Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum gjørdu okkara diamantbrúdleypsdag so góðan og minnisríkan. Takk fyri góðar talur og vakran sang, góðar gestir frá nær og fjar, tað fløvaði okkara hjørtu. Tøkk til forstandarar og tit góðu fólk í køkinum, okkara dreingir og svigardøtur, takk fyri stóra hjálp. Við Guds ríku signing til tykkum øll. Edith og Thorleif TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaða kona, mamma og vermamma flutti heim til Harran. Kata Maria Jacobsen f. 08.07.1924 - d. 27.07.2019 Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Giljagarði, fyri ta tíðina hon var har. Takk til Árna Jacobsen og Marius Jacobsen fyri góð og troystarík orð á Giljagarði og í kirkjuni. Takk til Bergur D. Joensen, prest, fyri vøkur og troystarík orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Takk fyri bakstur og takk til tykkum sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og peningagávur til Missiónshúsið í Leirvík. Takk til øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Petur Adrian, Ásbjørn og Óluva TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, umsorgan og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaði sonur og beiggi Sigurd A Simonsen f. 20.02.2001 - d. 26.08.2018 so brádliga andaðist og varð jarðaður Takk til Sverra Steinhólm og Havstein Klein, fyri alla hjálp og troystarrík orð í kapellinum, í heiminum og í kirkjuni. Stóra tøkk til B71 og liðfelagarnar hjá Sigurdi fyri teirra umsorgan. Takk til Sámal Hanna Lognberg og Jens Marna Hansen fyri vakran sang í kirkjuni. Og takk til Thomas Thomsen fyri orgulspælið. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til tykkum øll, sum komu heim til okkum og vóru um okkum, og fyri alla tað hjálp vit hava fingið í hesi sváru tíð. Takk til bygdafólkið og oyggjafólkið fyri alla ta umsorgan, ið vit hava fingið. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávur. Takk til tykkum mongu, ið fylgdu Sigurdi til hansara seinasta hvíldarstað. Familjuna vegna Allin, Bergitta, Gunn Dania og Bergur TØKK Av hjarta ynskja vit at siga takk til tykkum, ið sýndu okkum samkenslu, tá beiggi okkara Tróndur Jacobsen (Ættaður av Selatrað) f. 09.11.1949 d. 13.03.2019 andaðist og fór heim til sín Harra. Tøkk øll tit, ið vóru til minnisløtuna á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Takk til spælaran Oddmar Tausen, til Poul Jóhan Djurhuus og Palla Højgaard fyri vælvald og troystandi orð. Takk til bygdafólkið, ið tóku ímóti okkum, tá vit komu norður. Takk til gravarin, ið gjørdi grøvina so vakra. Stóra tøkk fyri lán av Missiónshúsinum. Øllum tykkum í rættu hond við ervi, takka vit hjartaliga. Serliga takka vit starvsfólkunum á Heiminum, fyri tykkara umsorgan tíðina hann búði hjá tykkum. Takk til tykkum øll, ið vóru so góð við Tróndur aftaná hann kom heimaftur til Føroyar. Takk fyri, blómur og kransar og peningagávur til Eysturoyar røktar- og ellisheim Blíðar heilsur systkini Diana, Lena, Àsbjørn, Grímur, Dávur og Kári v/familjum ÁRSAÐALFUNDUR Hjá NFÍ Verður í Róðrarneystinum hjá ÁRF 29.09.2019 kl. 16. Skrá samb. lógum felagsins. NFÍ LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ MØGULEIKI FYRI UPPSETAN GUTTORM MORTENSEN TLF. 251160 DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á