týsdagur 27. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Minningarorð
Tung vóru boðini tá eg fekk at vita at
pápi mín hevði fingið ein hjartatilburð
og støðan var hættislig.
Læknanir høvdu ikki góðar vónir
um at babba fór at klára tað. Støðan
versnaði út á náttina og tað gekk upp
fyri mær at babba fór neyvan at lata
eyguni uppaftur. Tað var heilt óbe
skriviliga hart at verða uppiyvir sínum
doyggjandi pápa og ein fekk onki gjørt.
"14 juni" kl 07.30 Andaðist hann
stillisliga har familjan var hjá honum.
Lívið verður ikki tað sama aftur.
Babba vitjaði okkum kvøldi fyri
hjartatilburðin og fór frískur og glaður
avstað og mussaði okkum góðanátt
sum vanligt, ikki hevði eg trúð at tað
var seinasta vitjanin og at vit ikki fingu
kontakt við hann aftur.
Hann hevur í nøkur ár havt hjarta
flimmur og hjarta hevði verið eitt sind
ur svikaligt, men hann hevur fingið
viðgerðir við góðum úrslitum seinastu
tíðina og hann kendi seg frískan tó var
tað hjarta sum sveik og hansara tími
var komin.
Eitt ynskji sum babba hevði nú ald
urdómurin nærkaðist, var at hann ikki
mátti missa sínar førleikar og møguliga
enda inni á einum Røktarheimið sum
óhjálpin osv. Vit kunnu í øllum førum
siga at hann fekk ein virðiligan deyða
har Harrin flutti hann ómakaleyst
heim í teir Ævigu Bústaðir.
Eiler var sonur "Tummas og Binu
Olsen" Strendur .
Ynsktur av 7 syskjum. Hann giftist
við Rannvu av Nesi og fingu tey tvey
børn.
Hann hevði tveir abbasynir.
Babba var tann besti pápin ein kundi
hugsa sær.
Hann var sera familjukærur, vinsæl
ur, virkisfúsur og raskur
Tann besti vinurin ein kundi hava.
Var sjómaður heilt frá ungum árum
og sigldi sum kokkur. Síðan 1992, var
hann við Akrabergi ein flakatrolari hjá
Framherja.
Honum dámdi sera væl sjólívið, var
góður við mannskapi og tók væl hond
um teir bæði við góðum mati og
næstrakærleika.
Hann var sera menniskjasligur hevði
eitt bleytt hjarta og gjørdi sín part fyri
at onnur skuldu hava tað so gott sum
gjørligt.
Hann var góður at tosa við og menn
inir vistu hvønn teir kundu fara til tá
nakað tyngdi teir, babba var ein góður
sálarhirði. Hann var ein Trúgvandi
maður, helt møtir og andaktir bæði
umborð og á landi, Hann elskaði at
syngja og spæla guitar.
Mær dámdi sera illa tá babba fór til
skips tí eg longdist so illa eftir honum,
eg vildi heldur ynskt at hann arbeiddi á
landi.
Ringast var tá hann ikki kundi verða
heima á Jólum, jólini vóru ikki full
fíggjaði uttan hann.
Gleðin
var
ovurstór
hvørjaferð
babba kom heim aftur av skipi, eisini
sum vaksin var eg nærum hvørjaferð
og tók ímóti honum við spenningi.
Hann var so avbera fittur, hugna
ligur, hjálparsamur og nærverandi, fór
ígjøgnum eld fyri síni nærmastu.
Hann hugsaði altíð fyrst um onnur.
Eyðmjúkur og lítillátin.
Hóðast mótgongd, sorg og brota
sjógvar sum møttu honum í lívinum so
bar hann alt so stillisliga.
Eitt sum sermerkti babba var hans
ara skeymtingarsama lyndi.
Hann hevði ein sermerktan humør,
sjálvt vit sum kendu hann vistu ikki
altíð um hann skemtaði ella tosaði í
álvara. Hann var sera festligur og stutt
ligur at verða saman við og tí var eisini
nógvur látur har sum hann var.
