri, men hesi árini verður ikki mett um rørslulagið hjá børnunum. Foreldur hava fylgjandi ár­ ini eitt standandi tilboð um eina árliga læknakanning, men slíkar vitjanir fara ofta í gloymi­bókina. Tískil eru for­ eld­ur og børn hesi árini latin upp til seg sjálvi. - Hetta er spell, tí tað er lætt at geva barninum eina heilsu­ góða tilvitsku um egið likam, tá tey eru smá. Hugurin at brúka kroppin er góður, og rørslu­lagið skal mennast svarandi til aldurin, sigur Lene Møller, sum vónar, at tað við tíðini verður politiskur vilji til at bjóða barninum vitjan, til barnið er hálvt fjórða ella hálvt fimmta ára gamalt. Heilsufrøðingurin heldur, at tað á hend hátt hevði borið til at skapt synergi millum lækna­ligu heilárskanningina og vegleiðingina hjá heilsu­ starvs­fólkum. - Trupulleikin er ofta, at for­ eldur ikki hava neyðuga yvir­ skoti til børnini og vóna bara, at rørslulagið kemur av sær sjálvum. Her kundi heilsufrøð­ ingurin komið við góðum ráðum um, hvussu rørslu­venj­ ingar kundu verið ein nátt­úr­ ligur partur av einum strævn­ um gerandisdegi, sigur Lene Møller. Kelda: www.helse.dk