týsdagur 27. august 2019síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
øll eiga somu rættindi, og har
tað eru fleiri tilboð til tey við
serligum tørvi. Vit vilja hava
einar Føroyar fyri øll. Tí sam
tyktu vit hjúnabandslógina, so
øll fáa somu virðing og rættindi.
Vit settu gongd á almennu bú
staðar byggingina
og
játtaðu
200 mió. kr. til bústovnar og
vardar
bústaðir
til
fólk
við
menn ingartarni,
sálarsjúku
og
seinheilaskaða, umframt nýggjan
bú og viðgerðarstovn til børn
og ung við autismu. Harumframt
er sambýli til sálarsjúk latið upp
í Havn, og Klaksvík og Runavík
hava fingið nýggj sambýli til
menn ingartarnað. Økispsykiatri
er somuleiðis skipað í Suðuroy
og í Vágum, og skipanin fevnir nú
um allar Føroyar.
Vit hava fingið eitt samfelag,
har rúm er fyri fleiri, har rúm er
fyri fjølbroytni, og har minni luta
bólkar hava fingið síni sjálvsagdu
rættindi.
Vit eru rættvísari
Undan valinum í 2015 vóru øll í
Føroyum samd um, at vit høvdu
tvær sera stórar avbjóðingar at
loysa sum samfelag.
Lutfallið
millum
arbeiðandi
fjøldina
og
pensjónistar
var
skeiklað so nógv seinastu ára
tíggjuni, at vit vórðu noydd at
fremja eina pensjónsnýskipan.
Tí vildu vit styrkja skipanina og
sam stundis
styrkja
Sam halds
fasta, soleiðis at pensjónistarnir,
sum høvdu minni, fingu meira.
Undanfarna
fiskivinnuskipan
var í veruleikanum ikki nøkur
skipan, og tað var føroyska
samfelagið – skattgjaldarin –
sum var stóri taparin. Tilfeingi
okkara var savnað á fáum hond
um, og ókeypis loyvini høvdu
so stórt virði, at tey blivu ein
privat søluvøra. Tað var ikki
gott fyri vinnuna, ikki gott fyri
fiski mannin, ikki gott fyri lands
kassan, og tað var ikki gott fyri
samfelagið sum heild. Øll vóru
samd um, at okkum tørvaði eina
nýggja skipan, tá fiskiloyvini
vórðu uppsøgd í 2007. Men eingin
tordi at fremja broytingina.
Vit tordu at broyta tað, sum
var neyðugt at broyta. Við pen
sjónsnýskipanini hava vit fingið
eina sterkari og rættvísari skipan,
har serliga fólkapensjónistar fáa
meira at liva fyri – á leið 1.500 kr.
um mánaðin eftir skatt, somuleiðis
sum fyritíðarpensjónistar fáa á
leið 1.000 kr. meira um mánaðin
eftir skatt.
Við fiskivinnunýskipanini hava
vit steðgað privatari spekulatión
í fiskivinnuni, gjørt tað møgu ligt
hjá fleiri at koma inn í vinnuna,
fordeilt virðini javnari kring landið
og økt inntøkur lands kassans.
Fiskivinnu
og
pen sjóns ný
skipanin hava eisini báðar styrkt
búskaparliga haldføri hjá okkum
sum tjóð.
Vit eru javnari
Tá vit tóku við í 2015, var ríki
dømið í Føroyum stórt. Men
virðini vóru sera ójavnt býtt.
Lands kassin hevði hall ár eftir ár,
og undanfarna samgonga hevði
fyrst og fremst givið teimum, sum
longu høvdu nógv, enn meira. Vit
vildu broyta tað soleiðis, at Før
oyar framhaldandi kunnu vera
millum heimsins javnastu lond.
Tí fingu lág og miðallønt ein
skattalætta, soleiðis at t.d. eitt
par við tveimum arbeiðs manna
inn tøkum nú hava 13.000 kr.
meira eftir um árið.
Tí fáa pensjónistar og fyri tíðar
pen sjónistar størri útgjald.
Tí fáa láglønt foreldur nú
familju ískoyti upp til 23.000 kr.
um árið og hægri barnafrádrátt.
Tí fáa lesandi hægri lestrar
stuðul alt árið.
Hagtølini vísa nú, at vit eru
vorðin javnari við Javn að ar
flokki num á odda. Hetta kemst
fyrst og fremst av, at vit hava
for deilt tað ríkidømið, sum allir
før oyingar eiga lut í, javnari.
Tað er sjálv kjarnin í javn aðar
hugsjónini. Vit vilja halda fram!