Tá familjan samlaðist til hátíðir og
annað tók hann guitarin við og tað
bleiv nógv sungið bæði til álvara og
gaman.
Hann hoyrdi til samkomuna "Keld
an" í skálafirði
Har hevur hann tænt nógv m.a við
sangi á møtum, í sunnudagskúlanum
og kokkaðist tá okkurt serligt var. Tað
seinastu máltíðuna gjørdi hann viku
skifti áðrenn hann doyði, til eina stóra
familju legu. Hann var sera áhugaður í
mati og gjørdi altíð nógv burturúr.
Saknurin er ovurstórur. Babba kom
inn á gólvið nærum hvønn dag, og vit
høvdu tað altíð gott og stuttligt saman.
Hann var púra vekk í abbasynunum,
elskaði teir yvir alt á jørð og var eisini
øll verðin fyri teir.
Eg vildi so ynskt at teir kundu fingið
fleiri góð ár afturat saman við abba
sínum. Teir vóru ótrúliga góðir við Eil
er-abba og ongin dugdi líka væl sum
hann at undirhalda, yvirraska og spæla
við teir, sang og spældi guitar og fann
uppá nógv stuttligt og var ongantíð
ráðaleysur.
Hann var ein góð "barnagenta"
Tað er óskiljandi fyri teir at abbin
ikki er her meir, tómrúmið er so stórt.
Teir royna at troysta seg við myndum
og upptøkum, men teir leingjast øgiliga
illa og spyrja ofta nær vit fara upp til
Jesupápa, har sum abbi er.
Mamma og babba hava verið fyri
myndarliga góð foreldur og tey hava
lagt kristnu trúnna niður í síni børn og
tað er trúgvin sum ber okkum víðari.
Vit hava eina livandi vón um hvar
babba er farin og at vit møtast aftur
har.
Eg siti eftir við einum ósigandi takk
semi fyri mín høgt elskaða pápa.
Orð kunnu ikki siga frá hvussu nógv
eg virdi og elskaði hann.
Hann hevur eisini verið ein góður
verðfaðir og hevur tikið væl ímóti
báðum sínum svigarbørnum.
Maður mín hevði tætt tilknýti til
babba, teir høvdu nógv til felags frá
fyrsta degi, hann føldi at babba var ikki
bara ein verfaðir, men eisini ein faðir
fyri seg.
Minnini um babba koma at liva víð
ari og fløva, tey eru eru øll líka dýrabar
og góð.
Hjartans tøkk til tykkum mongu
sum á ein ella annan hátt vístu sam
kenslu tá babba fór.
Eg fari at enda við einum broti úr
einum maili frá mínum kæra gubba í
Canada :
"Tankarnir floymdu mítt sinni tá eg
fekk boðini um at Eiler gubbi var farin
heim til Harran.
Minnini eru so nógv og so góð heilt
aftur í barnaárini.
Eg trúgvi at tað eru so ómetaliga fá
sum so stillisliga og sjálvútslettandi
tæna Harranum dag um dag sum Eiler
gjørdi.
Hóast hann var so elskaður av so
mongum, so helt hann lítið um seg
sjálvan.
Eg sá fyri mær at har var ongin sum
setti fram spurningar ella spurdi um at
síggja passi hjá Eiler við himmalsins
portur. Hurðin stóð víðopin, tí her kom
ein heilt serligur tænari sum Harrin
bíðaði við spenningi eftir at taka ímóti
og vísa teir skattir sum har eru goymdir
til hann.
Vit eru vorðin nógv fátækari og
himmalin so nógv ríkari.
Eg gangi dagliga, við hundinum
framvið
einum
minnisvarða
sum
stendur við veðkantin her nærhendis,
har stendur( á enskum) Our family
chain is broken and nothing seems the
same, but as God calls us one by one
the chain will link again. Soleiðis er
tað."
Takk fyri alt Elskaði babba
Elski minnini um teg.
Jónvá Eliasen