Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Av hjarta takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, sonur og ommusonur Heðin D. Hansen F. 27. maj 1975 D. 23. juli 2019 andaðist og varð jarðaður. Familjunar vegna Linda, Paula og Kristina TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermóðir og omma Jóhanna Berthelsen f. 23. september 1934, d. 21. juli 2019 doyði og varð jarðað. Takk til starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri umsorgan og røkt ta tíðina, hon búði har. Takk til øll tykkum, sum hjálptu til við kórseting og jarðarferð: Kirkjutænarar, talarar, sangarar, tónleikarar og gravari; og tit, sum hjálptu til við ervinum. Takk til Sjóvar kommunu fyri hjálp, stuðul og lán av Bygdahúsinum. Takk fyri góða minnisgávu til Leguhúsið í Nesvík. Takk fyri heilsanir og minningarorð. Takk tit øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Suffía, Kristianna, Jensina, Simona, Annelisa og Ásbjørn TØKK Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæra mamma, omma og langomma okkara Margueritta J. Tórsheim F. 13.07.37 - D. 26.06.19 andaðist Tøkk til starvsfólkið í Lavalon fyri góða umsorgan. Tøkk til Hera prest, kirkjutænarar, berarar og til tykkum ið hjálptu til við ervinum og heilsanir. Tøkk fyri gávur til Lavalon og tykkum ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk øll somul Sigrið, Guðrið og Hallur við familju TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Martin Sonne Jacobsen f. 16.12.1928 - d. 14.05.2019 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest fyri troystarrík orð á Boðanesheiminum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar og tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Ein serlig tøkk til starvsfólkini, sum vóru um hann á Boðanesheiminum og vóru so góð við hann. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Boðanesheimið. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Sanna, Jógvan, Mildrið og Hildur við familjum TØKK Øllum tykkum sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara kæra mamma, omma og langomma Óluva Jacobsen f.15-10-1929 d.22-7-2019 andaðist og varð jarðað takka vit hjartaliga Vegna tey avvarðandi Óli, Laura og Katrin við familju. TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara doyði og varð jarðaður. Sverri Samuelsen Vágur. f. 20 juni 1936 d. 28 mai 2019 Takk til organist, klokkara, sangarar og Prest Patrick Neergaard fyri sera góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Ein tøkk til suðuroyar sjúkrahús fyri umsorganina tit veittu honum, og ein tøkk til tykkum á Hamragarði fyri stóru umsorganina tit veittu honum.Tøkk til Svein í Prestgarði og orðið á borðið, fyri vakran sang í kirkjuni. Somuleiðis ein hjartans tøkk til teirra, sum lótu blómur og kransar og til teirra, sum lótu minnisgávu til Hamragarð og til teirra, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi, Rannvá, Sunnrid, Sámal og Evald við fam. Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo