týsdagur 27. august 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
TÍÐINDI
dag og menti meg sera nógv tá.
Aftaná lærdi eg at spæla klav
er, og nú brúki eg mest klav
erið, tá eg komponeri, fortelur
Rebekka Søndergaard Morten
sen.
Meðan hon búði í Hvalba,
var hon virkin í kvinnuliga
felagskapinum Valkyrjurnum,
sum er ein felagsskapur í Suð
uroynni, ið hevur til endamáls
at stuðla kvinnum at koma
fram á økjum, ið hava teirra
áhuga.
- Eg sang og spældi av og á
til okkurt tiltak, sum Valkyrj
urnar skipaðu fyri. Men fyrstu
ferð eg veruliga var á palli, var
tá ungdómshúsið "Pakkhús 5"
lat upp, og nógv foreldur og
børn komu at lurta.
- Eg havi Føroyar í hjartan
um og sinninum
Rebekka Søndergaard Mort
ensen vitjaði í Føroyum nógv
ar ferðir sum barn og kennir
tískil Føroyar sera væl.
- Eg helt míni fyrstu jól í
Føroyum hjá abbanum og
ommuni, og síðan tá havi eg
nokk verið í Føroyum umleið
75 ferðir. Eg føli meg ordiliga
heima í Føroyum, bæði tí eg
tosi føroyskt, men eisini tí eg
havi nógva familju í Havn og í
Hvalba, sigur Rebekka.
- Eg elski føroysku náttúrina
og føroysku mentanina. Eg
føli, at eg havi alt hetta í hjart
anum, í blóðinum og í mínum
sinni. Eg eri so takksom fyri at
hava eitt samband við Føroyar.
Tað hevur lært meg so nógv,
og sjálvandi brúki eg tað í min
um tónleiki og lívi sum lista
kvinna, sigur hon.
Fær íblástur úr Føroyum
At Rebekka Søndergaard Mort
ensen fær nógvan íblástur úr
tí føroyska kemur millum
annað til sjóndar í debut-lagi
hennara, sum eitur "We At
Sea".
- Tað snýr seg um sjómenn,
sum arbeiða langt úti á Atlant
arhavinum burtur frá familju,
konu og børnum, og summar
tíðar endar teirra lív eisini á
havinum. Tað er sera áhuga
vert at hoyra og uppliva ein so
harðan veruleika, men eisini
sera inspirerandi fyri meg, so
tað evnið brúki eg nógv, greiðir
hon frá.
Droymir um at spæla
konsert í Føroyum
Hóast We At Sea verkætlanin
hevur verið aktiv í eina tíð, so
hevur hon ongantíð spælt eina
We At Sea-konsert í Føroyum
enn.
- Eg havi enn ikki spælt mín
egna tónleik í Føroyum, so tað
droymi eg um. Tað hevði verið
super feitt! sigur Rebekka
Søndergaard Mortensen.
Annars arbeiðir Rebekka í
løtuni við at fyrireika sína
fyrstu konsertferð í Danmark,
og hon er í gongd við fleiri
nýggj løg, sum sambært henni
kanska verða til eina heila
plátu í næstum.
M AT
UM
Eg føli meg
ordiliga heima í
Føroyum, bæði tí
eg tosi føroyskt,
men eisini tí
eg havi nógva
familju í Havn
og í Hvalba