Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Vinnulívsmaður á ting í Tórshavn Sum vinnulívsmaður og reiðari, havi eg fingið sera gott innlit í fleiri politisk viðurskifti – serliga innan fíggjar- og vinnupolitikk. Vit mugu hava tryggar karmar um fiskivinnuna Gott álit á politisku skipanina er ein fortreyt fyri menning, bæði í fiskivinnu og øðrum vinnum. Eygsæð er, at vinnan ikki hevur álit á sitandi sam­ gongu og speglast tað aftur í væntandi nýíløgum - serliga í fiskivinn­uni. Fyri at skapa vøkstur og trivna í Føroyum, er neyðugt at karmarnir um fíggj­arstýring og vinnuna verða broyttir tilsvarandi. Og mest um­ráð­ andi er, at vælferðin skal koma øllum til góðar. Føroyar standa á einum vegamóti Eg havi valt at stilla upp, tí eg dugi at síggja, at Føroyar hava tørv á at rætta kumpass og fáa eina borgarliga kós aftur. Dirvi til neyðugar broytingar í Sjúkrahúsverkinum Okkara nógv umtalaða sjúkrahúsverk er okkara hornasteinur, tá sjúkan rak­ ar ella ólukkan er útið. Eitt effektivari sjúkrahúsverk í Før­ oy­um Mangan kann tað tykjast sum, at ar­ beiðið ikki er nóg væl skipað og harnæst eru ótolandi langir bíðilistar. Samantvinnanin av hesum báðum kann hava við sær, at sjúkan gerst munandi verri og at fráveran frá ar­ beiði gerst óneyðuga long. Og hettar kost­ar samfelagnum nógvar eyka­út­ reiðsl­ur. Fáa enda á bíðilistunum Nú er bíðitíðin ikki gjørd upp í krónum, men eg hugsi, at her eru nógvar, nógvar milliónir at heinta, um: • ein skjót og effektiv screening verð­ur gjørd av sjúklinginum. • at ein sjúklingur kemur í røttu hend­ur beinan vegin. • at avtala verður gjørd við sjúkra­ hús runt um í Evropa soleiðis, at sjúklingurin kemur til rætta yrkis­ sjúkra­hús beinanvegin og fær røttu viðgerð. • at okkara læknar fáa tað endur­út­ búgving sum er neyðug og kunnu hava avtalur við onnur sjúkrahús til vikariat og endurútbúgving. • og somuleiðis kunnu aðrir ser­ lækn­ar koma hendanvegin og við­ gerða sjúklingar, sum liggja her heima í Føroyum. • sam­stundis skal sjúkrahúsverkið hava eina grundleggjandi LEAN hugs­an á øllum starvsøkinum, so tað verður so effektivt sum til ber. Leigulóðin má endurskoðast – útlendsk arbeiðsmegi má skipast betur Tað er umráðandi at komandi Land­ stýrið skipar so fyri, at Leigulógin verður endurskoðað, tí sum nú er verða vanlig sethús og búðstaðarbygningar nýttir til at hýsa innivist til útlendingar, sum bert búgva her í avmarkað tíð­ar­ skeið. Hesi starvsfólk ynskja ikki at blanda seg upp í teir sosialu aktivitetirnar, sum annars eru í góðum grannaløgum. Tí er tað avgerðandi, at greiður munur verð­ur gjørdur á stutt- og langtíðar leigu­sáttmálar. Heldur enn at arbeiðsmenn ella fyri­ tøk­ur leggja seg á hús í góðum granna­ løg­um, sum annars kundu verið seld ella leiga út til føroyskar familjur, haldi eg, at tað er best at hesir hava sín ar­ beiðs­bústað nær við har, sum teir arbeiða. Onnur innflutt arbeiðsmegi, sum ikki arbeiðir í byggivinnuni, men eitt nú í matvøruídnaðinum, ferða- ella fram­leiðsluvinnuni, kunnu sjálvandi ikki búgva í búbingjum. Hesi skulu sjálv­andi hava tær umstøðurnar at búgva í, sum Leigunevndin ásetur. Hett­ar má og skal skipast væl og virði­ liga, við greiðari lóg í framtíðini. Heilsu- og umsorganarøkið eftirmetast Fyri umleið fýra árum síðani bleiv eldraøkið lagt út á kommunurnar at umsita. Tá varð sagt, at eftirmeting skuldi fremjast eftir at ein tíð var ligin, men hon er enn ikki gjørd. Hetta skal eisini raðfestast, soleiðis at støði er eins á øllum økjum kring landið. Nøkur ting, ið man politiskt kann fara inn at gera, eru at: • Lógaráseta minimums­normer­ing­ ar, fyri at betra um trygd, góðsku, lívsgleði og arbeiðsgleði • Gjøgnumføra rationaliseringar, so at skipanin gerst smidlig og brúk­ ara­vin­arlig – bæði fyri brúkaran og starvsfólk. Brúka LEAN stýring í heilsu og um­sorganarøkinum so meira fæst fyri minni. Arbeiði til allar hendur Ofta verður effekivisering samanborin við uppsagnir, men her er tað tvørtur ímóti. Á heilsu- og umsorganarøkinum er stórur mangul uppá starvsfólk og tí er tað avgerðandi, at neyðugar broyt­ ingar fara fram sum skjótast, so­leiðis at alt vaktarskemaði verður dekka á øllum økjum. Útnytta allar fakbólkar til fullnar Sum skilst, yvirlappa fleiri fakbólkar øk­ini hjá hvør øðrum, í tráð við at út­ búgv­ingarnar eisini broytast við m.a. støðið. Tí er tað eisini ein avgerðandi part­ur av rationaliseringini, at allir fakbólkar brúka sínar førleikar til fullnar. Tað ger tænastuna betri hjá brúk­ar­ an­um og eitt starvsfólk fær verið meira um tann einstaka brúkaran og dugir harvið eisini betur at meta um heilsu­ støðuna hjá tí einstaka. Eykajáttanir er eingin varandi loysn Fyri at skapa tryggar karmar og meira nøgdsemi um hesi arbeiðsøki, er heilt víst neyðugt við nøkrum tiltøkum um effektivisering, so at øll fáa meira fyri minni. Hetta skal ikki síggjast sum eitt álop, men sum eitt tiltak, sum skal gera umstøðurnar betri fyri starvsfólk og brúkarar av almennum tænastum. Fiskivinnunýskipanin kostar hundraðtals milliónir longu fyrsta árið Nú fiskivinnunýskipanin hevur verið virkin eina tíð sæst týðiliga, at hon í verki hevur nakrar avbjóðingar og at hon hevur kostað føroyska útflutn­ inginum hundraðtals milliónir. Nevnast kann at reiðaríini og mann­ ingarnar á føroysku skipunum eru sera neilig fyri skipanini, og at menning og bjartskygni er við at hvørva úr okkara høvuðsvinnu. Eg kann nevna nøkur konkret dømi