týsdagur 27. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
Veit hvønn flokk eg skal velja
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havn
18 ár
3g, 17z
Ert tú áhugað í politikki?
– Eg eri ikki so áhugað, men nú eg
havi fingið valrætt, so havi eg verið
noydd at fylgja eitt sindur meira við.
Hevur tú fylgt við, hvat
politikararnir hava lovað?
– Eg havi lurtað eitt sindur, men
kanska ikki so nógv, sum eg átti at
havt lurtað.
Eru politisku evnini
viðkomandi fyri ung?
– Ja, millum annað tað um at lækka
valaldurin.
Heldur tú, at valaldurin
skal lækka?
– Ja, tað haldi eg gott, at hann kann.
Nú skalt tú á val leygardagin.
Ert tú sannførd um
hvønn tú skalt velja?
– Eg ivist enn eitt sindur, men eg
haldi, at eg veit, hvønn flokk eg skal
velja.
Hevur valfundurin broytt tína
hugsan um politikararnar?
– Ja, tað er onkur flokkur, ið eg
kanska kundi hugsað mær at valt,
sum eg helst ikki fari at velja. Tað er
okkurt av tí, sum teir søgdu, ið hevur
gjørt tað.
Hevur tú fingið áheitan
frá nøkrum politikara
um at velja teir?
– Ja, onkur hevur sett seg í samband
við meg og sagt ”Vel meg”. Men tað
fær meg ikki at broyta mína støðu.
Ung tilvitað um tað grøna
Tróndur Karlsson Mouritsen, Havn
17 ár (hevur ikki valrætt)
Flokkur: 18ø á náttúrubreyt, annað árið
Ert tú áhugaður í politikki?
– Eg havi ikki verið so áhugaður í
politikki fyrr enn nú, hetta valið er á
skránni. Men nú eri eg meira
áhugaður.
Eru politisku evnini
viðkomandi fyri ung?
– Evnini, ið eru tikin fram her á
valfundinum í dag eru viðkomandi
fyri ung, millum annað hvussu gamal
ein skal vera fyri at velja. Tað við
grønari orku og burðardygt eru ung
sera tilvitað um í mun til tað eldra
ættarliðið.
Um tú hevði havt valrætt, hevði
tað verið trupult at sett krossin?
– Eg haldi tað er eitt sindur trupult at
velja ein flokk, sum eg eri samdur
við. Tað er ofta í kjakinum, at ein
flokkur sigur okkurt, sum eg eri heilt
samdur í teimum, men so sigur ein
annar flokkur okkurt heilt annað,
sum eg eisini kann vera heilt samdur
í. Eg rokni við, at eg hevði havt eitt
sindur trupult at funnið út av, hvønn
eg skuldi valt. Men eg hevði nokk sett
meg nærri inn í tað, um eg sjálvur
hevði sloppið á val. So hevði eg nokk
funnið ein flokk, sum eg skuldi valt.
Hevur tað, sum politikararnir
hava sagt á valfundinum,
broytt tína støðu nakað?
– Eg haldi ikki, at tað hevur broytt
nakað. Tað hevur hinvegin givið mær
meira vitan um, hvat teir ymisku
flokkarnir standa fyri og um politikk
sum heild.
Men ikki øll av teimum ungu vóru so
áhugað í tí politiska. Meðan fundurin
var, vóru fleiri á sosialu miðlunum ella
spældu spøl á telefonini. Onnur prát
aðu sín ámillum, og fleiri sótu í kantin
uni og nøkur sótu inni í onkrum floks
høli.
Umframt formenninar vóru nógv
valevni hjá teimum ymisku flokkunum
á valfundinum. Flokkarnir høvdu bás
ar, og valevnini vóru framlig, smíltust
og heilsaðu upp á tey ungu og býttu út
faldarar og rósur í eyst og vest.
Veljarakanning
Ein kanning varð gjørd áðrenn val
fundin og ein varð gjørd aftaná, hvat
næmingarnir á Glasi fara at atkvøða.
Úrslitið er her á síðuni.
0%
10%
20%
30%
18.07%
18.07%
18.07%
18.07%
10.46%
10.46%
10.46%
10.46%
29.49%
29.49%
29.49%
29.49%
1.07%
1.07%
1.07%
1.07%
15.34%
15.34%
15.34%
15.34%
10.94%
10.94%
10.94%
10.94%
3.21%
3.21%
3.21%
3.21%
4.04%
4.04%
4.04%
4.04%
0.83%
0.83%
0.83%
0.83%
6.54%
6.54%
6.54%
6.54%
A
B
C
D
E
F
H
K
L
vita
ikki
FÓLKAFLOKKURIN
SAMBANDSFLOKKURIN
JAVNAÐARFLOKKURIN
SJÁLVSTÝRI
TJÓÐVELDI
FRAMSÓKN
MIÐFLOKKURIN
FRAMTAKIÐ
FØROYAFLOKKURIN
KANNING EFTIR VALFUNDIN Á GLASI - 842 SVARAÐU SPURNINGINUM
UM, HVØNN TEY HØVDU VALT, UM VAL VAR NÚ
0%
10%
20%
30%
19.34%
19.34%
19.34%
19.34%
11.43%
11.43%
11.43%
11.43%
16.92%
16.92%
16.92%
16.92%
0.22%
0.22%
0.22%
0.22%
18.90%
18.90%
18.90%
18.90%
9.45%
9.45%
9.45%
9.45%
3.52%
3.52%
3.52%
3.52%
13.41%
13.41%
13.41%
13.41%
0.66%
0.66%
0.66%
0.66%
6.15%
6.15%
6.15%
6.15%
FÓLKAFLOKKURIN
SAMBANDSFLOKKURIN
JAVNAÐARFLOKKURIN
SJÁLVSTÝRI
TJÓÐVELDI
FRAMSÓKN
MIÐFLOKKURIN
FRAMTAKIÐ
FØROYAFLOKKURIN
A
B
C
D
E
F
H
K
L
vita
ikki
KANNING ÁÐRENN VALFUNDIN Á GLASI - 455 SVARAÐU
SPURNINGINUM UM, HVØNN TEY HØVDU VALT, UM VAL VAR NÚ