Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur og Horsens eyðmýktir AC Horsens tapti mánakvøldið heili 5-0 á heimavølli móti AaB í Superliguni. – Eg standi eftir við eini lorta kenslu, sigur nýggi liðskiparin hjá AC Horsens, Hallur Hansson Tróndur Arge Tað vóru stórtíðindini, tá AC Horsens fyri kortum boðaði frá, at Hallur Hansson er nýggj­ur liðskipari í felagnum. Tíverri hevur tað ikki gingið væl síðani. Fyrst tapti AC Hor­ sens móti AGF og í gjár taptu teir heili 5-0 á heimavølli móti AaB. - Eg standi eftir við eini lorta kenslu. Vit gera nøkur mistøk, sum Aab útnyttar. Tað blívur ein dystur, har tað tað virkar sum um AaB eru heims­ meistara í umstillingum, sigur Hallur Hansson. Føroyski landsliðsmið­vall­ ar­in, sum er úttikin til lands­ dyst­irnar móti Svøríki og Spania, er alt annað enn nøgd­ ur við avrikið mánakvøldið. - Tá tú tapur 5-0, so snýr tað seg um hjarta. Tað snýr um at hyggja inneftir og betra síni egnu avrik. Tað er tað vit mugu gera til komandi dyst, sigur Hall­ur Hansson víðari við bold.dk. Broytingar ávirka AC Horsens hevur selt nakar av lyklaspælarunum, og tað er ein partur av orsøkini heldur venjarin, Bo Henriksen, fyri. - Tað er tað klárt, at tú skift­ ur nógvar spælarar út í summ­ arsteðginum, so kemur tað at taka tíð. Tað eru smálutir, ið resta í. Vit hava skift á lykla­ pláss­um og tað gevur ávísar trupulleikar, sigur Bo Henrik­ sen. - Tað eru nakar broytingar á liðn­um og tað skulu vit venja okkum við, sigur Hallur Hans­ son. AC Horsens liggur nú á 11. plássi við seks stigum eftir sjey umfør. FH tapti toppdystin Føroyingaliðini í bestu ís­ lendsku fótbóltsdeildini, FH og Valur leiktu heimadyst í 18. umfari mánakvøldið.. FH tók móti Breiðablik og tapti 2-4 hóast FH hevði verið á odda 2-0 aftaná 17 minuttirs spæl. Brandur H. Olsen legði upp til 1-0 málið við væl tikn­ um hornasparki, ið endaði við, at Steven Lennon stútaði bólt­ in í málið. Bert 10 minuttir vóru leiktir tá FH kom á odda, og fáar minuttir seinni økti Atli Guðnason til 2-0, men so byrjaði at ganga galið hjá FH. Í 23. minutti minkar Breiða­ blik um munin. Tá sjey min­ utt­ir vóru leiktir av seinna hálv­leiki fekk Davíð Þór Við­ ars­son hjá FH reytt kort, og tríggjar minuttir seinni hevði Breiðablik javnað. Tað gingu bara fimm minuttir aftrat so var Breiðablik á odda 3-2. FH royndi at koma afturíaftur, og Brandur H. Olsen hevði eina góða roynd sum rakti yvir­ leggj­aran hjá Breiðablik. Min­ utt­in aftaná Brandur ikki hevði havt hepnið við sær økti Breiðablik til 4-2, ið gjørdist enda­liga úrslitið. Gunnar Niel­ sen fekk tíverri heldur ikki spælitíð fyri FH. Kaj Leo í Bartalsstovu slapp at byrja inni fyri Valur, ið spældi javnleik 2-2 móti Stjarn­ uni á heimavølli. Støðan í steðg­inum var 1-1. Kaj Leo hevði eina góða roynd á málið hjá Stjarnuni tíðliga í dyst­in­ um. Tá 67 minuttir vóru farnir var Kaj Leo tikin av vøllinum. Tað var nær við, at Stjarnan fór við øllum, men seint í dyst­ in­um eydnaðist tað Andri Adolphs­son at javna fyri Val. Komandi leygardag spælir FH útidyst móti Stjarnuni. Valur vitjar ÍBV, ið longu eru fluttir niður í næstbestu fótbólts­ deild­ina. trondur@sosialurin.fo. Útisetar: U16-dreingir til Bangladesj Fótbóltssambandið hevur fingið eina heilt serliga innbjóðing til U16-landsliðið hjá dreingjum. Liðið skal til Bangladesj at spæla móti Bangladesj, Kambodja og Maldivoyggjunum Tróndur Arge - Hetta er ein spennandi og øðrvísi avbjóðing, sigur Áki Jo­ hansen, venjari hjá U16-lands­ liðnum. - Hetta er eitt sindur øðr­vísi, í mun til hvat vit eru von við, men kann vónandi geva okkum nógv, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF. Í døgunum 12. til 21. oktober skal U16-landsliðið við dreingj­ um á eina heldur longri ferð. Túrurin gongur til Bangladesj, har liðið skal spæla móti Bangla­desj, Kambodja og Mald­iv­oyggjunum. Bangla­desj, Maldivoyggj­ar­ nar og Kambodja vera mót­ støðu­liðini, tá føroyska U16- lands­liðið við dreingjum fer á eina heldur øðrvísi ferð í oktob­er mánað. Túrurin gongur til Dhaka í Bangladesj, har liðið skal spæla tríggjar dystir á Bangabandhu National Stadion. - Vit fingu ein fyrispurning frá UEFA, um at vera við í “UEFA Assist átakinum,” ið hevur til endamáls, at lond í Europa samstarva við lond í øðr­um heimspartum, og í hes­ um føri er talan um trý lond í Asia. - Síðani hava vit kannað ym­isk viðurskifti, og hava nú tikið avgerð um at senda U16- lands­liðið við dreingjum til eina kapping, har vit skulu spæla móti Bangladesj, Mald­ ivoyggj­unum og Kambodja. Hetta er eitt sindur øðrvísi, í mun til hvat vit eru von við, men kann vónandi geva okk­ um nógv, sigur Virgar Hvidbro, aðal­skrivari í FSF. Tal­an er um dreingir, sum eru føddir í 2004. Sostatt er talan um yngra árgangin á U17-lands­liðnum, og tað verður tí eitt U16-landslið, ið fer av­ stað, við Áka Johansen sum venjara. - Hetta er ein spennandi og øðrvísi avbjóðing, ið nú stend­ ur fyri framman. Men hetta er eisini góð fyrireiking til teir, sum væntandi koma at mynda U17-landsliðið komandi ár, Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF. trondur@sosialurin.fo