týsdagur 27. august 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Undan valinum í 2015 eyðmerktu
vit nøkur politisk øki, sum tørv
aðu átøk.
Vit
arvaðu
eitt
hall
á
fíggjarlógini og eina óhald føra
bú skapar stýring við ófíggjaðum
skatta mink ingum.
Vit ásannaðu, at skatta mink ing
arnar hjá borgarligu samgonguni
høvdu gjørt tey ríku ríkari, meðan
tey við lægri inntøkum at kalla
onga minking fingu.
Vit
staðfestu,
at
privata
spekula tiónin í fiski vinnuni var
sam felags skaðilig, og at tað var
nærum ógjørligt hjá nýggjum
aktør u m at koma inn í vinnuna.
Vit vístu á, at fleiri átøk máttu
fremjast fyri at fáa ung og lesandi
at velja Føroyar til, heldur enn
frá.
Vit vóru eitt land, har rúm ikki
var fyri, at samkynd høvdu somu
rættindi sum hinskynd, og har
tað at kalla var ógjørligt at vera
stakur uppihaldari í Føroyum.
Vit tóku við eftir eina politiska
skipan, sum ikki tordi at nerta við
pensjónsnýskipanina, og heldur
ikki dittaði sær at broyta fiski
vinnu skipanina.
Har tað áðrenn ráddi atgerðar
loysi, settu vit nú tiltøk í verk.
Og nú fýra ár eru liðin, síggjast
úrslitini.
Vit eru fleiri
Vit hækkaðu lestrarstuðulin hjá
lesandi, settu fleiri útbúgvingar á
stovn og góvu barnafamiljum og
støk um uppihaldarum munandi
meira at liva fyri hvønn mánað.
Úrslitið er, at síðan septembur
2015 eru vit vorðin næstan 3.000
fleiri, soleiðis at tað ongantíð áður
hava búð so nógv fólk í Føroyum.
Hetta kemst fyrst og fremst av, at
tilflytingin fleiri ferðir hevur sett
met seinastu fýra árini, men eisini
av, at fráflytingin hevur verið
tann lægsta í 40 ár. Harumframt
er burðar avlopið økt munandi, og
vit fegnast um at staðfesta, at vit
ongantíð áður hava havt so nógv,
sum velja at taka sína útbúgving
í Føroyum.
Vit eru ríkari
Vælferðarsamfelagið hevur altíð
verið kjølfest í umsorganini fyri
ein staklinginum
við
styrkini
hjá
felagsskapinum.
Tað
er
arbeiðandi fjøldin, sum tryggjar
okkara livistøði – og tá vit gerast
fleiri, gerast vit eisini ríkari.
Seinastu fimm árini eru góð
3.500 fleiri komin í arbeiði kring
alt landið, og arbeiðsloysið er tað
lægsta í 25 ár. Hetta hevur eisini
við sær, at lønargjaldingarnar eru
tær hægstu í 35 ár og somuleiðis
løn takaratalið.
Harumframt hevur góður og
skynsamur fíggjarpolitikkur havt
við sær yvirskot á fíggjarlógini
fyri hvørt ár, soleiðis at landið nú
hevur goldið 800 mió. kr. niður í
skuld. Hetta hóast vit eisini hava
gjørt
stórar,
neyðugar
íløgur
í sam ferðsluna, skúlaøkið og
heilsu verkið. Tað brynjar okkum
til framtíðina. Vit gleðast eisini
um, at vinnulívið hevur havt
met stór yvirskot seinastu árini.
Vit eru rúmligari
Í Javnaðarflokkinum fegnast vit
um, at vit eru vorðin bæði fleiri
og ríkari seinastu fýra árini. Men
vit høvdu eisini sum mál at skipa
eitt meira rúmligt samfelag, har
Framhald
ella afturhald
– 4 ár afturat við
rættvísum úrslitum