Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI - Eg elski føroysku náttúruna og føroysku mentanina. Eg føli, at eg havi alt hetta í hjartanum, í blóðinum og í mínum sinni, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen, sum við "We At Sea" er aktuell við nýggjari tónleikaútgávu Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo "We at Sea" er ein tónleikalig verkætlan hjá 31 ára gomlu Rebekku Søndergaard Morten­ sen. Hon hevur seinastu árini framført sín tónleik við nógv­ um ymiskum tónleikarum, og hetta hevur Rebekka fagnað í nýggjastu útgávuni hjá We At Sea, har hon hevur fingið tón­ leikararnar at spæla tey ymsu løgini inn við sær. - Tað riggar best soleiðis, tí so ljóðar tað soleiðis, sum eg vil hava tað at ljóða, sigur Rebekka Søndergaard Morten­ sen. Nýggjasta útgávan eitur “Dis­appear”, og hon er komin út á bæði vinyl-plátu og fløgu. Skrivar løg um persónlig sambond Løgini á hesari útgávuni snúgva seg um relatiónir og fólk, sum hava nógv at týða fyri Rebekku. - Lagið “Waiting” snýr seg til dømis um ein, eg kenni, sum hevur kempað við angist, og sum eg helt, at eg var um at missa. Tann persónurin hevur tað gott í dag, men “Waiting” handlar her um, at eg altíð vil fylgja tí persóninum og altíð vil vera har - og við hvørt eisini bíða, greiðir Rebekka frá og fortelur víðari um, hvaðani íblásturin til hennara tónleik kemur. - Eg fái íblástur frá øllum, ið er rundan um meg. Eitt nú frá teimum ymsu umhvørvunum, ið eg ferðist ímillum. Íblásturin kemur eisini frá familjuni, vinfólki og evnum, ið røra meg - til dømis flóttafólkakreppuni, sum lagið “I Can’t Remember” snýr seg um, sigur Rebekka Sønd­ergaard Mortensen. Hennara fyrimyndir eru mill­um annað norska Ane Brun og fleiri aðrar kvinnur, ið hava evnað góðan tónleik og skrivað vakrar sangtekstir, sum hon tekur til. Tónleikurin hevur altíð fylt nógv Rebekka Søndergaard Morten­ sen hevur føroyskan pápa, men er uppvaksin í Danmark hjá mammu síni. Hon býr í dag á Amager í Keypmannahavn saman við sjeiki sínum. Hon hevur lisið tónleikafrøði og er næstan liðug við kandidat­út­ búgv­ingina; nú manglar hon bara at skriva spesialið, sum fer at snúgva seg um kvinnu­ ligar musikarar í tónleika­vinn­ uni. Tónleikurin hevur altíð verið ein týðandi partur av lívin­um hjá Rebekku Søndergaard Mort­ensen. Hon hevur sungið frá barnsbeini av og byrjaði í gentu­kóri í danska sang­skúl­ an­um, Sankt Annæ, tá hon gekk í 3. flokki. Aftaná fólkaskúlan fór hon á tónleikaeftirskúla, har hon lærdi seg at spæla guitar. Eftir hetta gekk tað skjótt, og hon byrjaði at spæla alsamt meira fyri fólki. Skrivaði sítt fyrsta lag í Føroyum Hon helt sangin og guitar­ spælið við líka, meðan hon gekk á miðnámsskúla í Dan­ mark. Tá hon so fekk students­ prógv í 2007, flutti hon til Før­ oya til pápa sín og familjuna í Hvalba, og har skrivaði hon sítt fyrsta lag. - Eg spældi og sang hvønn - EG DROYMI UM SPÆLA Í FØROY WE AT SEA: Lagið “Waiting” snýr seg til dømis um ein, eg kenni, sum hevur kempað við angist, og sum eg helt, at eg var um at missa