Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Her er liðið hesa vikuna fyri 20. umfar í Betri deildina, umfarmt dystin í Klaksvík mikukvøldið millum KÍ og B36, har gestirnir vunnu 2-0 Tróndur Arge Seks dystir hava verið í Betri deildini hjá monnum í farnu viku. Mikukvøldið vann B36 2-0 á KÍ í Klaksvík. Árni Fred­ eriksberg átti gyltu løtuna í dystinum, tá hann fyrsta skor­ aði upp á beinleiðis frí­spark, fyri løtu seinni at renna allan vøllin við bóltinum og leggja upp til 2-0 málið hjá Stefani Radosavljevic. Sunnudagin vann B36 aftur Hesa ferð 2-1 á Argjum. Avrikið var ikki eins sannførandi, men tað røkkur til fýra umboð á liðnum hesa vikuna. Andrias Eriksen var sannførandi báð­ar dystirnar, Eli F. Nielsen strídd­ ist báðar dystirnar á tamb, meðan Árni Fred­eriks­berg er íblandaður flestu av mál­unum hjá B36. Fjórða um­boðið er venjarin Jákup á Borg. B36 í løtuni nummar eitt í deildini. HB livir í FM-vónini HB vann sunnudagin 3-1 á Vík­ ingi. Adrian Justinussen skoraði hattrik og er sjálv­ skriv­aður á liðnum. René Shaki Joensen var heppin ikki at fáa sítt seinna gula kort, men átti lut í øllum trimum mál­unum. Tí er hann eisini á liðn­um hesaferð. Eisini Bartal Wardum er á liðnum. Hann hev­ur havt torførari upp­gáv­ ur, tí Víkingur hevði ikki so nógv at koma við, men avrikið var sannførandi. Serliga tá hann í tveimum førum rann áleypandi spælara hjá Víkingi upp. NSÍ vann granna­upp­gerð­ ina á Skála. Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini og tað gevur pláss í álopinum hesa vikuna. Norski liðfelagin á miðj­uni, Peder Nersveen, er aftur á liðnum hesa vikuna. Hann gjørdi nógv rætt á Skála og skapar javnvág á liðnum. Á Eiði vann KÍ 1-0 á EB/ Streymi. Jóannes Danielsen átti uppleggið og Páll A. Klett­ skarð skoraði avgerandi málið. Verjan hjá KÍ var sannførandi allan dystin, har Jóannes K. Danielsen gekk á odda, meðan Páll A. Klettskarð við sínum fyrsta máli í ár var avgerandi. Ongin kemur á liðið frá dystinum í Fuglafirði, har ÍF og TB spældu javnleik 1-1. Av­ rikini hjá ÍF í ár hava gjørt, at fuglfirðingar eru sjáldsamir gest­ir á liðnum. Tvøramenn hava fleiri ferðir havt umboð á liðnum, men avrikið í Fugla­ firði var ikki nóg sannførandi. trondur@sosialurin.fo Tórður Thomsen (NSÍ) Jóannes K. Danielsen (KÍ) Bartal Wardum (HB) Andrias H. Eriksen (B36) Adrian Justinussen (HB) Peder Nersveen (NSÍ), Eli F. Nielsen (B36), Árni Frederiksberg (B36) René Shaki Joensen (HB) Páll A. Klettskarð (KÍ) Klæmint A. Olsen (NSÍ) Jákup á Borg (B36) Liðið hesa vikuna: HB HEVUR FLESTAR Á LIÐNUM Liðið hesa vikuna – 20. umfar: