Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Nú freistin hjá uppstillaðu flokkunum at lata sínar valevnalistar inn fór, hev­ur Sosialurin hugt nærri at kvinnu­umboðanini 27. september 1915 atkvøddi Løg­tingið fyri broyting í løgtingslógini, ið tryggjaði kvinnum valrætt til løg­ tings­val, og 1918 fór kvinnurnar fyri fyrstu ferð á val. Rætturin varð fingin til høldar eftir drúgt stríð í fleiri ár fyri kvinnurættindum, umframt, at Dan­mark hevði framt broytingar í síni grundlóg 5. juni í 1915, sum gav kvinn­um valrætt. Tó hava kvinnurnar verið ógvuliga undirumboðaðar á Løg­tingið og í landsstýrinum, og hóast størri javnstøða er komin, eru tað fram­vegis færri kvinnur at síggja á val­listunum, sum vórðu latnir inn leyg­arkvøldið. Sjálvt somikið nýliga sum við sam­ gong­uni millum Javnaðarflokkin, Fólka­flokkin og Sambandsflokkin í 2004 til 2008, fekk eingin kvinna nakr­ an landsstýrissess, umframt, at Ann­ ika Olsen var einsamøll lands­stýris­ kvinna millum teir átta lands­stýrissessirnar í samgonguni mill­um Sambandsflokkin, Fólka­flokk­ in, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin 2011-2015. Sitandi landsstýri hevur skrivað søgu við einum jøvnum kyns­ býti, har tað sita fýra kvinnur og fýra menn. Millum formanssessirnar hjá flokk­ un­um haltar eisini við kvinnu­um­boð­ an­ini. Higartil hava einans Javn­að­ar­ flokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Sam­bandsflokkurin havt forkvinnur við ávikavist Maritu Petersen (1993- 1996), Helenu Dam á Neystabø (1994- 2001) og Listbeth L. Petersen (2001- 2004). Forkvinnan í Demokratia sigur tað vera ein demokratiskan trupulleika, at kvinnur eru undirumboðaðar á valevnalistunum til Løgtingsvalið. Mortan Østerø mortan@sosialurin.fo Føroyar hava ongantíð havt eitt løg­ tingsval, har kvinnur og menn eru eins væl­umboðað á valevnalistunum hjá uppstillaðu flokkunum. Komandi løg­ tingsval, 104 ár eftir, at kvinnur fingu valrætt og valbæri, er einki undantak. Færri enn triðja hvørt valevni er kvinna, meðan nærum 70 prosent av nøvn­unum á vallepunum eru mann­ fólka­nøvn. Sambært Marnu K. Jacobsen, for­ kvinnu í Demokratia, er tað ein fólka­ ræðis­ligur trupulleiki, at javnstøða hvørki er á Løgtingi ella vallistunum. - Valdið í Føroyum liggur í Løg­ting­in­ um, og tað er ógvuliga týdningarmikið, at allir samfelagsbólkar verða um­boð­ aðir og fáa ávirkan á sín gerandisdag gjøgn­um politiskar avgerðir. Um sami bólkurin áhaldandi situr við valdinum, kunnu vit ikki vænta, at broytingar verða framdar, ið koma øllum sam­ felagsbólkum eins væl til góðar. Um vit gen­eralisera, hava kvinnur upp á nógv­ ar mátar ein øðrvísi gerandisdag og avbjóðingar enn mannfólk. Tær hava onnur størv, arbeiðsumstøður, ar­beiðs­ tíðir og aðrar – oftast lægri – lønir. Um tær bjóða seg fram, so fær man teirra lív og lívskor við inn á ting. Tískil er eisini neyðugt at fáa hesar royndirnar og vitanina við í avgerðirnar, ið verða tiknar á Løgtingi, sum kunnu kom øðr­ um til góðar, sigur hon. Sambært Marnu eru avleiðingarnar av, at kvinnur ikki sleppa upp í part á valevnalistunum, at samfelagsbygn­að­ urin við kynsuppbýttum leiklutum og -størvum verður fasthildin. - Sum er, eru tað aloftast kvinnur, ið hava láglønt og parttíðarstørv; taka ábyrgdina av børnunum og húsar­ haldinum. Við øðrum orðum fáa vit ein kynsuppbýttan arbeiðsmarknað burt­ ur­úr, sum skynar í millum hvørji ábyrgd­arøki skulu fella monnum og kvinnum í lut. Um hesi ikki verða javnað út, og kvinnur ikki sleppa framat avgerandi, ella týðandi sessum, so verður onki broytt. Fyri at kvinnur yvirhøvur skulu sleppa framat, er tað ein fortreyt, at kvinnur og menn kapp­ ast á jøvnum føti um at sleppa á ting – til dømis við betri kynsjavnvág á val­ evna­listunum, sigur forkvinnan í Demo­kratia. Hugburðsbroyting neyðug At kvinnur ikki eru vælumboðaðar á polit­iska vígvøllinum er eyðsæð, um hugt verður at politisku oddasessunum gjøgnum tíðina. Síðani 1948 hava 212 landsstýrissessir staðið tómir, antin tí landsstýrisfólk eru farin frá í ótíð, ella vegna útskifting av landsstýrinum eft­ ir løgtingsval. Einans 24 ferðir frá 1948 og fram til nú, hava kvinnur fingið álitið at seta seg í sessirnar, svarandi til 13 prosent av sessunum. Verður hugt í flokk­arnar gjøgnum tíðina, er ógvuliga sjáldsamt at síggja forkvinnur. Hetta, hóast kvinnur hava havt møguleika at stilla upp, umframt at greiða atkvøðu til løgtingsval í meiri enn 100 ár. Av tí sama, verður onkuntíð ført fram, at kvinnur ikki hava áhuga í at sleppa inn á ting, umframt, at kvinnuligu velj­ar­ar­ Kvinnurnar skulu sleppa framat