týsdagur 27. august 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Floksformenninir
dyrgdu á Glasi
Í gjár royndu formenninir í politisku flokkunum at egna eftir atkvøðuni hjá øllum
teimum ungu, sum ganga Glasi. Valfundurin var tó ongantíð serliga lívligur – nógv
av teimum ungu vóru á sosialu miðlunum ella prátaðu aðrastaðni í hølunum á Glasi
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Trý evni vóru á skránni til orðaskiftið.
Evnini vóru hesi: Hevur ungdómurin
sjálvur ábyrgd av val av útbúgving
arleið, ella skal samfelagið inn at stýra?
Skal valrætturin lækkast til 16 ár? Og
hvussu skulu vit fremja tað grøna
skiftið?
Allir teir níggju floksformenninir
mannaðu pallborðið. Hvør flokkur
fekk fyrst ein minutt at greiða frá
teirra hugsjón, áðrenn tey trý evnini
vórðu viðgjørd hvørt eftir annað.
Floksformenninir komu við stórt
sæð somu útsøgnum og grundgeving
um um hesi evni, sum teir longu hava
gjørt fleiri ferðir í valstríðnum.
Valrætt sum 16 ára gomul
Tað evni, ið skapti eitt sindur av kjaki í,
var, um valrætturin skuldi lækka niður
í 16 ár. Her vóru meiningarnar ymiskar
hjá flokkunum; nakrir søgdu ja, og
aðrir søgdu nei.
Nakrir næmingar spurdu. Millum
annað spurdi ein, um ikki 16 ára val
rættur fór at verða misnýttur, tí fleiri
16 ára gomul ikki vórðu politiskt til
vitað, og tí vóru ov lætt at lata seg
ávirkað av øðrum.
Ein annar næmingur spurdi, um tey
16 ára gomlu eisini skuldu hava loyvi at
koyra bil, at taka lán, at hava møguleika
at stilla upp og at keypa í Rúsini.
Politikarar duga eisini at undirhalda,
og teir nýttu hetta høvi at koma við
stuttligum
viðmerkingum.
Millum
annað varð hugleitt um, at tað hevði
verið stuttligt at havt ein 16 ára gamlan
løgmann, sum ikki hevði koyrikort, og
sum ikki kundi skriva undir lán fyri
landskassan.
Býttu út rósur og valtilfar
Umleið 1500 næmingar ganga á Glasi,
umframt at fleiri hundrað starvsfólk
eisini vóru til valfundin. Talan er tí um
nógvar atkvøður, sum politikararnir
fiska eftir. Hetta sjálvt um ikki øll av
teimum, ið ganga á Glasi hava valrætt,
tí at tey eru ikki 18 ár enn.
Fólk sótu í trappuni og allastaðni
runt um kring. Ljóðviðurskiftini vóru
tó ikki so góð allastaðni. Fundurin varð
eisini stroymaður.
Floksformenninir í teimum níggju flokkunum, ið stilla upp, royna at sannføra tey ungu á Glasi, at tey skulu velja teirra flokk
Mynd: Álvur Haraldsen