týsdagur 27. august 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna
umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð
teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt
umboðsmannin, 3 løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi.
Talan er um eitt avbjóðandi, áhugavert og sjálvstøðugt
starv. Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður,
dugir væl at orða seg skrivliga, er nærlagdur, fyri komandi
og hevur góð samstarvsevni.
Uppgávurnar
Umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði hevur skrivstovu
fulltrúin ábyrgd av journalisering, rættlestur, bókhaldi,
ársfrágreiðing, heimasíðu og fyriskipan av vitjanum.
Vit vænta, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• góðan kunnleika til 360 journalskipan
• góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
• góðan telduførleika
• evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
Setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært sáttmála við
Starvsmannafelagið, lønarflokkur 5.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og møguligum
ummælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. september 2019 kl. 12.00.
Adressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
undir Bryggjubakka 11
Postsmoga 2008
110 Tórshavn
tpostur: solja@lum.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upp
lýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jette
H. Eirikstoft, skrivstovufulltrúa ella Sólju í Ólavsstovu,
umboðsmann á telefon 358500.
Skrivstovufulltrúi til Løgtingsins umboðsmann
Eitt starv sum skrivstovufulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni er leyst at seta frá 1. november 2019.
Talan er um eitt avbjóðandi, áhugavert og sjálvstøðugt
starv í tøttum samstarvi við umboðsmannin. Tað er
týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at
orða seg skrivliga og hevur góð samstarvsevni.
Uppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
• fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum
• eftirlitsvitjanir og kanningar av málsviðgerðini á útvaldum
økjum, undir hesum á barna og ungdóms økinum, og
• kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um
virksemið hjá umboðsmanninum.
Setanartreytir
Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum cand. jur.
Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir
lokna útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi
hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er
fyri setan sum serfrøðingur, um førleikin og royndirnar
eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar
broytingar í arbeiðsuppgávunum.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV v.m. skulu verða
umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi, mánadagin
16.september 2019 kl. 12.00.
Adressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
undir Bryggjubakka 11
Postsmoga 2008
110 Tórshavn
tpostur: solja@lum.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at
vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu,
umboðsmann á tlf. 358500/218691.
Løgfrøðingur til Løgtingsins umboðsmann
Eitt starv sum løgfrøðingur hjá løgtingsins umboðsmanni er leyst at seta frá 1. november 2019 ella
skjótast gjørligt.
Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna
umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð
teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt
umboðsmannin, 3 løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á