týsdagur 27. august 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
nir heldur ikki standa saman um at
senda kvinnulig umboð í týðandi sess
irnir. Men hesum er Marna Jacobsen tó
ósamd í.
- Fyri tað fyrsta, so liva kvinnur oft
ani í umstøðum, sum forða teimum í at
trína fram. Oftani eru tað atlit til børn
ini, sum kvinnur siga vera orsøkina til,
at tær ikki bjoða seg fram. Tað nýtist tó
ikki at vera so, at familjuábyrgdin skal
liggja hjá kvinnum. Tað er eitt dømi
um, at kynsleiklutirnir hava fastatøku í
Føroyum, ið avmarkar atgongdina hjá
kvinnum til eitt nú politiskar sessir.
Politikkur verður sæddur sum eitt
mannfólkayrki, og at 'veruligur polit
ikkur' snýr seg um tunlar og fiskivinnu,
meðan kvinnur setast í samband við
'bleyt virði', sigur hon.
Verður tikið upp í saman, at kvinnur
taka sær av umsorganararbeiði, og
meðan menn taka sær av búskaparlig
um verkætlanum um fiskivinnu, ávirk
ar tað eisini sjálvsfatanina hjá bæði
veljarunum og valevnunum, sambært
Marnu.
- Tað krevst ein hugburðsbroyting at
gera upp við vanligu ímyndirnar av
kynunum. Vit eiga at viðurkenna, at
kvinnur kunnu hava vitan um fiski
vinnu og tunlar á sama støði, sum
menn, sigur hon.
Forkvinnan í Demokratia vísir á, at
stereotýpurnar og vantandi politiska
umboðanin av kvinnum verða lutvíst
fasthildnar gjøgnum fjølmiðlarnar.
- Aloftast síggja vit, at menn fáa
pláss at tosa um fiskivinnu og tunlar,
meðan kvinnur sleppa upp í part, tá ið
tað kemur til sjúkrarøkt, almannamál
og børn. Tað avmarkar okkara fatan av
hvør kann úttala seg um ymsu evnini,
og ikki minst, at komandi ættarlið
kanska manglar kvinnuligar fyrimynd
ir í hesum sessunum. Tað er týdningar
mikið at børn síggja, at bæði kynini
sleppa framat hesum postunum, sigur
Marna K. Jacobsen.
Menn óttast kvinnur
Á fólkatingsvalinum fyrr í ár var tó
rímiliga jøvn umboðan á valevnalist
unum, tá ið 41 prosent av teimum upp
stillaðu vóru kvinnur. Tó fingu tær ein
ans einans 21 prosent av samlaðu
atkvøðunum. Tá kundi einfalda niður
støðan verið, at føroyingar ikki ynskja
kvinnur á ting, ella at tær ikki eru eins
væl egnaðar til løgtingsarbeiði.
- Tað ber illa til, at samanbera fólka
tingsval og løgtingsval. Vit hava nakrar
spíssar, sum tað snýr seg um til teir
báðar fólkatingssessirnar. Tað kann
vera, at ein javnari umboðan á listunum
millum kynini ikki tryggjar javnari
umboðan á tingi. Tað snýr seg – eins og
við fólkatingsvalinum – nógv meira um
hvønn flokkarnir satsa upp á og
profilera. Um kvinnurnar ikki eru
annað enn ífylla á listunum, sum ikki
vera koyrdar fram ella sleppa framat
mikrofonunum, eru kvinnur eru við
sviðusoð, sigur Marna.
- Harafturat haldi eg valevnalistarnar
vera ein valdsspurning. Um ein sterk
og gløgg kvinna skal á vallistan og
koyrast fram í miðlarnar, kann tað
merkja, at onkur maður má víkja, tá ið
tingsessirnir skulu býtast. Eg trúgvi
veruliga, at flokkarnir ikki eru áhugaðir
at fáa sterkar og gløggar kvinnur inn, tí
menninir eru bangnir um at missa sín
egna sess, sigur hon.
Ein av fremstu uppgávunum hjá
Demokratia er at økja um kvinnuum
boðanina í føroysku kommununum og
á Løgtingið gjøgnum kunnandi arbeiði
og tiltøk. Uppundir løgtingsvalið hevur
Demokratia sostatt yriskipað trimum
valfundum, har tey í størstan mun
hava boðið nýggjum kvinnuligum val
evnum framat.
- Ætlanin við hesum er koyra kvinn
urnar fram. Á kjakfundunum hava
kvinnurnar sostatt tikið upp evni um
vinnupolitikk, umhvørvispolitikk, og á
seinasta fundinum, sum var í gjár, varð
kjakast um vælferð, sigur Marna Jacob
sen.
Føroyskur
politikkur nú
22 tingmenn (67 %)
11 tingkvinnur (33 %)
4 landsstýrismenn
4 landsstýriskvinnur
Søgulig
kvinnu
umboðan
1964 Malla Samuelsen
(D), fyrsta løgtingskvinna
(varalimur).
1985 Jóngerð Purkhús (E),
fyrsta landsstýriskvinna
1993 Marita Petersen (C),
fyrsti kvinnuligi løgmaður.
Landsstýri
gjøgnum tíðina
212 landsstýrissessir
síðani 1948
188 menn (87 %)
24 kvinnur (13 %)
* Hugt verður at samlaðu
landsstýrissessunum. Landsstýrisfólk
– bæði kvinnur og menn – verða
tískil tald fyri hvønn sessin.
** Allir sessir eru taldir við, eisini teir,
ið løgmaður hevur havt stutt um hendi,
tá ið landsstýrisfólk er farið frá.